Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 29
Dávid koyrdur úr heri Filista
v1 Filistar drógu nú saman alt lið sítt í Áfek, meðan Ísraelsmenn settu herbúðir sínar við kelduna í Jizreel. v2 Høvdingar Filista gingu nú fram í hundraðflokkum og túsundflokkum; men Dávid og menn hansara komu síðstir saman við Ákisji. v3 Tá mæltu høvdingar Filista: «Hví eru hesir Hebrear við?» Ákisj svaraði: «Hetta er jú Dávid, hirðmaður Sáuls, Ísraelskongs; úti við tvey ár hevur hann verið hjá mær, og eg havi einki ilt havt at bera honum frá teirri stund, hann gjørdist mín maður, og alt fram at hesum degi.» v4 Men høvdingar Filista reiddust á hann og mæltu: «Lat henda mannin venda aftur; fari hann aftur á tann stað, ið tú gavst honum til bústaðar; ikki skal hann koma í bardagan við okkum, so at hann ikki í sjálvari orrustuni snýr sær móti okkum sum fíggindi! Við hvørjum kann hann betur vinna aftur tokka harra síns enn við høvdunum av hesum monnum? v5 Er hetta ikki hin sami Dávid, ið kvøðið var um í dansinum: Sául síni túsund vá, Dávid síni tíggju túsund?» v6 Tá sendi Ákisj boð eftir Dávidi og mælti við hann: «So satt sum Harrin livir, ert tú rættlátur, og mær hugar væl, at tú gongur út og inn við mær um herbúðirnar; tí at einki ilt havi eg havt at bera tær frá teirri stund, tú komst til mín, og alt fram at hesum degi; men høvdingunum dámar teg ikki. v7 Far tí heim aftur í friði, so at tú ikki fert at gera nakað, ið mislíkar høvdingum Filista.» v8 Tá svaraði Dávid Ákisji: «Hvat havi eg gjørt, og hvat ilt hevur tú at bera mær frá teirri stund, eg gjørdist tín maður, og alt fram at hesum degi, at eg ikki má koma við í bardagan móti fíggindum harra míns, kongsins?» v9 Ákisj svaraði Dávidi og mælti: «Tú veitst, at tú ert mær kærur eins og ein eingil Guðs; men høvdingar Filista siga: Hann má ikki koma við í bardagan! v10 Búgvist nú snimma á morgni til ferðar, tú og menn harra tíns, ið við tær eru komnir higar, og farið aftur hagar, ið eg gav tykkum bústað; men hugsa einki ilt um meg; tí at tú ert mær væl toknaður. Í morgin, tá ið tekur at lýsa fyri degi, skulu tit fara leið tykkara.» v11 Morgunin eftir snimma búðust Dávid og menn hansara til ferðar heim aftur í Filistaland; men Filistar fóru niðan í Jizreel.