Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 6
Ørkin heim aftur send
v1 Og ørk Harrans var hjá Filistum sjey mánaðir. v2 Og Filistar stevndu saman prestum og fjølkunnugum og søgdu: «Hvat eiga vit at gera við ørk Harrans? Sigið okkum, hvussu vit eiga at flyta hana heim aftur á stað sín.» v3 Og teir søgdu: «Ætla tit at senda ørk Ísraels Guðs aftur, so sendið hana ikki tóma aftur; veitið henni heldur sektaroffur. Tá munnu tit verða grøddir og skilja, hví hond hansara ikki veik frá tykkum.» v4 «Hvat sektaroffur eiga vit at veita henni?» Og teir svaraðu: «Fimm kýli úr gulli og fimm mýs úr gulli eins og talið á høvdingum Filista, tí at sama plága nívir tykkum og høvdingar tykkara. v5 Og gerið myndir av kýlum tykkara og myndir av músum tykkara, ið oytt hava landið; og gevið Ísraels Guði dýrdina; kanska lættir hann tá hendi síni av tykkum og gudi tykkara og landi tykkara. v6 Hví vilja tit herða hjørtu tykkara, eins og Egyptar og Fárao herdu hjørtu síni! Var ikki so, at tá ið hann hevði plágað teir illa, tá noyddust teir at sleppa teimum, so teir fóru heim? v7 Farið nú og gerið nýggjan vagn og takið tvær kýr, ið kálvar ganga undir, og ok ongantíð hevur verið á, og setið tær fyri vagnin; men rekið kálvar teirra heim aftur. v8 Takið síðan ørk Harrans og setið hana á vagnin; og gullgripir teir, ið tit veita henni sum sektaroffur, skulu tit leggja í kistil við lið hennara og latið hana so halda leið sína. v9 Og hyggið eftir, um hon tekur leiðina heim til Bet-Sjemesj, tí at tá er tað hann, ið hevur elvt okkum hesa miklu ógævu; men fer hon ikki ta leiðina, so vita vit, at tað ikki er hond hansara, ið hevur nívt okkum, men nakað, sum hevur borist okkum á av tilvild.»
v10 Menninir so gjørdu; teir tóku tvær kýr, ið kálvar gingu undir, og settu tær fyri vagnin, men kálvar teirra byrgdu teir í fjósinum. v11 Síðan settu teir ørk Harrans upp á vagnin og eisini kistilin við gullmúsunum og kýlamyndunum. v12 Men kýrnar hildu beina leið til Bet-Sjemesj; uttan steðg gingu tær beljandi eftir breytini og viku hvørki til høgru ella vinstru; og høvdingar Filista gingu aftan á tær alt at landamarkinum í Bet-Sjemesj. v13 Men Bet-Sjemesjverjar vóru og skóru hveiti í dalinum, og tá teir hugdu upp og sóu ørkina, gleddust teir um at síggja hana aftur. v14 Og vagnurin kom inn á bøin hjá Jehósjua Bet-Sjemesjverja og steðgaði har; men har var stórur steinur, og teir kluvu sundur viðin, ið vagnurin var gjørdur úr, og ofraðu Harranum kýrnar sum brennioffur. v15 Og Levisynir tóku ørk Harrans niður og kistilin við lið hennara, sum gullgripirnir vóru í, og settu hana á hin stóra steinin; og Bet-Sjemesjbúgvar ofraðu Harranum á tí degi brennioffur og slátraðu sláturoffur. v16 Tá ið hinir fimm høvdingar Filistanna høvdu sæð hetta, vendu teir sama dag aftur til Ekron.
v17 Og hesi eru tey gullkýli, ið Filistar greiddu Harranum í sektarofri: eitt fyri Ásdod, eitt fyri Gaza, eitt fyri Askalon, eitt fyri Gát og eitt fyri Ekron. v18 Og gullmýsnar samsvaraðu talinum á øllum borgum teimum, ið hinir fimm høvdingar Filista áttu, bæði hinum víggirdu borgunum og bygdunum. Hin stóri steinurin, sum teir settu ørkina á í bønum hjá Jehósjua í Bet-Sjemesj, er enn í dag váttur um hetta. v19 Men ættargrein Jekonja hevði ikki tikið lut í gleðini yvir at síggja ørk Harrans aftur; tessvegna drap hann teirra millum sjeyti mans. Og fólkið syrgdi, av tí at Harrin hevði elvt so mikið mannfall teirra millum. v20 Tá søgdu Bet-Sjemesjbúgvar: «Hvør kann standast fyri Harranum, hesum heilaga Guði? Og til hvørs man hann fara frá okkum?» v21 Og teir sendu hesi boð til teirra, sum búðu í Kirjat-Jearim: «Filistar hava borið ørk Harrans aftur; komið nú oman og flytið hana niðan til tykkara.» (7,1) Tá komu menninir í Kirjat-Jearim og fluttu ørk Harrans niðan og settu hana inn í húsið hjá Ábinadabi á heygnum; og teir vígdu son hansara Eleazar til at varðveita ørk Harrans.