Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrsta Mósebók, kapittul 35
Jákup í Betel
v1 Tá segði Guð við Jákup: «Statt upp og far niðan til Betel og búgv har og reis har altar fyri Guði, sum birtist fyri tær, tá ið tú flýddi undan Esavi, bróður tínum!» v2 Jákup segði nú við húsfólk sítt og øll, ið við honum vóru: «Tveitið burtur hinar fremmandu gudar, sum tit hava hjá tykkum, og reinsið tykkum og latist í onnur klæði! v3 Vær skulum fara niðan til Betel; har vil eg reisa altar fyri Guði, sum bønhoyrdi meg á ógævustund míni og var við mær í ferðini, sum eg havi farið!» v4 Tá fingu teir Jákupi allar hinar fremmandu gudarnar, ið teir høvdu við sær, og somuleiðis ringarnar, sum teir høvdu í oyrum sínum; og Jákup gróv tað niður undir eikini, sum er við Sikem. v5 Síðan fóru teir haðan; og ræðsla frá Guði var yvir øllum bygdunum har um leið, so at eingin elti synir Jákups. v6 Jákup kom tá við øllum fólki sínum til Luz í Kánáanlandi, tað er Betel. v7 Og har reisti hann altar og nevndi staðin Betels Guð, tí at har hevði Guð birtst fyri honum, tá ið hann flýddi undan bróður sínum. v8 Har andaðist Debora, fostra Rebekku, og varð jarðað niðanvert við Betel undir eikini, sum tí eitur gráteikin. v9 Og Guð birtist aftur fyri Jákupi á heimferð hans úr Paddan-Áram og vælsignaði hann. v10 Og Guð segði við hann: «Navn títt er Jákup; tó skalt tú ikki longur eita Jákup; men Ísrael skal navn títt vera.» Og hann nevndi hann Ísrael. v11 Tá segði Guð við hann: «Eg eri Guð hin alvaldi; verð gróðrarmikil og fjølmentur! Tjóð, ja mangar tjóðir skulu koma av tær; og kongar ganga út úr lendum tínum! v12 Landið, sum eg gav Ábrahami og Ísaki, gevi eg tær; og avkomi tínum eftir teg man eg geva landið.» v13 Síðan fór Guð upp frá honum, har sum hann hevði talað við hann. v14 Og Jákup reisti steinsúlu har á staðnum, sum hann hevði talað við hann, merkisstein, og droypti droypioffur yvir hann og úthelti yvir hann olju. v15 Og Jákup nevndi staðin, har ið Guð hevði talað við hann, Betel.
Føðing Benjamins, deyði Rakular
v16 Seinnameiri fluttu teir frá Betel, og tá ið teir høvdu stutt eftir til Efrat, komu verkir á Rakul, og barnsótt hennara var mikil. v17 Men tá ið barnverkir hennara vóru sum harðast, segði nærkonan við hana: «Óttast ikki, tí eisini nú hevur tú fingið son!» v18 Og meðan tað stóð um lívið hjá henni – tí hon doyði – tá nevndi hon hann Benoni; men faðir hansara nevndi hann Benjamin. v19 Og Rakul andaðist og varð jarðað við vegin til Efrat, tað er Betlehem. v20 Og Jákup reisti minnisvarða á leiði hennara; tað er gravarsteinur Rakular, ið stendur har enn í dag.
Skemdargerð Rubens
v21 Síðan helt Ísrael fram ferðini og setti upp tjaldbúðir sínar handan Migdal-Eder. v22 Men meðan Ísrael búði í tí bygdarlagnum har, fór Ruben og legðist hjá Billu, hjákonu faðirs síns; og Ísrael fekk fregn um tað. Jákup átti tólv synir.
Synir Jákups
v23 Synir Leu vóru: Ruben, frumgitni sonur Jákups, Símeon, Levi, Júda, Issakar, Zebulon. v24 Synir Rakular vóru: Jósef og Benjamin. v25 Synir Billu, trælkonu Rakular, vóru: Dán og Naftali. v26 Synir Zilpu, trælkonu Leu, vóru: Gád og Ásjer. Hesir vóru synir Jákups, ið føddust honum í Paddan-Áram.
Jákup í Hebron, Ísakur doyr
v27 Síðan kom Jákup til Ísaks, faðirs síns, í Mamre við Kirjat-Arba, tað er Hebron, har sum Ábraham og Ísakur høvdu dvalst í útisetri. v28 Ævidagar Ísaks vóru eitt hundrað og áttati ár. v29 Síðan andaðist Ísakur og doyði og savnaðist hjá frændum sínum, gamal og mettur av døgum. Synir hansara Esav og Jákup jarðaðu hann.