Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 20
Jónatan roynir aftur at sætta Sául við Dávid
v1 Men Dávid flýddi úr Nájot í Ráma og kom til Jónatans og mælti: «Hvat havi eg gjørt, og hvat er misgerð mín, og í hvørjum havi eg syndað móti faðir tínum, at hann liggur mær eftir lívinum?» v2 Men hann svaraði honum: «Tað verður av ongum! Tú skalt ikki láta lív; sí, faðir mín ger jú einki hvørki stórt ella smátt uttan at siga mær frá; hví skuldi faðir mín tá loynt hetta fyri mær? Nei, einki er í hesum.» v3 Men Dávid svaraði honum aftur og mælti: «Vissuliga veit faðir tín, at tú hevur góðan tokka til mín og hugsar við sær: Jónatan skal ikki vita av hesum, so eg ikki elvi honum sorg. Nei, so satt sum Harrin livir, og tú livir: millum mín og deyðans er eittans fótafet.» v4 Tá segði Jónatan við Dávid: «Alt, sum hugur tín stundar á, vil eg gera fyri teg.» v5 Og Dávid segði við Jónatan: «Sí, í morgin er sólkomudagur, og eg skal sita til borðs við kongi; hjálp mær tí burtur, so at eg fái krógvað meg á víðavangi til kvølds. v6 Um faðir tín tá saknar meg, skalt tú siga: Dávid bað sær loyvi av mær at renna heim til Betlehem, heimbygd sína, av tí at øll ætt hansara har skal ofra árliga sláturoffur sítt. v7 Sigur hann tá: Tað er gott, tá er tænari tín ekkaleysur, men verður hann illur, tá skalt tú vita, at hann hevur sett sær fyri at gera okkurt ilt. v8 Sýn mær nú kærleika, av tí at tú fyri ásjón Harrans hevur latið meg ganga í fostbrøðralag við teg. Og havi eg gjørt misgerð, tá tak meg sjálvur av lívi; hví skalt tú leiða meg fyri faðir tín?» v9 Jónatan svaraði: «Hugsa ikki so; tí, um eg hevði varhugan av, at faðir mín ráddi av ilskuráð móti tær, mundi eg so ikki sagt tær frá tí?» v10 Tá segði Dávid við Jónatan: «Men hvør man siga mær frá, um faðir tín svarar tær illa?» v11 Men Jónatan segði við Dávid: «Kom, vit skulu fara út á víðavang.» Teir fóru tá báðir út á víðavang.
v12 Jónatan segði við Dávid: «Harrin, Ísraels Guð, veri vitni: Tá ið eg í morgin um hetta mundið havi fingið fregn av, hvat faðir mínum býr í huga, og havi sæð, at tú kanst vera ekkaleysur, man eg tá ikki senda tær boð og lata teg vita av tí? v13 Harrin lati Jónatan gjalda tess bæði nú og framvegis, um faðir mín hevur ilt í huga móti tær, og eg lati teg ikki vita av og hjálpi tær burtur, so at tú kanst fara leið tína í friði! Og Harrin veri við tær, eins og hann hevur verið við faðir mínum. v14 Og gævi at tú, um eg tá verði á lívi, sýndi mær miskunn Harrans. Og eri eg ikki longur á lívi, v15 so lat tó ongantíð góðsku tína víkja frá ætt míni; og tá Harrin einaferð oyðir av jørðini allar fíggindar Dávids, v16 gævi, at navn Jónatans tá ikki verður slitið upp við rót, men stendur við saman við húsi Dávids; og gævi, at Harrin krevur tað aftur úr hondum fígginda Dávids!» v17 Og uppaftur gjørdi Jónatan Dávidi eið við teirri ást, sum hann hevði lagt við hann; tí at hann unti honum av heilum huga.
v18 Jónatan segði nú við hann: «Í morgin er sólkomudagur, tá verður tú saknaður, tá ið sessur tín stendur tómur. v19 Men á triðja degi verður tú nógv saknaður; far tá á tann stað, har tú krógvaði teg tann dagin, tá ið illgerðin var í umbúna, og sessast við heyggin har, v20 so skal eg á triðja degi skjóta ørv eftir honum, eins og eg skeyt til máls. v21 Og eg skal senda sveinin at leita eftir ørvini; um eg tá sigi við sveinin: Sí, ørvin liggur hesumegin teg, far og tak mær hana! Tá mást tú koma heim, tí at tá kanst tú vera ekkaleysur og hevur einki at óttast fyri, so satt sum Harrin livir. v22 Men sigi eg við sveinin: Ørvin liggur hinumegin teg, longur burturi, tá far til gongu, tí at tá vil Harrin, at tú skalt rýma. v23 Men viðvíkjandi tí, sum tú og eg hava talað um saman, skal Harrin vera vitni millum mín og tín um allar ævir.»
