Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrsta Mósebók, kapittul 33
Jákup og Esav hittast
v1 Tá ið nú Jákup hevjaði upp eygu síni og leit seg um, sá hann Esav koma við fýra hundrað monnum; tá skifti hann børnini sundur millum Leu og Rakul og báðar trælkonurnar v2 og læt trælkonurnar við børnum sínum vera fremstar, síðan Leu við børnum sínum og Rakul við Jósefi aftast. v3 Men sjálvur fór hann undan teimum og lútaði sjey ferðir til jarðar, alt til hann kom til bróður síns. v4 Men tá kom Esav rennandi ímóti honum; og hann hálsfevndi og kysti hann, og teir grótu. v5 Og tá ið hann hugdi upp og sá konurnar og børnini, spurdi hann: «Hvørji eru hasi, sum eru við tær?» Hann svaraði: «Hatta eru tey børn, ið Guð náðiliga hevur givið tænara tínum.» v6 Fram gingu tá trælkonurnar við børnum sínum og lútaðu til jarðar. v7 Aftan á tær gekk Lea fram og børn hennara og lútaðu til jarðar; síðan komu Jósef og Rakul og lútaðu til jarðar. v8 Tá spurdi hann: «Hvat ætlaði tú við øllum hesum flokki, sum eg kom fram á?» Hann svaraði: «Finna náði í eygum harra míns.» v9 Tá mælti Esav: «Eg eigi nóg mikið, bróðir mín; hav tú sjálvur tað, sum tú eigur!» v10 Men Jákup svaraði: «Nei, havi eg funnið náði í eygum tínum, tá tak við hesi gávu av míni hond; tí tá ið eg sá andlit títt, var tað, eins og eg sá ásjón Guðs; og tú hevur jú fagnað mær væl! v11 Tak nú við hesari signing, ið tær verður borin; tí at Guð hevur verið mær náðigur; og eg havi almikið av øllum!» Soleiðis strongdi hann á hann, so at hann tók við gávuni. v12 Tá mælti Esav: «Latum okkum nú fara til gongu; eg skal fylgja tær!» v13 Men Jákup svaraði: «Tú sært jú, harri mín, at børnini eru ússalig, og at eg havi ær við lombum og kýr við kálvum at ansa eftir; koyri eg bert ein dag ov hart á, ferst allur fenaðurin. v14 Far tú, harri mín, undan træli tínum; so komi eg aftaná, so hóvliga sum fenaðurin orkar at ganga, og børnini orka at fylgja við, til eg komi til harra mín í Se'ir!» v15 Tá mælti Esav: «So vil eg, í hvussu er, lata nakrar av monnum mínum vera eftir hjá tær!» Men hann svaraði: «Hví tá? Eg havi jú funnið náði í eygum harra míns!» v16 Síðan fór Esav sama dag leið sína aftur til Se'ir.
Jákup í Sikem
v17 Og Jákup helt fram og kom til Sukkot; har bygdi hann sær hús; og fenaðinum gjørdi hann leyvskálar; tí eitur staðurin Sukkot. v18 Og Jákup kom á ferð síni úr Paddan-Áram í øllum góðum til Sikemborgar í Kánáanlandi; og hann setti tjaldbúðir sínar eystan fyri borgina. v19 Og ta jørðina, sum hann hevði sett tjaldbúðir sínar á, keypti hann frá sonum Hámors, faðirs Sikems, fyri hundrað kesitar. v20 Og hann reisti har altar og nevndi tað: «Guð, Ísraels Guð.»