Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 28
Dávid í heri Filista
v1 Um tað leitið savnaðu Filistar aftur her sín til bardaga móti Ísrael. Og Ákisj mælti við Dávid: «Vita skalt tú, at bæði tú og menn tínir verða at fara við mær í hernaðin.» v2 Dávid svaraði Ákisji: «Tá skalt tú fáa at síggja, hvat tænari tín kann útinna!» Og Ákisj mælti við Dávid: «Ja, ja! So seti eg teg at gæta lívi mínum alla ævi!»
Sául hjá spákonuni í En-Dór
v3 Sámuel var tá deyður, og allur Ísrael hevði syrgt hann og jarðað hann í Ráma, heimbygd hansara. Men Sául hevði rikið av landinum allar, ið fingust við at mana og ganda.
v4 Tá ið nú Filistar høvdu savnast saman, komu teir og settu herbúðir sínar í Sjúnem. Og Sául savnaði allan Ísrael og setti herbúðir sínar í Gilboa. v5 Men tá ið Sául sá herlið Filista, ræddist hann, og dirvi tók at bila honum. v6 Sául royndi nú at leita ráð við Harran; men Harrin svaraði honum ikki, hvørki við dreymum, lutakasti ella við profetum. v7 Tá mælti Sául við tænarar sínar: «Finnið mær konu, ið dugir at mana, so skal eg fara til hennara at spyrja hana.» Tænarar hansara svaraðu honum: «Í En-Dór er kona, ið dugir at mana.»
v8 Tá gjørdi Sául seg torkendan, læt seg í onnur klæði og fór so avstað við tveimum monnum; og tá ið teir á náttartíð komu til konuna, mælti hann: «Ganda nú og mana tann fram, ið eg nevni tær.» v9 Men konan svaraði honum: «Tú veitst, hvat ið Sául hevur gjørt, hvussu hann hevur beint fyri øllum manarum og gandakøllum; hví vilt tú tó leggja hjálma fyri meg til tess at fáa meg av lívi?» v10 Tá svór Sául henni dýran við Harran og mælti: «So satt sum Harrin livir, skal eingin søk koma yvir teg fyri hetta!» v11 Tá mælti konan: «Hvønn skal eg mana tær upp?» Sául svaraði: «Sámuel skalt tú mana mær upp.» v12 Tá hugdi konan gjøllari at Sáuli, skar í róp og mælti: «Hví hevur tú svikið meg! Tú ert jú Sául.» v13 Men kongur segði við hana: «Óttast ikki, men hvat sært tú?» Konan svaraði Sáuli: «Eg síggi dreyg koma upp úr jørðini.» v14 Og hann spurdi hana: «Hvussu er útsjónd hansara?» Og hon svaraði: «Gamal maður kemur upp, og hann er sveipaður í skikkju.» Tá skilti Sául, at tað var Sámuel; og hann lútaði og neig til jarðar fyri honum.
v15 Men Sámuel mælti við Sául: «Hví gert tú mær ónáðir og manar meg upp?» Sául svaraði: «Eg eri staddur í miklari trongd, tí at Filistar herja á meg, og Guð er vikin frá mær og svarar mær ikki meira hvørki við profetum ella í dreymum! Tí havi eg kallað á teg, til tess at tú sigur mær, hvat ið eg skal gera.» v16 Tá svaraði Sámuel: «Hví spyrt tú meg, tá Harrin er frá tær vikin og er vorðin fíggindi tín? v17 Harrin hevur jú gjørt ímóti tær, eins og hann beyð mær at kunngera. Harrin hevur tikið frá tær kongsvaldið og givið Dávidi tað, mótmanni tínum. v18 Av tí at tú ikki lýddi rødd Harrans og ikki lætst bræði hans brenna móti Ámaleki, tessvegna hevur Harrin gjørt hetta móti tær í dag. v19 Harrin gevur teg og Ísrael upp í hendur Filista; í morgin skulu bæði tú og synir tínir falla; eisini Ísraels her gevur Harrin upp í hendur Filista.» v20 Tá kom ótti á Sául, og hann fell endilangur til jarðar, ræddur av orðum Sámuels; eisini var hann ørmaktaður, av tí at hann hevði ikki leskað mat allan dagin og alla náttina.
v21 Konan kom nú yvir at Sáuli, og tá ið hon sá, hvussu óttafullur hann var, segði hon við hann: «Sí, trælkona tín lýddi rødd tíni; eg vágaði lívið fyri at gera tað, sum tú beyðst mær. v22 So lýð nú eisini tú rødd trælkonu tínar, et eitt sindur av tí mati, sum eg nú skal tilreiða tær, til tess at tú mást megnast til ferðar.» v23 Men hann barst undan og mælti: «Eg vil ikki eta!» Men tá ið bæði menn hansara og konan strongdu á hann, eftirlíkaði hann teimum, reis upp av jørðini og settist upp undir seg á legu síni. v24 Konan átti gøðingarkálv í húsinum; hann slátraði hon í bræði og tók mjøl og knoðaði og bakaði ósúrgað breyð. v25 Síðan bar hon tað fyri Sául og menn hansara; og tá ið teir høvdu etið, fóru teir á føtur og hildu somu nátt avstað.