Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 21
Dávid í Nób
v1 Dávid kom nú til Nób, til Áhimeleks prests, men Áhimelek fór óttafullur út ímóti Dávidi og segði við hann: «Hví kemur tú einsamallur og eingin maður við tær?» v2 Men Dávid svaraði Áhimeleki presti: «Kongur beyð mær at reka ørindi og segði við meg: «Lat ongan vita nakað um tey ørindi, ið eg havi sent teg við og álagt tær.» Tessvegna havi eg stevnt sveinunum saman á vissum staði. v3 Men hevur tú fimm breyð hjá tær, tá gev mær tey ella okkurt, sum tú hevur fyri hond.» v4 Presturin svaraði Dávidi og mælti: «Óheilagt breyð havi eg einki hjá mær, men heilagt breyð mega tit fáa, um bert sveinarnir hava hildið seg burtur frá konum.» v5 Tá svaraði Dávid prestinum og mælti: «Vissuliga hava vit ikki verið hjá konum í langa tíð, og tá ið eg fór heiman, vóru likam sveinanna heilag, tó at tað var ein óheilag ferð; tess heilagari mega likam teirra vera í dag.» v6 Og presturin gav honum tey heilagu breyðini; tí at har vóru ikki onnur breyð enn sýnisbreyðini, ið tikin verða burtur frá ásjón Harrans, samstundis sum nýbakað verða løgd aftur í teirra stað. v7 Men tann dagin var har ein av tænarum Sáuls innibyrgdur fyri ásjón Harrans, Dóeg nevndur at navni; hann var Edómiti og oddamaður hirða Sáuls. v8 Tá segði Dávid við Áhimelek: «Hevur tú einki spjót ella svørð her hjá tær? Tí at hvørki svørð mítt ella vápn míni fekk eg tikið við mær, av tí at eg mátti bráðan reka ørindi kongs.» v9 Presturin svaraði: «Her er svørð Góliats Filistans, sum tú feldi í Eikidalinum; tað liggur sveipað í klæði fyri aftan akulmyndina; vilt tú hava tað, tá tak tað; tí at her er ikki annað enn tað.» Og Dávid svaraði: «Maki tess er ikki til; fá mær tað.»
Hjá Ákisji kongi í Gát
v10 Tá fór Dávid avstað og flýddi sama dag undan Sáuli og kom til Ákisjar kongs í Gát. v11 Men tænarar Ákisjar søgdu við hann: «Er hetta ikki Dávid, kongur landsins? Var tað ikki um hann, tær kvóðu dansandi: «Sául vá síni túsund, men Dávid vá síni tíggju túsund?» v12 Dávid gav sær far um hesi orð og varð ógvuliga ræddur fyri Ákisji kongi í Gát. v13 Tá lætst hann at vera heilavillur fyri eygum teirra og leikaði óður, tá ið teir vildu halda honum, bardi á hurðar borgarliðsins og læt slevuna renna niður í skeggið. v14 Tá segði Ákisj við tænarar sínar: «Tit síggja jú, at maðurin er heilavillur; hví koma tit til mín við honum? v15 Havi eg ikki nóg mikið av ørvitisknokkum, at tit koma við hesum manni til at leika óður fyri mær? Eigur tílíkur at koma í mítt hús?»