Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 25
Deyði Sámuels
v1 Tá ið Sámuel var deyður, savnaðist allur Ísrael og syrgdi hann; og teir jarðaðu hann í húsi hansara í Ráma.
Nábal og Ábigáil
Síðan fór Dávid oman í Máonoyðimørk. v2 Men í Máon var maður, ið hevði búgv sítt á Karmel; hann var ógvuliga ríkur og átti trý túsund seyðir og túsund geitir. Um tað leitið var hann á várfjalli á Karmel. v3 Hesin maður æt Nábal og kona hansara Ábigáil; hon var vitug kona og fríð í ásjón; men maðurin var harður og illur í sær. Hann var av Kálebs ætt. v4 Tá ið Dávid úti í oyðimørkini fekk fregn um, at Nábal var á várfjalli, v5 sendi hann tíggju av sveinum sínum avstað og segði við teir: «Farið niðan á Karmel á fund Nábals og berið honum kvøðu mína; v6 og soleiðis skulu tit siga við hann: Heilur og sælur veri tú, og heilt og sælt veri alt, sum tú eigur! v7 Eg havi hoyrt, at tú ert á fjalli í áseyðaroyting. Og seyðamenn tínir hava verið við okkum, og ikki hava vit gjørt teimum nakað mein, og ikki hava teir saknað nakað alla ta tíð, sum teir hava verið á Karmel v8 – spyr tú sveinar tínar, og munnu teir siga tær tað sama – tí vóni eg, at sveinarnir verða væl fagnaðir av tær. Vit koma jú á fagnaðardegi; gev tí trælum tínum og Dávidi, syni tínum, tað, ið er tær fyri hendi.»
v9 Tá ið sveinar Dávids komu á fund Nábals, søgdu teir honum øll hesi orð í navni Dávids og bíðaðu síðan kvirrir. v10 Men Nábal svaraði sveinum Dávids og mælti: «Hvør er Dávid, og hvør er sonur Ísai? Mangir eru trælirnir nú á døgum, ið fara millum mála. v11 Eigi eg at taka breyð mítt og vín mítt og sláturfæ mítt, sum eg havi slátrað fjallmonnum mínum, og geva tað monnum, ið eg ikki kenni so mikið, at eg veit, hvaðan teir eru?» v12 Tá hildu sveinar Dávids ferðini heim aftur og komu og bóru honum øll hesi tíðindi. v13 Men Dávid mælti við menn sínar: «Gyrðið tykkum nú allir svørði!» Og teir gyrdu seg hvør sínum svørði, og eisini Dávid gyrdi seg svørði sínum. Síðan fóru teir niðan við Dávidi á odda, um fýra hundrað mans, meðan tvey hundrað vórðu eftir hjá viðførinum.
v14 Men ein av sveinum Nábals segði Ábigáil, konu hansara, frá hesum og mælti: «Sí, Dávid sendi úr oyðimørkini ørindasveinar við kvøðu til húsbónda okkara; men hann háðaði teir, v15 tó at hesir menn hava roynst okkum góðir í ávikum og ikki sýnt okkum nakrar ósømdir; og einki vit saknaðu alla ta tíð, vit vóru í námindu teirra, meðan vit fjakkaðu um hagarnar. v16 Ein verndargarður hava teir verið okkum bæði um nætur og dagar alla ta tíð, vit goymdu at smalum í námindu teirra. v17 Nú mást tú vera skilagóð og hyggja væl eftir, hvat tú eigur at gera; tí at nú er húsbónda okkara og øllum húsi hansara ógæva búgvin; men hann er tílíkt bølmenni, sum ikki talast við.»
v18 Ábigáil tók tá skundisliga tvey hundrað breyð og tveir bjølgar við víni, fimm tilgjørdar seyðir og fimm seur av svidnum korni, eitt hundrað vínberjakøkur og tvey hundrað fikukøkur og legði tað á asnarnar. v19 Og hon mælti við sveinar sínar: «Farið undan mær, eg komi aftan á tykkum.» Men Nábali, manni sínum, segði hon einki um hetta. v20 Og sum hon nú á asna sínum reið oman líðina í lívd av fjallinum, komu Dávid og menn hansara oman ímóti henni, so at hon kom beint á teir. v21 Men Dávid hevði sagt: «Til einkis havi eg varðveitt alt tað, sum hasin maðurin átti í oyðimørkini, so at einki av øllum hansara fórst; men hann hevur lønt mær tað góða við illum. v22 Guð lati Dávid gjalda tess bæði nú og framvegis, um eg av øllum tí, sum hann eigur, lati nakað livandi mannkyn verða eftir, tá ið roðar fyri sól!»
