Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 3
Harrin birtist Sámueli
v1 Og hin ungi Sámuel hevði nú tænastu fyri Harranum undir umsjón Eli. Men orð Harrans var forkunnugt á teimum døgum og sjónir ikki tíðar. v2 Tá bar so á ein dagin, meðan Eli lá á sínum vanliga staði – men eygu hansara vóru farin at daprast, so at hann sá ikki. v3 Og tað var enn ikki sloknað á Guðs lampu; og Sámuel lá í templi Harrans, har sum Guðs ørk var, – v4 at Harrin kallaði: «Sámuel, Sámuel!» Og hann svaraði: «Ja, her eri eg.» v5 Og hann rann til Eli og segði: «Sí, her eri eg, av tí at tú kallaði á meg.» Men hann svaraði: «Eg havi ikki kallað á teg; far aftur og legg teg.» Og hann fór og legði seg. v6 Og Harrin kallaði uppaftur: «Sámuel, Sámuel!» Og hann fór upp og gekk til Eli og segði: «Sí, her eri eg, av tí at tú kallaði á meg.» Men hann svaraði honum: «Eg havi ikki kallað á teg, sonur mín, far aftur og legg teg.» v7 Men enn kendi Sámuel ikki Harran, og honum var ikki enn orð Harrans birt. v8 Tá kallaði Harrin uppaftur á Sámuel á triðja sinni. Og hann fór upp og gekk til Eli og segði: «Sí, her eri eg, av tí at tú kallaði á meg.» Men tá skilti Eli, at tað var Harrin, ið hevði kallað á sveinin. v9 Tí segði Eli við Sámuel: «Far og legg teg aftur, og verður aftur kallað á teg, tá svara: Tala Harri, tí at tænari tín hoyrir.» Og Sámuel fór aftur á stað sín at leggja seg. v10 Tá kom Harrin og steig fram og kallaði eins og tær fyrru ferðirnar: «Sámuel, Sámuel!» Og Sámuel svaraði: «Tala, tí at tænari tín hoyrir.» v11 Tá mælti Harrin við Sámuel: «Tílíkt verk man eg gera í Ísrael, at tað skal syngja fyri báðum oyrum á øllum teimum, ið tað hoyra. v12 Á tí degi lati eg koma yvir Eli alt tað, ið eg havi talað um hús hansara – frá byrjan at enda. v13 Og tú skalt kunngera honum, at eg skal døma hús hansara um ævir, av tí at hann visti, at synir hansara bóðu ilt yvir Guð, og hevði kortini ikki at teimum. v14 Tessvegna havi eg svorið viðvíkjandi húsi Eli: Sanniliga skal um ævir misgerð hús Eli ikki verða bøtt við sláturofri ella grónofrum.» v15 Sámuel varð nú liggjandi kvirrur, og um morgunin fór hann tíðliga upp og læt upp hurðarnar á húsi Harrans, men tordi ikki at siga Eli frá sjónini. v16 Og Eli kallaði á Sámuel og segði: «Sámuel, sonur mín!» Og hann svaraði: «Ja, her eri eg.» v17 Og hann segði: «Hvat var tað, hann talaði við teg um? Loyn mær einki! Harrin man gjalda tær bæði nú og framvegis, um tú loynir mær nakað av øllum tí, sum hann talaði við teg um!» v18 Og Sámuel segði honum alt samalt og loyndi honum einki. Tá segði hann: «Hann er Harrin; geri hann tað, sum honum líkar!»
Sámuel sum profetur
v19 Og Sámuel kom til mans, og Harrin var við honum og læt einki av øllum orðum sínum falla til jarðar. v20 Og allur Ísrael frá Dán til Beersjebu skilti, at Sámuel var skilaður til at vera profetur Harrans. v21 Og Harrin helt áfram at birtast í Silo; tí at Harrin opinberaðist fyri Sámueli í Silo.