Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrsta Mósebók, kapittul 13
Ábram og Lot skiljast
v2 Ábram átti nú almiklan eyð bæði av fenaði og í gulli og í silvuri. v3 Hann flutti nú sunnaneftir so við og við alt at Betel, hagar ið hann á fyrsta sinni hevði sett upp tjald sítt millum Betel og Ai, v4 á tann stað, har sum hann áður hevði reist altarið. Har ákallaði Ábram navn Harrans. v5 Lot, ið fylgdist við Ábrami, átti eisini smalur og stórdýr og tjøld. v6 Men landið var teimum ikki nóg stórt til, at teir kundu búgva saman; tí at fylgi teirra vóru so stór, at teir ikki fingu búð saman. v7 Tá fóru hirðar Ábrams og hirðar Lots upp at klandrast – tá búðu Kánáanitar og Perezitar í landinum – v8 Men Ábram segði við Lot: «Hoyr tú, eingin ósemja skal vera okkara millum og millum hirða okkara, tí at vit eru jú frændur. v9 Liggur ikki alt landið opið fyri tær? Skilst tú heldur við meg! Vilt tú fara til vinstru handar, so fari eg til høgru; og vilt tú fara til høgru handar, so fari eg til vinstru.» v10 Tá leit Lot seg um og sá, at allur Jórdanslættin var land eins og aldingarður Harrans, eins og Egyptaland alt at Zoar – tað var áður enn Harrin hevði avoytt Sódomu og Gómorru. v11 Og Lot kjósaði sær allan Jórdanslættan. Síðan helt hann leiðini eystureftir; og soleiðis skildust teir. v12 Ábram settist niður í Kánáanlandi; men Lot settist niður í borgunum á Jórdanslættanum og flutti um í tjøldum alt at Sódomu. v13 Men menninir í Sódomu vóru vándir og stórir syndarar fyri Harranum.
Harrin tekur upp aftur heiti sítt
v14 Og Harrin segði við Ábram, eftir at Lot hevði skilt seg við hann: «Hav upp eygu tíni og lít teg um, haðan sum tú stendur, norðureftir og suðureftir, eystureftir og vestureftir, v15 tí at alt landið, sum tú sært, skal eg geva tær og eftirkomarum tínum um allar ævir. v16 Eg skal gera avkom títt eins og dustið á jørð, so at tað ikki kann teljast, heldur enn nakar kann telja dustið á jørð. v17 Statt nú upp og far um alt landið bæði tvørturum og eftir longdini; tí at tær gevi eg tað!» v18 Síðan flutti Ábram um í tjaldi; og hann kom og búsettist í Mamrelund, sum er í Hebron; har bygdi hann Harranum altar.