Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Fyrsta Mósebók, kapittul 1
Skapan heimsins
v1 Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina. v2 Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guðs andi lá á vøtnunum. v3 Og Guð segði: «Verði ljós!» Og tað varð ljós. v4 Og Guð sá, at ljósið var gott, og Guð skildi ljósið frá myrkrinum, v5 og Guð kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði hann nátt. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – fyrsti dagur.
v6 Og Guð segði: «Verði hválv í miðjum vøtnunum, og tað skilji vøtn frá vøtnum!» Og tað varð so. v7 Guð gjørdi hválvið og skildi vatnið niðri undir hválvinum frá vatninum uppi yvir hválvinum; v8 og Guð kallaði hválvið himmal. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – annar dagur.
v9 Og Guð segði: «Savnist vøtnini undir himmalinum á ein stað, so at turrlendið kemur undan!» Og tað varð so. v10 Og Guð kallaði turrlendið jørð, og savnið av vøtnunum kallaði hann hav. Og Guð sá, at tað var gott. v11 Og Guð segði: «Jørðin lati spretta av sær grønt gras, urtir við fræi í, og aldintrø, sum hvørt ber ávøkst, eftir sínum kyni við fræi í, á jørðini!» Og tað varð so. v12 Jørðin læt spretta fram grønt gras, urtir við fræi í, hvørja eftir sínum kyni, og aldintrø, sum bóru ávøkst við fræi í, hvørt eftir sínum kyni. Og Guð sá, at tað var gott. v13 Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – triði dagur.
v14 Og Guð segði: «Verði ljós á himmalhválvinum til at skilja dag frá nátt, og tey skulu vera til merkis og til at avmarka hátíðir, dagar og ár, v15 og tey skulu vera ljós á himmalhválvinum til at lýsa á jørðina!» Og tað varð so. v16 Guð gjørdi tey tvey stóru ljósini, hitt størra ljósið til at ráða um dagin og hitt minna ljósið til at ráða um náttina, og stjørnurnar. v17 Og Guð setti tey á himmalhválvið at lýsa á jørðina, v18 og at ráða degi og nátt og at skilja ljósið frá myrkrinum. Og Guð sá, at tað var gott. v19 Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – fjórði dagur.
v20 Og Guð segði: «Vøtnini yði í livandi skepnum, og fuglar fljúgvi yvir jørðina undir himmalhválvinum!» Og tað varð so. v21 Og Guð skapaði hini stóru havdjórini og allar hinar yðjandi nøgdir av livandi skepnum, sum vøtnini yðja í, eftir teirra kyni og allar floygdar fuglar eftir teirra kyni. Og Guð sá, at tað var gott. v22 Og Guð vælsignaði tey og segði: «Nørist og fjølgist og fyllið havsins vøtn, og fuglarnir fjølgist á jørðini!» v23 Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – fimti dagur.
v24 Og Guð segði: «Jørðin ali fram livandi skepnur, hvørja eftir sínum kyni, fenað, skriðkykt og villdjór, hvørt eftir sínum kyni!» Og tað varð so. v25 Og Guð gjørdi villdjórini, hvørt eftir sínum kyni, og fenaðin eftir sínum kyni, alskyns skriðkykt á jørðini eftir sínum kyni. Og Guð sá, at tað var gott. v26 Og Guð segði: «Vær viljum gera menniskjur eftir okkara mynd, okkum líkar, og tær skulu ráða yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum á jørðini og yvir øllum skriðkyktunum, sum skríða á jørðini!» v27 Og Guð skapaði mannin eftir síni mynd, í Guðs mynd skapaði hann hann, sum kall og konu skapaði hann tey, v28 og Guð vælsignaði tey, og Guð segði við tey: «Verðið barnrík og fjølgist og uppfyllið jørðina og leggið hana undir tykkum, og ráðið yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum, sum rørast á jørðini!» v29 Og Guð segði framvegis: «Sí, eg gevi tykkum alskyns fræberandi urtir á allari jørðini og alskyns trø, sum bera ávøkst við fræi í; tey skulu tit hava til føði. v30 Og øllum djórunum á jørðini og øllum himmalsins fuglum og øllum, sum skríður á jørðini, øllum tí, sum hevur lívsanda, gevi eg alt gras og grønar urtir til føði!» Og tað varð so. v31 Og Guð leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – sætti dagur.