Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jeremia, kapittul 18
Líkingargerð leirkerasmiðarins
v1 Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum soljóðandi: v2 Far oman í hús leirkerasmiðarins; har vil eg lata teg hoyra orð míni. v3 Eg fór tí oman í hús leirkerasmiðarins, og sí, tá arbeiddi hann við klingrurnar. v4 Og hvørja ferð eitt kerið, sum hann fekst við, miseydnaðist, sum tað kann henda við leirinum undir hond leirkerasmiðarins, tá fór hann aftur at gera burtur úr tí annað ker, so sum hann nú vildi hava tað gjørt. v5 Tá kom orð Harrans til mín soljóðandi: v6 Skuldi eg ikki gjørt við Ísraels hús eins og hesin leirkerasmiðurin, sigur Harrin; sí, eins og leirið í hond leirkerasmiðarins soleiðis eru tit í hond míni, Ísraels hús! v7 Stundum hótti eg tjóð og ríki við at slíta tað upp, ríva niður og oyða tað; v8 men tá ið tann tjóð, sum eg havi hótt, víkur frá vándsku síni, tá iðri eg meg um tað illa, sum eg hevði ætlað at gera henni. v9 Og stundum tali eg til tjóð og ríki um at byggja tað upp og gróðurseta tað; v10 men gera teir tað, sum ilt er í mínum eygum, so at teir ikki lýða rødd míni, tá iðri eg meg um tað góða, sum eg hevði ætlað at gera teimum. v11 Og nú skalt tú siga við Júdamenn og íbúgvar Jerúsalems: So sigur Harrin: Sí, eg búgvi tykkum ógævu til og leggi upp meinráð ímóti tykkum. Víkið tí hvør frá sínum vánda vegi og batnið í atferð og gerðum tykkara! v12 Men teir munnu svara: Nei, eftir hugsanum várum vilja vit ganga og gera hvør eftir treiski vánda hjarta síns.
Kvartan um trúleysa fólkið
v13 Tí sigur Harrin soleiðis: Fregnast heidninganna millum, um nakar hevur hoyrt um tílíkt: Ræðuligt er tað, sum moyggin Ísrael hevur havst at! v14 Man Libanons kavi hvørva av kletti hins alvalda, ella munnu fjallanna svalligu, rennandi áir torna upp? v15 Men fólk mítt hevur gloymt meg og kynt offureld fyri lygnini. Teir snáva á vegum sínum, hinum gomlu gøtunum, og ganga leiðir, har eingin vegur er bygdur, v16 til tess at gera land sítt at oyði, at ævigum spotti, so at hvør, ið kemur har framvið, øtast og ristir við høvdinum. v17 Eins og fyri eystanvindi skal eg spjaða teir fyri fíggindunum; bakið og ikki andlitið man eg snúgva teimum á glatanardegi teirra.
Bøn um hevnd yvir grimmar fíggindar
v18 Tá søgdu teir: Komið, latum okkum leggja meinráð móti Jeremia, tí at ikki grettir prestinum leiðbeining, vísmanninum ráð ella profetinum orð; komið, latum okkum sláa hann við tunguni og lúra eftir øllum orðum hans. v19 Gev mær tí gætur, Harri, og hoyr, hvat ið mótmálsmaður mín sigur! v20 Skal tá gott verða lønt við illum? Tí at teir hava jú grivið sál míni grøv. Minst til, hvussu eg stóð fyri ásjón tíni til tess at fremja mál teirra og venda vreiði tíni frá teimum! v21 Lat tí synir teirra svølta og koma fyri svørðseggjar, so at konur teirra verða barnleysar og einkjur, og lat menn teirra farast av drepsótt, og unglingar teirra falla fyri svørði í bardaga! v22 Lat neyðarróp hoyrast úr húsum teirra, tá ið tú letur ránslið brádliga ráðast á teir; tí at teir hava grivið grøv til at veiða meg í og lagt snerrur fyri føtur mínar! v23 Men tú, Harri, kennir øll deyðaráð teirra móti mær. Fyrigev ikki misgerð teirra og strika ikki út synd teirra fyri ásjón tíni; lat teir snáva fyri ásjón tíni og legg á teir á vreiðistund tíni!