Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrsta Mósebók, kapittul 2
Menniskjan í Eden
v1 Soleiðis vórðu himin og jørð og allur herur teirra fullgjørd. v2 Og Guð fullgjørdi á sjeynda degi verk sítt, sum hann hevði skapað; og hann hvíldi á sjeynda degi frá øllum verki sínum, sum hann hevði skapað. v3 Guð vælsignaði hin sjeynda dagin og halgaði hann, tí á honum hvíldi Guð frá øllum verki sínum, sum hann hevði skapað og gjørt. v4 Hetta er søgan um uppruna himins og jarðar, tá ið tey vórðu skapað.
v5 Tá ið Harrin Guð skapaði jørð og himin – men á vøllum jarðar var enn als eingin runnur til; og ongar urtir vuksu enn á markini, av tí at Harrin Guð enn ikki hevði latið tað regna á jørðina, og eingir menn vóru til at dyrka jørðina; v6 men upp úr jørðini kom kelda og vætaði alla markina – v7 tá myndaði Harrin Guð mannin av mold jarðar og blásti lívsanda í nasar hans, og soleiðis varð maður til livandi skepnu.
v8 Síðan plantaði Harrin Guð aldingarð í Eden í eysturlandi; og har setti hann mannin, sum hann hevði myndað. v9 Og Harrin Guð læt úr dyrkilendinum spretta upp alskyns trø, frálík á at líta og góð til matna og í miðjum aldingarði lívsins træ og træ kunnleikans um gott og ilt. v10 Úr Eden rann stórá til at væta aldingarðin; fyri uttan greinaðist hon sundur og varð til fýra áir. v11 Hin fyrsta eitur Pisjon; hon rennur kring um alt landið Hávila, har sum gullið finst; v12 og gullið har í landinum er gott; har finst eisini bdellium og sjóhamsteinur. v13 Onnur áin eitur Gihon; hon rennur kring um alt landið Kusj v14 Triðja áin er Hiddekel; hon rennur fyri eystan Assýriu. Fjórða áin er Frat. v15 Og Harrin Guð tók Ádam og setti hann í aldingarðin Eden til tess at dyrka hann og varða um hann. v16 Men Harrin Guð beyð Ádami og segði: «Av øllum trøum er tær loyvt at eta eftir vild; v17 men av træi kunnleikans um gott og ilt skalt tú ikki eta; tí at so skjótt, sum tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja!»
v18 Harrin Guð segði nú: «Ikki er gott, at maðurin er einsamallur; eg vil gera honum medhjálp, sum hóskar honum.» v19 Og Harrin Guð myndaði úr mold øll djór á markini og allar fuglar himinsins og læt tey koma fram fyri Ádam til tess at sjá, hvat navn hann fór at geva teimum, tí at hvør livandi skepna skuldi bera tað navn, sum hann gav henni. v20 Ádam gav øllum fenaðinum og fuglum himinsins og øllum djórum á markini nøvn – men til sín sjálvs fann Ádam onga hóskandi medhjálp. v21 Tá læt Harrin Guð fastan svøvn koma á Ádam; og tá ið hann var sovnaður, tók hann eitt av rivjabeinum hans og fylti aftur í aftur við holdi. v22 Og Harrin Guð myndaði konu av rivinum, sum hann hevði tikið av Ádami og leiddi hana til Ádams. v23 Tá mælti Ádam: «Hesa ferðina er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi; hon skal kallast kallinna, tí av kallmanni er hon tikin!» v24 Tí fer maður frá faðir og móður og heldur seg aftur at konu síni, og tey verða eitt hold. v25 Tey vóru nakin, bæði Ádam og kona hansara, men blúgvaðust tó ikki.