v24 Tá fjaldi Dávid seg úti á víðavangi; og tá sólkomudagurin kom, fór kongur til borðs at fáa sær. v25 Kongur settist í sessin, har hann var vanur at sita, í sessin við bróstið; men Jónatan sat beint yvir av honum, og Ábner sat undir liðini á Sáuli; men sessurin hjá Dávidi stóð tómur. v26 Sául segði einki tann dagin, tí at hann hugsaði: Hetta man vera av tilvild; hann er ikki reinur, av tí at hann hevur ikki latið reinsa seg. v27 Men tá ið sessur Dávids eisini stóð tómur dagin eftir sólkomudagin, spurdi Sául Jónatan, son sín: «Hví hevur sonur Ísai hvørki í gjár ella í dag verið við borðið?» v28 Jónatan svaraði Sáuli: «Dávid bað meg um loyvi at fara til Betlehem. v29 Hann segði: «Loyv mær at fara, tí at vit ætla at halda ættaroffur har í staðinum, og brøður mínir hava boðið mær við; um tær tykir tokka í mær, tá loyv mær at fara, so eg fái vitjað skyldfólk mítt.» Tessvegna hevur hann ikki verið við kongsins borð.» v30 Tá kveiktist vreiði Sáuls móti Jónatani, og hann segði við hann: «Tú sonur av treiskum kvendi! Man eg ikki vita, at tú ert vinur við son Ísai til skemdar bæði fyri teg og fyri blygd móður tínar! v31 Tí at alla ta stund, ið sonur Ísai er til á foldum, manst tú og kongsdømi títt ikki verða í trygdum. Far tí eftir honum og fá mær hann, tí at lívið skal hann láta!» v32 Men Jónatan svaraði faðir sínum og mælti: «Hví skal hann láta lív? Hvat hevur hann gjørt?» v33 Men Sául reiggjaði spjótinum og ætlaði at kasta eftir honum; tá skilti Jónatan, at faðir hansara av álvara hevði rátt av at drepa Dávid. v34 Og Jónatan fór frá borði í øðini og neyt heldur ongan mat annan sólkomudag, tí at hann harmaðist um Dávid, av tí at faðir hansara hevði háðað hann.
v35 Morgunin eftir fór Jónatan út á víðavang á teirri stund, ið hann og Dávid høvdu rátt av; og ungur sveinur var við honum. v36 Tá mælti hann við svein sín: «Renn og finn mær ørvina, sum eg ætli at skjóta!» Sveinurin tók at renna; men hann skeyt ørvina fram um hann. v37 Tá ið sveinurin kom fram at tí staði, har ørvin lá, ið Jónatan hevði skotið, rópaði Jónatan aftan á hann og segði: «Ørvin liggur hinumegin teg, longur burturi!» v38 Og Jónatan rópaði aftur aftan á sveinin: «Renn skundisliga, steðga ikki!» Og sveinur Jónatans tók ørvina og bar hana aftur til harra síns. v39 Men sveinurin visti einki um nakað; eina Jónatan og Dávid vistu, hvat hetta hevði at týða. v40 Síðan fekk Jónatan sveini sínum vápn síni og segði við hann: «Ber tey heim til bíggjar.» v41 Men tá ið sveinurin var farin, kom Dávid upp undan heygnum og fell til jarðar fram á ásjón sína og lútaði tríggjar ferðir; og teir myntust hvør við annan og grótu saman, til Dávid tók at stórgráta. v42 Tá mælti Jónatan við Dávid: «Far í friði! Viðvíkjandi tí, sum vit báðir hava svorið hvør øðrum í navni Harrans, skal Harrin vera vitni millum mín og tín, millum mína eftirkomara og tína um ævir.» v43 Síðan helt Dávid leið síni, og Jónatan fór inn aftur í borgina.