Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 8
Synir Sámuels
v1 Men tá ið Sámuel var vorðin gamal, setti hann synir sínar sum dómarar yvir Ísrael. v2 Frumgitni sonur hansara æt Jóel, og annar sonur hansara Ábia; teir dømdu í Beersjebu. v3 Men synir hansara stigu ikki í fótaspor hansara; teir høvdu lyndi til at fremja egið gagn og taka við mutri, og teir gjørdu mismun í rættinum.
Ísraelsmenn krevja kong
v4 Tá savnaðust saman allir Ísraels elstu og fóru á fund Sámuels í Ráma v5 og søgdu við hann: «Sí, tú ert vorðin gamal, og synir tínir stíga ikki í fótaspor tíni; set tí kong yvir okkum til at døma okkum, eins og allar aðrar tjóðir hava.» v6 Men tað dámdi ikki Sámueli, at teir søgdu: «Gev okkum kong til at døma okkum.» Og Sámuel fór at biðja til Harrans. v7 Tá segði Harrin við Sámuel: «Laga teg eftir fólkinum í øllum, sum teir biðja teg um, tí at ikki tær hava teir havnað; men mær hava teir havnað, so at eg má ikki vera kongur teirra. v8 Og soleiðis hava teir gjørt frá tí degi, eg leiddi teir út úr Egyptalandi og fram at hesum degi; teir hava givið meg yvir og tæna øðrum gudum; á sama hátt bera teir seg nú at ímóti tær. v9 Men laga teg nú eftir teimum; tó skalt tú leggja teimum eina við og kunngera teimum rættindi kongsins, ið ráða skal yvir teimum.»
v10 Og Sámuel flutti fólkinum, ið bað hann um kong, øll orð Harrans v11 og mælti: «Hetta munnu vera rættindi kongsins, ið yvir tykkum skal ráða: Synir tykkara man hann taka og seta teir við vagn sín og ross síni, og teir munnu renna fyri framman vagni hansara, v12 og skila teimum til at verða høvdingar yvir túsund og høvdingar yvir fimti og seta teir til at pløga akurlendi sítt og til at bera inn undir lonir og til at smíða hernaðaramboð og aktól. v13 Og hann man seta døtur tykkara at búgva til salvur og til at kóka og baka. v14 Og bø tykkara og víngarðar tykkara og tey bestu oljutrø tykkara man hann taka og geva tænarum sínum. v15 Av sáðjørð og víngørðum tykkara man hann taka tíggjund og geva hirðmonnum og tænarum sínum. v16 Trælir og trælkonur tykkara og tey bestu neytini og asnar tykkara man hann taka og nýta í vinnu síni. v17 Av smalum tykkara man hann taka tíggjund, og sjálvir verða tit trælir hansara. v18 Tá munnu tit fara at rópa um hjálp undan kongi tykkara, ið tit sjálvir hava kosið tykkum; men tá man Harrin ikki svara tykkum.»
v19 Men fólkið vildi ikki lýða Sámuel, men segði: «Nei, kongur skal vera yvir okkum; v20 tí vit vilja vera eins og allar aðrar tjóðir; og kongur okkara skal døma okkum og vera oddamaður okkara og ganga undan í bardaga.» v21 Sámuel lýddi á orð fólksins og segði Harranum frá teim. v22 Men Harrin segði við Sámuel: «Laga teg eftir teimum og set kong at ráða yvir teimum.» Tá segði Sámuel við Ísraelsmenn: «Farið tit heim hvør í heimbygd sína.»