Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 5
Ørkin í hondum Filista
v1 Men Filistar høvdu tikið Guðs ørk og flutt hana frá Ebenezer til Ásdod. v2 Og Filistar tóku Guðs ørk og fluttu hana inn í hús Dágons og settu hana undir liðina á Dágoni. v3 Og Ásdodsverjar fóru snimma upp morgunin eftir; men, sí, tá lá Dágon fram eftir rommum á gólvinum framman fyri ørk Harrans; teir tóku tá Dágon og settu hann aftur á stað sín. v4 Og teir fóru upp árla næsta morgun, men, sí, tá lá Dágon aftur á gólvinum fram eftir rommum framman fyri ørk Harrans; og høvur Dágons og báðar hendur hansara lógu avbrotnar á gáttini; einans bulur hansara var eftir. v5 Tí er tað, at prestar Dágons og allir, ið ganga inn í hús Dágons, enn í dag ikki stíga á gátt Dágons í Ásdod.
v6 Og hond Harrans lá tung á Ásdodsverjum, hann nívdi teir og sló teir við svullum bæði í Ásdod og bygdunum har um leið. v7 Og tá ið Ásdodsmenn sóu, hvussu vorðið var, søgdu teir: «Ikki má ørk Ísraels Guðs vera hjá okkum; tí at hond hansara liggur hørð á okkum og á Dágoni, gudi okkara.» v8 Tá sendu teir boð og lótu savna til sín allar høvdingar Filista og søgdu: «Hvat eiga vit at gera við ørk Ísraels Guðs?» Og teir svaraðu: «Flyta skal ørk Ísraels Guðs til Gát!» Og teir fluttu ørk Ísraels Guðs hagar. v9 Men tá ið teir høvdu flutt hana hagar, loypti hond Harrans mikla ræðslu á bygdina, og hann sló bygdarmenninar, so svullir brutu út bæði á stórum og smáum. v10 Tá sendu teir Guðs ørk til Ekron. Men tá ið Guðs ørk var komin til Ekron, tóku Ekronverjar at rópa hátt og søgdu: «Teir hava flutt ørk Ísraels Guðs til okkara til tess at deyða okkum og tjóð okkara.» v11 Tá sendu teir út boð og lótu savna til sín allar høvdingar Filista og søgdu: «Sendið ørk Ísraels Guðs burtur, so at hon kemur á stað sín og ikki deyðar okkum og tjóð okkara.» Tí at deyðans angist var komin á alla bygdina, og hond Guðs nívdi hana tungliga. v12 Men teir menn, ið ikki doyðu, vórðu slignir við svullasótt, so at neyðarrópið úr bygdini steig upp til himna.