Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Fyrsta Mósebók, kapittul 14
Herferð Eysturlandskonga
v1 Tá ið Amrafel var kongur í Sinear, Arjok kongur í Ellasar, Kedorlaomer kongur í Elam, og Tideal kongur í Gojim, v2 fóru teir herferð móti Bera, kongi av Sódomu, og Birsja, kongi av Gómorru, og Sjineab, kongi av Adma, og Sjemeber, kongi av Zeboim og konginum av Bela, tað er Zoar. v3 Allir hesir hittust á Siddims vøllum, tað er Salthavid. v4 Í tólv ár høvdu teir tænt Kedorlaomer; men trettanda árið høvdu teir gjørt uppreist; v5 og á fjúrtanda ári kom Kedorlaomer og kongarnir, sum við honum vóru, og vunnu sigur á Refaitum í Asjtarot-Karnáim og á Zuzitum í Ham, á Emitum í Sjave-Kirjatáim v6 og á Hóritum á Se'irs fjøllum alt at El-Páran tætt við oyðimørkina. v7 Síðan vendu teir við og komu at Rættarlindini, tað er Kádesj, og løgdu undir seg alt land Ámalekita og somuleiðis Ámorita, sum búðu í Házazon-Támar. v8 Kongarnir av Sódomu og Gómorru, av Adma, Zeboim og av Bela, tað er Zoar, løgdu tá út og fylktu seg á Siddims vøllum til bardaga v9 við Kedorlaomer, kongin av Elam, Tideal, kongin av Gojim, Amrafel, kongin av Sinear og Arjok, kongin av Ellasar, fýra kongar móti fimm. v10 Men á Siddims vøllum vóru jarðbiksgryvjur hvør við aðra; og tá ið kongarnir av Sódomu og Gómorru løgdu á flótta, duttu teir í tær, men teir, ið eftir vóru, hildu til fjals. v11 Fíggindin rændi tá allar ognir í Sódomu og Gómorru og fór avstað við øllum mati. v12 Teir fóru eisini við Lot bróðursyni Ábrams og øllum, sum hann átti; tí at hann búði sum vera mundi í Sódomu.
Bjarging Lots
v13 Tá kom einhvør flóttamaður og segði tíðindini fyri Ábrami Hebrea, ið tá búði í eikilundini hjá Mamre Ámorita, bróður Esjkols og Áners, sum eisini høvdu sáttmála við Ábram. v14 Tá ið Ábram frætti, at skyldmaður hansara var hertikin, vápnaði hann av húsfólki sínum trý hundrað og átjan royndar menn, ið vóru føddir í húsi hans, og helt aftan á fíggindan alt at Dán. v15 Har ráddist hann á teir á náttartíð, hann og menn hansara; og teir vunnu sigur á teimum og eltu teir alt at Hóba fyri norðan Dámaskus. v16 Og hann hevði aftur við sær allar fíggjarlutir og Lot, skyldmann sín, og allar fíggjarlutir hans hevði hann aftur við sær og somuleiðis konurnar og fólkið.
Melkizedek
v17 Men tá ið hann nú hevði vigið Kedorlaomer og kongarnar, ið við honum vóru, og var á heimferð, tá fór kongurin av Sódomu til fundar við hann í Sjavedalinum, ið nú eitur kongsdalurin. v18 Og Melkizedek, kongur av Sjálem, prestur hins hægsta Guðs, kom út við breyði og víni v19 og vælsignaði hann og mælti: «Signaður veri Ábram av Guði hinum hægsta, skapara himins og jarðar, v20 og hálovaður veri Guð hin hægsti, sum hevur givið fíggindar tínar upp í hendur tínar!» Og Ábram gav honum tíggjund av øllum.
v21 Tá segði kongurin av Sódomu við Ábram: «Gev mær fólkið, men tak tú fíggjarlutirnar.» v22 Men Ábram svaraði konginum av Sódomu: «Til Harrans, hins hægsta Guðs, skapara himins og jarðar, havi eg upp hond mína, v23 at eg ikki vil taka so mikið sum tráð ella tvong ella nakað av tí, sum tú eigur! Aldrin skalt tú kunna siga: Eg havi gjørt Ábram ríkan! v24 Eg vil einki hava – einki uttan tað, ið sveinarnir hava nýtt og tað, sum lutast teimum monnum, ið við mær vóru, Áneri, Esjkoli og Mamre, lat teir fáa sínar lutir!»