Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 19
Jónatan sættir Sául við Dávid
v1 Sául talaði tá við Jónatan, son sín, og allar tænarar sínar um at taka Dávid av lívi; men Jónatan, sonur Sáuls, hevði miklan tokka til Dávid. v2 Tí segði hann Dávidi frá hesum og mælti: «Sául, faðir mín, ætlar at taka teg av lívi; vara teg nú fyri honum í morgin ári, finn tær skjól og krógva teg væl. v3 Men eg ætli mær út og skal standa undir liðini á faðir mínum á víðavangi har, sum tú ert; og eg ætli at tala við faðir mín um teg; um eg tá verði varur við nakað, skal eg siga tær frá tí.» v4 Og Jónatan talaði alt gott um Dávid við Sául, faðir sín, og mælti: «Kongur má ikki gera synd við Dávid, tænara sín; tí at ikki hevur hann gjørt synd við teg, og av brøgdum hansara hevur tú havt mikið gagn. v5 Og hann vágaði lívið og vá Filistan, og Harrin veitti av hansara ávum øllum Ísrael miklan sigur; tú sást tað sjálvur og gleddist; hví vilt tú nú gera synd við sakleyst blóð og fyri onga søk taka Dávid av lívi?» v6 Og Sául lýddi Jónatani; og hann svór: «So satt sum Harrin livir, skal Dávid ikki verða tikin av lívi.» v7 Tá kallaði Jónatan Dávid til sín og segði honum frá øllum hesum, og Jónatan leiddi Dávid til Sáuls, og hann var hjá honum eins og áður.
Sául verður aftur øvundsjúkur
v8 Men ófriður gekk á av nýggjum, og Dávid helt í bardaga móti Filistum og vann miklan sigur á teimum, so at teir flýddu undan honum. v9 Tá kom illur andi frá Guði yvir Sául; og meðan hann sat í húsi sínum við spjóti í hendi, og Dávid leikaði streingjaljóðførið, v10 ætlaði hann at negla Dávid fastan í bróstið við spjótinum; men Dávid brá sær undan Sáuli, so at hann rendi spjótið í bróstið; men Dávid flýddi og komst undan. v11 Tá sendi Sául á somu nátt ørindreka at húsi Dávids til tess at gæta hann og taka hann av lívi morgunin eftir; men Mikal, kona Dávids, segði honum frá og mælti: «Bjargar tú ikki lívi tínum í nátt, so verður tú dripin í morgin.» v12 Tá læt Mikal Dávid síga niður uttan fyri gluggan, og hann flýddi og komst undan. v13 Síðan tók Mikal húsgudin og legði hann í rekkjuna; og hon legði net av geitarhárum á høvdalagið og breiddi áklæði útyvir. v14 Tá ið nú Sául sendi ørindrekar til tess at taka Dávid, segði hon: «Hann er sjúkur.» v15 Tá sendi Sául menninar aftur at vitja Dávid og segði: «Berið mær hann higar á leguni, so at eg fái dripið hann.» v16 Men tá ið ørindrekarnir komu hagar, sí, tá lá húsgudurin á leguni og geitarhársnetið yvir høvdalagnum. v17 Tá mælti Sául við Mikal: «Hví hevur tú soleiðis svikið meg og hjálpt fígginda mínum burtur, so hann komst undan?» Mikal svaraði Sáuli: «Hann segði við meg: Hjálpir tú mær ikki burtur, drepi eg teg.»
Dávid flýggjar til Sámuels; Sául millum profetanna
v18 Og Dávid flýddi og komst undan; og hann kom til Sámuels í Ráma og segði honum frá øllum tí, sum Sául hevði gjørt móti sær; síðan fóru hann og Sámuel og tóku upp bústað í Nájot. v19 Tá ið Sául frætti, at Dávid var í Nájot í Ráma, v20 sendi hann sendimenn eftir Dávidi; men tá ið teir sóu profetaflokk í profetiskum gudmóði og Sámuel standa sum oddamann teirra, tá kom eisini andi Guðs yvir sendimenn Sáuls, so at eisini teir komu í profetiskan gudmóð. v21 Tá ið Sául frætti hetta, sendi hann aðrar sendimenn; men eisini teir komu í profetiskan gudmóð. Síðan sendi hann uppaftur triðju ferð sendimenn avstað; men eisini hesir komu í profetiskan gudmóð. v22 Tá fór Sául sjálvur til Ráma, og tá ið hann kom at brunninum við treskivøllin uppi á tí skógarleysa heygnum, spurdi hann, hvar Sámuel og Dávid vóru; og honum varð svarað: «Teir eru í Nájot í Ráma.» v23 Hann fór tá haðan og helt leiðini til Nájot í Ráma; men tá kom eisini andi Guðs yvir hann, og hann gekk allan dagin í profetiskum gudmóði alt at Nájot í Ráma. v24 Og eisini hann skræddi klæði síni av sær og var í profetiskum gudmóði frammi fyri Sámueli; og hann fell niður nakin og varð liggjandi allan dagin og alla náttina. Tí verður sagt: «Er eisini Sául millum profetanna?»