Orðafrágreiðingar
|
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 7
Ísraelsmenn venda við
v2
Frá tí degi, ørkin var komin til Kirjat-Jearim, leið long tíð – samfeld tjúgu ár liðu – tá tók alt Ísraels hús aftur at stunda á Harran.
v3
Og Sámuel segði við alt Ísraels hús: «Um tit av øllum hjarta vilja venda tykkum til Harrans, tá rekið burtur hinar fremmandu gudar tykkara og Ástarturnar og snúgvið hugi tykkara til Harrans og tænið honum eina – tá man hann bjarga tykkum úr hondum Filista.»
v4
Tá beindu Ísraelsmenn fyri Báalum og Ástartum og tæntu Guði eina.
v5
Tá segði Sámuel: «Stevnið øllum Ísrael saman í Mizpa, so skal eg biðja til Harrans fyri tykkum.»
v6
Og teir komu saman í Mizpa og drógu vatn og útheltu tað fyri ásjón Harrans og fastaðu tann dagin og søgdu: «Vit hava syndað móti Harranum.» Og Sámuel dømdi Ísraelsmenn í Mizpa.
Ísraelsmenn vinna sigur á Filistum
v7
Men tá ið Filistar hoyrdu, at Ísraelsmenn høvdu savnast saman í Mizpa, fóru høvdingar Filista móti Ísrael. Og tá ið Ísraelsmenn frættu tað, vórðu teir ræddir fyri Filistum.
v8
Og teir søgdu við Sámuel: «Lætt ikki av at biðja fyri okkum til Harrans, Guðs várs, at hann má bjarga okkum úr hondum Filista.»
v9
Tá tók Sámuel smálomb og ofraði Harranum tað alt sum brennioffur; og Sámuel rópaði til Harrans fyri Ísrael, og Harrin bønhoyrdi hann;
v10
tí at meðan Sámuel ofraði brenniofrið, og Filistar nærkaðust til bardaga móti Ísrael, læt Harrin glymja øgiligan toruslátt yvir Filistum, so at teir spjaddust og fingu ósigur av Ísrael.
v11
Og Ísraelsmenn fóru út úr Mizpa og eltu Filistar og bardu teir allan vegin alt at Bet-Kar.
v12
Tá tók Sámuel stein og reisti hann millum Mizpa og Jesjana og kallaði hann Ebenezer og segði: «Higartil hevur Harrin hjálpt okkum.»
v13
Soleiðis vórðu Filistar kúgaðir og herjaðu ikki aftur á Ísraels land; men hond Harrans lá tung á Filistum alla ævi Sámuels.
v14
Og bygdir tær, ið Filistar høvdu tikið frá Ísrael, komu aftur undir Ísrael, frá Ekron alt at Gát; eisini landið uttan um har tók Ísrael aftur av Filistum; og friður var millum Ísraels og Ámorita.
Sámuel sum dómari
|