Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrsta Mósebók, kapittul 34
Dina og Sikem
v1 Dina, dóttir Leu, sum hon hevði føtt Jákupi, fór einaferð út at hyggja at døtrum landsins. v2 Men tá ið Sikem, sonur Hámors Hivita, høvdinga landsins, sá hana, tók hann hana, legðist hjá henni og misbeyð henni. v3 Men hann hevði lagt miklar ástir við Dinu, dóttur Jákups, og varð vorðin góður við gentuna og talaði blídliga til hennara. v4 Og Sikem mælti við Hámor, faðir sín og segði: «Fá mær hasa gentuna til konu!» v5 Jákup hevði frætt, at hann hevði misboðið Dinu, dóttur síni; men av tí at synir hansara vóru úti í haganum við fenaði hansara, helt hann seg kvirran, til teir komu heim aftur. v6 Tá fór Hámor, faðir Sikems, út til Jákups til tess at tala við hann. v7 Men tá ið synir Jákups komu aftur úr haganum og hoyrdu um henda tilburð, vórðu teir illa við, og tendraðist vreiði teirra, av tí at hann hevði framt tílíka ósømd í Ísrael: at leggjast hjá dóttur Jákups – tílíkt, ið ikki eigur at verða gjørt. v8 Tá talaði Hámor við teir og segði: «Sikem, sonur mín, hevur lagt miklar ástir við dóttur tykkara; gevið tit honum hana til konu v9 og bindið mágskap við okkum; giftið okkum døtur tykkara og takið tykkum døtur okkara; v10 takið upp bústað hjá okkum, og landið skal standa tykkum í boði; setist her niður og farið um landið og vinnið tykkum ognir!» v11 Og Sikem segði við faðir hennara og brøður: «Gævi eg mátti funnið náði í eygum tykkara! Alt, sum tit krevja, vil eg greiða. v12 Leggið á meg brúðargjald og brúðargávur so nógv, sum tit vilja; eg skal greiða tað, sum tit krevja, bert tit geva mær gentuna til konu!» v13 Men synir Jákups svaraðu Sikemi og Hámori, faðir hansara, við falsi, av tí at hann hevði misboðið Dinu, systur teirra; v14 og teir søgdu við teir: «Vit mega ikki gera hetta at gifta systur okkara við óumskornum manni, tí at tað er okkum ósømd. v15 Einans við hesum kostum vilja vit gera tykkum til vildar, at tit verða eins og vit, við tað at alt kallkyn hjá tykkum verður umskorið. v16 Tá skulu vit gifta tykkum døtur okkara og taka okkum døtur tykkara og búgva hjá tykkum, so at vit verða ein tjóð. v17 Men vilja tit ikki fara eftir orðum okkara, at lata tykkum umskera, so taka vit dóttur okkara og fara leið okkara!» v18 Orð teirra hóvaðu Hámori og Sikemi, syni Hámors. v19 Og sonurin drálaði ikki við at gera hetta, tí at hann elskaði dóttur Jákups; og hann var mætastur maður í ætt síni. v20 Tá gingu Hámor og Sikem, sonur hansara í borgarliðið og talaðu við borgarmenn sínar og søgdu: v21 «Hesir menn vilja okkum frið; latið teir taka upp bústað í landinum og ferðast um tað eftir vild; tí sí, landið er nóg rúmsátt fyri teir; vit skulu taka døtur teirra til konur og gifta teimum døtur okkara. v22 Tó vilja hesir menn einans við teimum kostum gera okkum til vildar at búgva okkara millum, so at vit verða ein tjóð, at alt kallkyn hjá okkum verður umskorið, eins og teir sjálvir eru umskornir. v23 Fæflokkar teirra, ognir og allur fenaður, verður tað ikki alt okkara? Latum okkum gera teimum til vildar, so at teir setast niður her hjá okkum!» v24 Teir fóru nú eftir orðum Hámors og Sikems, sonar hans, allir, ið gingu um borgarlið hans; og alt kallkyn varð umskorið, allir, ið gingu um borgarlið hans. v25 Men triðja dagin, meðan teir enn vóru sjúkir av sárum, tóku báðir synir Jákups, Símeon og Levi, brøður Dinu, hvør sítt svørð og gingu inn í borgina, har eingin grunaði ilt, og drópu alt kallkyn; v26 og Hámor og Sikem, son hansara, vógu teir við svørði, tóku Dinu út úr húsi Sikems og fóru leið sína. v27 Og synir Jákups løgdust á teir vignu og rændu borgina, aftur fyri at teir høvdu misboðið systur teirra. v28 Og seyðir, neyt og asnar teirra, bæði tað, sum var í borgini og í haganum, tóku teir við sær. v29 Og allan eyð teirra, øll børn og allar konur tóku teir sum herfang og rændu alt, sum var í hvørjum húsi. v30 Tá segði Jákup við Símeon og Levi: «Tit hava leitt ógævu yvir meg við at gera meg hataðan av landsins íbúgvum, Kánáanitum og Perezitum; nú, tá ið eg eri fámentur, munnu teir fara at leggjast á meg og oyða bæði meg og hús mítt!» v31 Men teir svaraðu: «Átti hann tá at fara við systur okkara eins og við skøkju?»