Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrsta Mósebók, kapittul 25
Synir Ábrahams við Keturu
v1 Ábraham tók sær aftur konu, Ketura at navni. v2 Hon føddi honum Zimran, Joksjan, Medan, Midian, Jisjbak og Sjúa. v3 Joksjan gat Sába og Dedan; og synir Dedans vóru Assjuritar, Letusjitar og Leummitar. v4 Synir Midians vóru Efa, Efer, Hánok, Ábida og Eldáa. Allir hesir eru synir Keturu. v5 Og Ábraham gav Ísaki alt, sum hann átti; v6 men teimum sonum, sum Ábraham gat við hjákonunum, gav hann gávur og sendi teir, meðan hann enn var á lívi, burtur frá Ísaki, syni sínum, eystur til eysturlanda.
Deyði Ábrahams
v7 Hetta eru ævidagar Ábrahams, tey ár, hann livdi, eitt hundrað og sjeyti og fimm ár. v8 Tá andaðist Ábraham og doyði í góðari elli, gamal og mettur av døgum og savnaðist síðan hjá fedrum sínum. v9 Og Ísakur og Ísmael, synir hansara, jarðaðu hann í Makpela-helli, í jørðini hjá Efroni, syni Zóhars Hetita, áraka Mamre. v10 Í tí jarðarstykki, sum Ábraham hevði keypt frá Hetitum; har varð Ábraham jarðaður og Sára, kona hansara. v11 Eftir at Ábraham var deyður, vælsignaði Guð Ísak, son hans. Og Ísakur búði við Lákai-Roi brunnin.
Ættleggur Ísmaels
v12 Hetta er ættartal Ísmaels, Ábrahamssonar, sum Hágar, hin egyptiska, trælkona Sáru, føddi honum. v13 Og hesi eru nøvn Ísmaels sona eftir nøvnum og kyntáttum teirra: Nebajot, Ísmaels frumgitni, og Kedar, Adbeel, Mibsam, v14 Misjma, Dúma, Massa, v15 Hádad, Tema, Jetur, Náfisj og Kedma. v16 Hesir eru synir Ísmaels, og hesi eru nøvn teirra í torpum teirra og tjaldbúðum; tólv høvdingar eftir kyntáttum sínum. v17 Og hetta eru ævidagar Ísmaels; hundrað og tríati og sjey ár; tá andaðist hann og doyði og savnaðist til fedra sína. v18 Teir høvdu bústaðir sínar frá Hávila alt at Sjúr áraka Egyptaland og allan vegin til Assjurs; og teir viku ikki fyri nøkrum av frændum sínum.
Esav og Jákup
v19 Hetta er ættartal Ísaks Ábrahamssonar: Ábraham gat Ísak. v20 Og Ísakur Ábrahamsson var fjøruti ára gamal, tá ið hann tók sær til konu Rebekku, dóttur Betuels hins áramaiska úr Paddan-Áram, systur Lábans hins áramaiska. v21 Men Ísakur bað til Harrans fyri Rebekku, konu síni, tí hon var óburin; Harrin bønhoyrdi hann; og Rebekka, kona hansara, varð við barn. v22 Og tá ið sveinarnir stoyttu saman í kviði hennara, mælti hon: «Er tað soleiðis vorðið, hví livi eg tá?» Hon leitaði tá til Harrans um ráð. v23 Og Harrin segði við hana: «Tvær tjóðir eru í kviði tínum, og tveir ættleggir skulu greina seg út frá móðurlívi tínum. Annar skal vera mætari enn hin; hin eldri skal tæna hinum yngra.» v24 Tá ið nú dagur hennara kom, at hon skuldi føða, sí, tá vóru tvíburar í kviði hennara. v25 Og hin fyrri kom út reydligur, allur sum hann var, alloðin eins og feldur; og teir nevndu hann Esav. v26 Síðan kom bróðir hansara út; hann helt um hælin á Esavi; teir nevndu hann Jákup. Ísakur var seksti ára gamal, tá ið hon føddi teir. v27 Tá ið nú sveinarnir komu til, gjørdist Esav frálíkur veiðimaður, ið reikaði um heiðarnar, meðan Jákup lá í friði heima við tjøldini. v28 Ísakur unnaði Esav, av tí at honum dámdi væl villibráð; men Rebekka unnaði Jákup.
Esav selur frumburðarrættin
v29 Einaferð, tá ið Jákup búði til ein verð, kom Esav útlúgvaður av heiðum. v30 Tá segði Esav við Jákup: «Gev mær sum skjótast nakað at eta, nakað av hasum reyða, av hasum reyða har, tí at eg eri útlúgvaður!» Tessvegna varð hann nevndur Edóm. v31 Men Jákup svaraði: «Sel mær fyrst tín frumburðarrætt!» v32 Tá mælti Esav: «Sí, eg eri deyðkomin; hvat gagnar mær hesin frumburðarrættur?» v33 Jákup svaraði: «Svør mær hetta fyrst til!» Og hann svór Jákupi tað til og seldi honum sín frumburðarrætt. v34 Síðan gav Jákup Esavi breyð og ein verð av flatbønum. Og hann át og drakk, fór síðan á føtur og helt avstað – leið sína. Soleiðis lítilsvirdi Esav frumburðarrætt sín.