Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 9
Sául kemur til Sámuels
v1 Í Benjamin var maður, Kisj nevndur at navni; hann var sonur Ábiels Zerorssonar Bekoratssonar Áfiahsonar, sonur einhvørs Benjaminita, eyðugur maður. v2 Hann átti son, ið nevndist Sául, frægan og fríðan; eingin maður í Ísrael var fríðari enn hann; og hann bar høvur yvir allar. v3 Nú vóru einaferð nakrar øsnur hjá Kisj, faðir Sáuls, horvnar. Tá segði Kisj við Sául, son sín: «Tak ein av sveinunum við tær og far og leita eftir øsnunum.» v4 Og teir fóru um Efraimsfjøll og Sjálisjaland, men funnu tær ikki; so fóru teir um Sjáalimsland; men tær vóru heldur ikki har. Síðan fóru teir um Benjaminsland, men funnu tær ikki. v5 Tá ið teir vóru komnir í Zufsland, segði Sául við sveinin, ið við honum var: «Kom, latum okkum fara heim aftur, so at ikki faðir mín í staðin fyri at hugsa um øsnurnar fer at óttast um okkum.» v6 Men hann svaraði honum: «Sí, í hesi bygd er Guðsmaður, ið er navnframur, og alt, sum hann sigur, gongur út; latum okkum nú fara hagar; kanska sigur hann okkum, hvørja leið vit eiga at halda.» v7 Og Sául svaraði sveininum: «Ja, latum okkum fara; men hvat skulu vit geva manninum? Tí at breyðið trýtur í matskjáttum okkara, og einki er tinganestið at geva Guðsmanninum; hvat hava vit?» v8 Og sveinurin svaraði Sáuli aftur og mælti: «Sí, eg havi her hjá mær fjórðingssikul av silvuri; hann ætli eg at geva Guðsmanninum, so at hann sigur okkum, hvørja leið vit eiga at halda.» v9 – Tá ið maður í forðum í Ísrael fór at leita sær ráð við Guð, varð havt fyri munni: «Komið, latum okkum fara til síggjaran; tí at teir, sum nú á døgum eita profetar, itu í forðum «síggjarar».» – v10 Og Sául svaraði sveininum: «Tú hevur snúgvað orðum væl; kom, latum okkum fara,» og teir fóru til gongu inn í bygdina, har Guðsmaðurin var.
v11 Men á gøtuni niðan móti bygdini hittu teir ungar gentur, ið fóru eftir vatni, og teir spurdu tær: «Man síggjarin vera her?» v12 Tær svaraðu teimum og søgdu: «Ja, hann er har framman fyri tykkum; hann er beint nú komin til bíggjar, av tí at fólkið ætlar at ofra sláturoffur á heygnum í dag. v13 Fara tit nú alt í einum niðan í bygdina, so finna tit hann, áðrenn hann fer niðan á heyggin at eta; tí at fólkið etur ikki, fyrr enn hann kemur, av tí at hann skal signa ofrini, og tá fyrstani eta tey bodnu. Farið bert niðan í bygdina, tí at nú hitta tit hann.» v14 Síðan gingu teir niðan í bygdina, og tá ið teir fóru inn um garðaliðið, kom Sámuel ímóti teimum á veg niðan á heyggin.
v15 Men dagin framman undan Sáuls komu, hevði Harrin opinberað Sámueli hetta: v16 «Í morgin um hetta mundið man eg senda til tín mann úr Benjamins landi; hann skalt tú salva til høvdinga yvir fólk mítt, Ísrael, og hann skal bjarga fólki mínum úr hondum Filista; eg havi givið mær far um fólk mítt, av tí at neyðarróp teirra hevur borist upp til mín.» v17 Og tá Sámuel bar eyga við Sául, segði Harrin við hann: «Hetta er maðurin, eg talaði við teg um; hesin skal ráða yvir fólki mínum.»
v18 Men Sául gekk tætt til Sámuels í miðjum borgarliði og segði: «Ger so væl at siga mær, hvar síggjarin býr.» v19 Sámuel svaraði Sáuli: «Síggjarin, tað eri eg; far nú undan mær niðan á heyggin; tit skulu eta við mær í dag; men í morgin ári man eg fylgja tær á leið, tá man eg siga tær alla ætlan tína. v20 Tí at um øsnur tær, ið hvurvu fyri trimum døgum síðan, mást tú ikki órógvast; tí at tær eru afturkomnar. Men á hvønn annan enn teg og hús faðirs tíns stundar allur Ísrael?» v21 Tá svaraði Sául: «Eri eg ikki Benjaminiti, komin av minstu ætt Ísraels og av minsta kyntátti alra kyntátta Benjamins? Hví mælir tú orðum svá við meg?» v22 Tá tók Sámuel Sául og svein hansara og leiddi teir innar í matsalin og gav teimum sæti ovast millum hinar bodnu – har vóru um leið tríati mans. – v23 Og Sámuel segði við matsveinin: «Gev mær tað stykkið, sum eg bað teg leggja burturav.» v24 Tá bar matsveinurin tjógvið fram og setti fyri Sául; og Sámuel segði: «Sí, her hevur tú tað, ið eftir er; et nú; tí at tað hevur verið goymt til tín til hina ásettu tíð, til tess at tú kundi eta saman við teimum bodnu.» Og Sául át nú saman við Sámueli tann dagin. v25 Síðan gingu teir niður av heygnum oman í bygdina, og lega varð búgvin Sáuli til á takinum; og hann fór at leggja seg. v26 Morgunin eftir, tá ið lýsti av degi, rópaði Sámuel á Sául uppi á takinum og segði: «Far nú upp; so skal eg fylgja tær á leið!» Og hann fór upp, og teir gingu báðir út saman. v27 Men tá ið teir vóru komnir út um bygdina, segði Sámuel við Sául: «Bið sveinin fara undan okkum, men verð tú standandi her eina løtu, so skal eg kunngera tær orð Guðs.»