Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrsta Mósebók, kapittul 3
Syndafallið
v1 Men ormurin var sniðfundigari enn øll onnur djór á markini, sum Harrin Guð hevði skapað. Og hann mælti við konuna: «Man nú Guð hava sagt, at tit ikki mega eta av nøkrum træi í aldingarðinum?» v2 Konan svaraði orminum: «Av ávøkstum træanna í aldingarðinum mega vit eta; v3 men av ávøksti træsins, ið stendur í miðjum aldingarði, hevur Guð sagt, at vit mega ikki eta og ikki nerta hann, tí annars verður deyðin okkum vísur.» v4 Men ormurin segði við konuna: «Tit skulu als ikki doyggja. v5 Men Guð veit, at so skjótt sum tit eta av tí trænum, munnu eygu tykkara verða upplatin, og tit munnu verða eins og Guð og duga at skyna á illum og góðum.» v6 Tá ið nú konan sá, at træið var gott til matna og frálíkt á at líta og avbært til at fáa vit av, tá tók hon av ávøksti tess og át; somuleiðis gav hon eisini manni sínum, ið hjá henni var, og hann át. v7 Men tá lótust eyguni upp á teimum báðum; og tá ið tey vórðu vør við, at tey vóru nakin, tóku tey at seyma sær belti úr bløðunum av fikutrøum.
v8 Men tá ið Ádam og kona hans í kvøldarlotinum hoyrdu Harran Guð koma gangandi gjøgnum aldingarðin, royndu tey at krógva seg fyri honum millum trøini í aldingarðinum. v9 Tá kallaði Harrin Guð á Ádam og segði: «Hvar ert tú?» v10 Hann svaraði: «Eg hoyrdi teg í aldingarðinum og varð bangin og krógvaði meg, av tí at eg eri nakin.» v11 Tá segði hann: «Hvør hevur sagt tær, at tú ert nakin? Mestur hevur tú etið av trænum, sum eg beyð tær ikki at eta av!» v12 Ádam svaraði: «Konan, ið tú setti mær við lið, gav mær av trænum, og eg át.» v13 Tá segði Harrin Guð við konuna: «Hvat hevur tú gjørt?» Konan svaraði: «Tað var ormurin, ið tøldi meg, so at eg át.»
v14 Tá mælti Harrin Guð við ormin: «Fyri at tú gjørdi hetta, skalt tú verða bannaður millum allan fenaðin og millum øll djór á markini; á búki tínum skalt tú skríða og eta mold allar ævidagar tínar! v15 Og eg seti fjandskap millum teg og konuna, millum avkom títt og avkom hennara; tað skal morla høvur títt, og tú skalt bíta tað í hælin!» v16 Við konuna segði hann: «Við miklum treytum skalt tú ganga við barni; og við pínu skalt tú føða; men tó skal tráan tín vera eftir manni tínum; og hann skal valda tær!» v17 Við Ádam segði hann: «Av tí at tú lýddi konu tíni og átst av tí træi, sum eg hevði sagt, at tú skuldi ikki eta av, tí skal jørðin verða tær bannað tín vegna; við strevi skalt tú vinna tær føðslu av henni allar ævidagar tínar. v18 Tornir og tistlar skal hon bera tær; og tú skalt eta urtir markarinnar. v19 Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, hagar til tú aftur fert í jørðina, sum tú ert tikin av; tí av mold ert tú, og at mold skalt tú aftur verða!»
v20 Og Ádam nevndi konu sína Evu, tí at hon varð móðir at øllum, sum liva. v21 Síðan gjørdi Harrin Guð Ádami og konu hans skinnbúnar og læt tey í teir. v22 Tá segði Harrin Guð: «Sí, Ádam er vorðin sum ein av okkum til at skyna á illum og góðum! Nú má hann ikki rætta út hond sína og taka eisini av lívsins træi og eta og liva um allar ævir!» v23 Tá koyrdi Harrin Guð hann út úr aldingarðinum í Eden og setti hann til at dyrka ta jørð, sum hann var sjálvur tikin av. v24 Og hann rak Ádam út; og fyri eystan Edens aldingarð setti hann kerúbarnar við hinum glampandi logasvørði til at verja vegin til lívsins træ.