v23 Tá ið Ábigáil bar eyga við Dávid, fór hon skundisliga niður av asnanum, fell fram eftir grúgvu fyri Dávidi og neig til jarðar; v24 og hon fell honum til kníggja og mælti: «Harri mín, á mær eina hvílir søkin; men loyv mær, trælkonu tíni, at tala til tín og lýð á orð trælkonu tínar! v25 Harri mín má ikki leggja lag í hatta bølmennið Nábal; tí at av rættum ber hann navn sítt: Nábal eitur hann, og dári er hann; men eg, trælkona tín, sá ikki sveinarnar, ið tú, harri mín, sendi higar. v26 Og nú, harri mín, so satt sum Harrin livir, og so satt sum tú livir, ið Harrin hevur aftrað frá at hella út blóð og sjálvur hevna tín, so satt munnu farast eins og Nábal allir fíggindar tínir og allir, ið eru vándir í ráðum móti harra mínum. v27 Men fá nú sveinunum, ið við tær eru, hesa vinargávu, ið trælkona tín er komin við til harra sín. v28 Og fyrigev nú trælkonu tíni hesa misgerð; tí at Harrin man vissuliga reisa harra mínum hús, ið ikki skal vikast, av tí at harri mín gongur undan í bardøgum Harrans, og ilskuráð ikki hava verið funnin í tær alla ævi tína. v29 Og reisir onkur seg til tess at søkja at tær og taka teg av lívi, gævi at lív harra míns tá má vera bundið upp í bundi hinna livandi hjá Harranum, Guði tínum; men lív fígginda tína sleingi hann burtur við sleingibandinum. v30 Og tá ið Harrin eina ferð fær veitt tær alt tað góða, ið hann hevur heitt tær, og hevur skipað teg til høvdinga yvir Ísrael, v31 tá verður hetta tær ikki til iðranar og harra mínum til samvitskuófriðar, at hann fyri onga søk helti út blóð, og sjálvur hevndi sín. Og tá ið Harrin ger væl móti tær, tá minst tú trælkonu tína.»
v32 Tá mælti Dávid við Ábigáil: «Signaður veri Harrin, Guð Ísraels, v33 og signað veri hyggja tín, og signað veri tú sjálv, sum henda dag hevur aftrað meg frá at úthella blóð og sjálvur hevna mín. v34 Men so satt sum Harrin, Guð Ísraels, livir, ið hevur aftrað meg frá at gera tær ilt: Vart tú ikki komin so skjótt á fund mín, skuldi fyri sólarris ikki mannkyn verið eftir hjá Nábali!» v35 Dávid tók nú við tí, sum hon hevði við til hansara og mælti við hana: «Far nú heim aftur í friði; eg havi lýtt á teg og veiti tær bøn tína.»
v36 Tá ið Ábigáil kom heim aftur til Nábals, tá helt hann veitslu í húsi sínum, eins og var tað kongaveitsla; og hann var kátur og væl hýrdur og illa drukkin; tessvegna segði hon honum ongum frá, fyrr enn í lýsingini morgunin eftir. v37 Og um morgunin, tá ið runnið var av Nábali, segði kona hansara honum øll hesi tíðindi; tá doyði hjartað í brósti hansara, og hann varð sum steinurin. v38 Og okkurt um tíggju dagar seinni sló Harrin Nábal, so at hann doyði. v39 Tá ið Dávid frætti, at Nábal var deyður, mælti hann: «Lovaður veri Harrin, ið hevur hevnt misbjóðing mína aftur á Nábal og aftrað hevur tænara sín frá illum! Ilsku Nábals hevur Harrin latið koma yvir hann sjálvan.» Síðan sendi Dávid bønarorð til Ábigáilar um at fáa hana til konu. v40 Og tá ið tænarar Dávids komu til Ábigáilar í Karmel, mæltu teir hesum orðum við hana: «Dávid hevur sent okkum til tín at bera upp bønarorð.» v41 Tá reis hon og neig til jarðar og mælti: «Trælkona tín er albúgvin at gerast tænastukona tín til tess at tváa føturnar á tænara harra míns.» v42 Og Ábigáil brá sær skundisliga á asnabak og fylgismoyggjar hennara fimm, ið við henni skuldu fara; og hon fór avstað við ørindasveinum Dávids og varð kona hansara.
Konur Dávids
v43 Dávid hevði eisini fingið sær Áhinoam úr Jizreel til konu, og soleiðis vórðu tær báðar konur hansara. v44 Men Mikal, dóttur sína – konu Dávids – hevði Sául givið Palti Lájisjsyni úr Gallim.