Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 26
Dávid ger alsamt væl við Sául
v1 Tá komu menn úr Zif til Sáuls í Gibeu og mæltu: «Man ikki Dávid krógva seg í Gibeat-Hákila eystantil á reyninum?» v2 Sául búðist at fara oman í Zif oyðimørk, og við honum vóru trý túsund mans av valaliði úr Ísrael til tess at royna eftir Dávidi í Zif oyðimørk. v3 Sául setti herbúðir sínar í Gibeat-Hákila, ið er við vegin eystantil á reyninum. Men Dávid hølaðist í oyðimørkini. Og tá ið hann frætti, at Sául var komin í oyðimørkina til tess at elta seg, v4 sendi Dávid njósnarar og fekk at vita, at Sául var komin til Nákon. v5 Tá fór Dávid á føtur og kom at tí staði, har Sául hevði sett herbúðir sínar; og tá ið Dávid bar eyga við staðin, har Sául og Ábner Nersson, herhøvdingi hansara, lógu, og sá, at Sául lá í vagnborgini, meðan herliðið lá í tjøldum kring um hann, v6 tá mælti hann við Áhimelek Hetita og við Ábisjaj Zerujuson, bróður Jóabs, og segði: «Hvør vil fara við mær oman í herbúðir Sáuls?» Ábisjaj svaraði: «Eg vil fara við tær.» v7 Og tá ið Dávid og Ábisjaj á nátt komu at herliðinum, tá lá Sául í fasta svøvni í vagnborgini, og spjót hansara stóð rent niður í vøllin við høvdalag hansara; men Ábner og hermenninir lógu kring um hann. v8 Tá mælti Ábisjaj við Dávid: «Í dag hevur Harrin givið fígginda tín upp í hendur tínar; loyv mær nú at negla hann fastan í jørðina við spjóti hansara, so at mær ikki tørvar at gera tað tvær ferðir!» v9 Men Dávid svaraði Ábisjaj: «Einki ilt skalt tú gera honum; tí at hvør leggur hond á salvaða Harrans og sleppur undan óskalaður?» v10 Og Dávid mælti framvegis: «So satt sum Harrin livir, man annaðhvørt Harrin sjálvur raka hann, ella hann doyr á vanligan hátt, ella hann fær bana sín í bardaga. v11 Harrin lati tað vera mær fjart at leggja hond á salvaða Harrans. Men tak tú nú spjótið, ið stendur við høvdalag hansara, og vatnkeraldið, og latum okkum fara.» v12 Og Dávid tók spjótið og vatnkeraldið frá høvdalagi Sáuls, og fóru teir síðan leið sína; men eingin sá tað ella gav sær far um tað, og eingin vaknaði; so fast svóvu teir allir, av tí at tungur svøvnur frá Harranum var komin á teir.
v13 Síðan fór Dávid yvirum og upp á ein fjallatind, so at langt var ímillum teirra. v14 Og Dávid rópaði á herliðið og á Ábner Nersson og mælti: «Svarar tú ikki, Ábner?» Tá svaraði Ábner: «Hvør ert tú, ið rópar á kong?» v15 Men Dávid svaraði Ábneri: «Ert tú ikki kallmaður, og hvør er líki tín í Ísrael? Hví vakir tú ikki yvir kongi, harra tínum? Tí at maður úr herliðinum kom og ætlaði at týna kongi, harra tínum, av lívi. v16 Her hevur tú farið illa at! So satt sum Harrin livir, eru tit deyðan verdir, av tí at tit ikki hava vakt yvir harra tykkara, hinum salvaða Harrans. Síggj nú spjót kongsins og vatnkeraldið, ið stóð við høvdalag hansara!» v17 Tá kendi Sául málið í Dávidi og mælti: «Er hetta ikki rødd tín, Dávid, sonur mín?» Og Dávid svaraði: «Jú, hetta er rødd mín, kongur, harri mín!» v18 Og hann segði uppaftur: «Hví søkir harri mín at tænara sínum? Hvat havi eg gjørt, og hvat ilt er mær í huga? v19 Gævi at kongur, harri mín, nú vil lýða á orð tænara síns! Hevur Harrin eggjað teg upp ímóti mær, tá lat hann fáa angan av offurroyki; men eru tað menn, tá veri teir bølbidnir fyri Harranum; av tí at teir hava rikið meg burtur frá arvaluti Harrans og sagt við meg: Far og tæn øðrum gudum! v20 Lat nú ikki blóð mítt renna á jørð fjart frá ásjón Harrans; tí at Ísraels kongur er farin út at royna eftir lívi mínum, eins og ørnin eltir akurhønu um heiðarnar.» v21 Tá mælti Sául: «Eg havi syndað! Kom aftur, Dávid, sonur mín! Eg skal ongantíð aftur gera tær nakað mein, tær, í hvørs eygum lív mítt hevur verið dýrmett í dag! Eg havi verið ein dári og eri farin langt av leið!» v22 Tá svaraði Dávid og mælti: «Sí, her er spjót kongs; kom nú ein av sveinunum higar eftir tí. v23 Men Harrin skal løna hvørjum manni rættvísi hansara og trúfesti; tí, tó at Harrin hevði givið teg upp í hendur mínar í dag, legði eg tó ikki hond á salvaða Harrans. v24 Sí, eins og lív títt var dýrmett í mínum eygum – gævi at lív mítt á sama hátt má vera dýrmett í eygum Harrans, so at hann bjargar mær úr øllum vanda!» v25 Tá mælti Sául við Dávid: «Signaður veri tú, Dávid, sonur mín, tú, sum í øllum verkum ert happadrúgvur!» Síðan fór Dávid leið sína, meðan Sául snúðist heim aftur til sín sjálvs.