Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Fyrsta Mósebók, kapittul 17
Guð ger sáttmála við Ábraham
v1 Tá ið Ábram var níti og níggju ára gamal, birtist Harrin fyri honum og segði við hann: «Eg eri Guð hin alvaldi; gakk fyri ásjón míni, og ver rættlátur, v2 so vil eg gera sáttmála millum mín og tín og margfalda teg stórum.» v3 Tá fell Ábram fram á ásjón sína, og Guð talaði við hann og segði: v4 «Sí, tað eri eg, sum havi gjørt sáttmála við teg, at tú skalt verða faðir at mongum tjóðum, v5 tí skalt tú ikki longur eita Ábram; men navn títt skal vera Ábraham, tí at eg geri teg faðir at fjølmongum tjóðum. v6 Eg vil lata teg nørast í stórum, so at tú verður til tjóðir, og av tær skulu kongar koma. v7 Mín sáttmála geri eg millum mín og tín og avkom títt eftir teg, ættarlið eftir ættarlið, ævigan sáttmála um, at eg skal vera Guð tín og avkoms tíns eftir teg. v8 Og eg gevi tær og avkomi tínum eftir teg land útiseturs tíns, alt Kánáanland sum æviga ogn, og eg skal vera Guð teirra.»
Guð býður umskering
v9 Síðan segði Guð við Ábraham: «Men so skalt tú eisini halda sáttmála mín, tú og avkom títt eftir teg, ættarlið eftir ættarlið. v10 Og hetta er sáttmálin, ið tit skulu halda, sáttmálin millum mín og tykkara, at alt kallkyn tykkara skal umskerast. v11 Á holdi yvirhúðar tykkara skulu tit umskerast; og tað skal vera merki sáttmálans millum mín og tykkara. v12 Hvørt sveinbarn tykkara, sum er átta daga gamalt, skal verða umskorið ættarlið eftir ættarlið, bæði tey, sum eru fødd í húsinum, og tey, sum eru keypt frá fremmandum, ið ikki eru fødd av tínum ættleggi. v13 Umskerast skal bæði hann, sum er føddur í húsi tínum, og hann, sum er keyptur; og soleiðis verði sáttmáli mín ævigur sáttmáli á holdi tykkara. v14 Men hin óumskorni, hann, sum ikki er umskorin á holdi yvirhúðar sínar, hann skal verða oyddur úr tjóð síni; hann hevur slitið sáttmála mín.»
Fyrijáttan um Ísak
v15 Framvegis segði Guð við Ábraham: «Sárai, kona tín, skal ikki longur eita Sárai, men Sára skal navn hennara vera; v16 og eg vil vælsigna hana og geva tær eisini son við henni. Og eg vil vælsigna hana og gera hana ættarmóður at tjóðum; og tjóðkongar skulu koma av henni.» v17 Tá fell Ábraham fram á ásjón sína og læði og hugsaði við sær: «Man hundrað ára gamal maður fáa barn, ella Sára, sum er níti ár, føða?» v18 Tí segði Ábraham við Guð: «Gævi, at Ísmael mátti liva fyri ásjón tíni!» v19 Men Guð svaraði: «Nei, Sára, kona tín, skal føða tær son, ið tú skalt nevna Ísak; við hann vil eg gera sáttmála mín, ævigan sáttmála fyri eftirkomarar hansara eftir hann. v20 Men viðvíkjandi Ísmaeli havi eg bønhoyrt teg; eg vil vælsigna hann og lata hann nørast og fjølgast í stórum; tólv høvdingar skal hann gita; og eg skal gera hann til mikla tjóð. v21 Men mín sáttmála geri eg við Ísak, ið Sára man føða tær um hetta mundið aftur í ársmótið.» v22 Síðan endaði hann talu sína við hann. Og Guð steig upp frá Ábrahami.
Ábraham verður umskorin
v23 Tá tók Ábraham son sín Ísmael og allar, sum vóru føddir í húsi hans ella vóru keyptir, alt kallkyn av húsfólki Ábrahams; og hann umskar hold yvirhúðar teirra á hesum sama degi, eins og Guð hevði boðið honum. v24 Ábraham var níti og níggju ára gamal, tá ið hann varð umskorin á holdi yvirhúðar sínar. v25 Og Ísmael, sonur hansara, var trettan ára gamal, tá ið hann varð umskorin á holdi yvirhúðar sínar. v26 Á hesum sama degi vórðu Ábraham og sonur hansara Ísmael umskornir. v27 Og allir menn í húsi hans, bæði teir, sum vóru føddir í húsinum, og teir, sum vóru keyptir frá fremmandum, vórðu umskornir við honum.