Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 22
Dávid í Ádullam og Móab
v1 Dávid fór nú haðan og komst undan í Ádullam-hellið; og tá ið brøður hansara og alt hús faðirs hansara frættu tað, komu teir hagar oman til hansara. v2 Og allir neyðstaddir menn og allir, sum vóru í skuld, og allir beisklyndir menn tyrptust um hann; og hann var høvdingi teirra; tað vóru okkurt um fýra hundrað mans, ið bundu felag við hann. v3 Haðan fór Dávid til Mizpe í Móab; og hann segði við Móabs kong: «Loyv faðir mínum og móður míni at vera her hjá tær, til eg fái kunnleika um ætlan Guðs við mær.» v4 Síðan læt hann tey vera eftir hjá Móabs kongi; og hjá honum búðu tey alla ta tíð, sum Dávid var í fjallavirkinum. v5 Tá segði Gád profetur við Dávid: «Tú skalt ikki verða verandi í fjallavirkinum, men far tær aftur til Júdalands.» Dávid fór tá haðan og kom til Jáar-Heret.
Sául drepur prestarnar í Nób
v6 Nú frætti Sául, at Dávid og teir menn, ið við honum vóru, vóru aftur í aftur komnir. – Sául sat tá í Gibeu undir támarisktrænum á heygnum við spjóti sínum í hendi; og allir tegnar hansara stóðu kring hann. v7 Tá mælti Sául við tegnar sínar, ið kring hann stóðu: «Hoyrið, tit Benjaminitar! Man sonur Ísai eisini geva tykkum øllum akrar og víngarðar og seta tykkum allar sum høvdingar yvir túsund og høvdingar yvir hundrað, v8 at tit allir hava svorið tykkum saman ímóti mær og eingin sagt mær frá, at sonur mín gekk í stallbrøðralag við son Ísai; og ongum tykkara hevur tókt synd í mær og sagt mær frá, at sonur mín hevur elvt tegni mínum til fíggindskapar móti mær, eins og nú er hent?» v9 Tá tók Dóeg Edómiti, ið stóð har millum tegna Sáuls, til orða og mælti: «Eg sá son Ísai koma til Nób til Áhimeleks Áhitubssonar; v10 og hann leitaði um ráð hjá Harranum fyri hann og gav honum ferðavistir; og svørð Góliats Filista fekk hann honum.»
v11 Tá sendi kongur boð eftir prestinum Áhimeleki Áhitubssyni og øllum frændaliði hansara, prestunum í Nób; og teir komu allir á fund kongs. v12 Og Sául mælti: «Hoyr tú Áhitubssonur!» Hann svaraði: «Her eri eg, harri mín!» v13 Og Sául segði við hann: «Hví hava tit, tú og sonur Ísai, svorið tykkum saman móti mær, so at tú gavst honum breyð og svørð og leitaði um ráð hjá Guði fyri hann til tess at elva honum til fíggindskapar móti mær, eins og nú er hent?» v14 Áhimelek svaraði kongi og mælti: «Hvør er millum allar tænarar tínar trúgvur sum Dávid, mágur kongs, høvdingi fyri verndarliði tínum og háttvirdur í hirð tíni? v15 Er hetta fyrsta ferð, eg havi leitað um ráð hjá Guði fyri hann? Nei, minni enn so! Kongur má ikki saka tegn sín og alt frændalið mítt; tí at tegnur tín visti als einki um alt hetta.» v16 Men kongur mælti: «Tú skalt láta lív, Áhimelek, tú og alt frændalið títt!» v17 Og kongur segði við hirðmenn sínar, ið hjá honum stóðu: «Komið higar og drepið prestar Harrans; tí at eisini teir hava hjálpt Dávidi; tí tó at teir vistu, at hann flýddi, søgdu teir mær kortini ikki frá tí!» Men tegnar kongs vildu ikki leggja hond á prestar Harrans. v18 Tá mælti kongur við Dóeg: «Kom tú higar og drep prestarnar.» Og Dóeg Edómiti gekk fram og hjó til prestarnar og drap á tí degi áttati og fimm mans, ið bóru akul. v19 Og prestabygdina Nób oyddi hann við svørði og jarðlegði bæði menn og kvinnur, børn og bróstabørn, bæði stórdýr, asnar og smalur.
Ebjatar kemur til Dávids
v20 Bert ein av sonum Áhimeleks Áhitubssonar, Ebjatar nevndur at navni, komst undan; hann flýddi og fór upp í lið Dávids. v21 Ebjatar segði nú Dávidi frá, at Sául hevði myrt prestar Harrans. v22 Tá segði Dávid við Ebjatar: «Eg visti tað beinanvegin, at tá ið Dóeg Edómiti var har, mundi hann fara at siga Sáuli frá øllum. Eg eina eri sekur í lívláti frændaliðs tíns. v23 Men ver nú hjá mær og óttast ikki, tí at tann, sum vil týna tær av lívi, vil eisini týna mær av lívi, tí at nú ert tú í míni varðveitslu.»