Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Fyrsta Mósebók, kapittul 38
Júda og Támar
v1 Um tað mundið fór Júda frá brøðrum sínum og bant felag við mann úr Ádullam, Hira nevndur at navni. v2 Har sá Júda dóttur Sjúa Kánáanita; og hann tók hana til sín og gekk inn til hennara. v3 Og hon varð við barn og føddi son, sum hon nevndi Er. v4 Síðan varð hon aftur við barn og føddi son, sum hon nevndi Ónan. v5 Og uppaftur føddi hon son og nevndi hann Sjela; men hon var stødd í Kezib, tá ið hon føddi hann. v6 Og Júda tók Eri, frumgitna syni sínum, konu; hon æt Támar. v7 Men Er, frumgitni sonur Júda, var vándur í eygum Harrans, tí læt Harrin hann doyggja. v8 Tá segði Júda við Ónan: «Gakk inn til konu bróður tíns og gakk í svághjúnalag við hana, til tess at reisa bróður tínum avkom!» v9 Men av tí at hann visti, at avkomið ikki skuldi hoyra honum til, læt hann sáðið farast í jørðina, hvørja ferð hann gekk inn til konu bróður síns, fyri ikki at reisa bróður sínum avkom. v10 Men Harranum líkaði illa hetta, sum hann gjørdi, og læt tí eisini hann doyggja. v11 Tá segði Júda við Támar, sonarkonu sína: «Sit tú einkja heima í húsi faðirs tíns, til Sjela, sonur mín, er tilkomin.» Tí at hann bar ótta fyri, at eisini hann skuldi doyggja eins og brøður hans. Tá fór Támar og búsettist í húsi faðirs síns. v12 Men tá ið long tíð var umliðin, doyði dóttir Sjúa, kona Júda; og tá ið sorgartíðin hjá Júda var úti, fór hann niðan til Timna, til teirra, sum vóru á várfjalli hjá honum, saman við vini sínum Hira úr Ádullam. v13 Men tá ið Támar frætti, at verfaðir hennara var á veg á várfjall niðan til Timna, v14 læt hon seg úr einkjubúna sínum, huldi seg við sløri, sum fjaldi hana alla og settist við Enáims borgarlið við vegin til Timna; tí at hon sá, at tó at Sjela var tilkomin, var hon enn ikki givin honum til konu. v15 Tá ið nú Júda sá hana, helt hann hana vera skøkju, av tí at hon hevði hult andlit sítt. v16 Hann fór av vegnum til hennara og mælti: «Loyv mær at koma til tín!» Tí hann visti ikki, at hon var sonarkona hansara. Men hon svaraði: «Hvat gevur tú mær aftur fyri at koma inn til mín?» v17 Hann svaraði: «Eg skal senda tær geitarlamb úr fylginum.» Men hon segði: «Gev mær fyrst eitthvørt pant, til tú sendir tað.» v18 Hann spurdi: «Hvat skal eg fáa tær í veð?» Hon svaraði: «Innsiglisring tín og skreytfesti títt og handa stavin, sum tú hevur í hondini.» Tað fekk hann henni og gekk síðan inn til hennara, og hon varð við barn av hansara ávum. v19 Síðan fór hon leið sína, tók slørið av sær og fór aftur í einkjubúna sín. v20 Seinnameiri sendi Júda geitarlambið við vini sínum úr Ádullam til tess at fáa pantið aftur frá konuni; men hann fann hana ikki. v21 Og hann spurdi menn har um leið, hvar tann skøkjan mundi vera, sum hevði sitið við vegin til Enáim; men teir svaraðu: «Har hevur eingin skøkja verið.» v22 Síðan kom hann aftur til Júda og segði: «Eg fann hana ikki; og menn har um leið søgdu, at har hevði eingin skøkja verið.» v23 Tá mælti Júda: «Lat hana hava tað meðni, heldur enn at vit skulu gera okkum fyri skommum! Eg havi nú sent geitarlambið, men tú fanst hana ikki!» v24 Tá ið einir tríggir mánaðir vóru lidnir, frætti Júda, at Támar, sonarkona hansara, hevði livað í leysalevnaði, og at hon var vorðin við barn í leysalevnaði sínum; tá beyð Júda, at hon skuldi leiðast út til tess at verða brend. v25 Men tá ið hon varð leidd út, sendi hon verfaðir sínum hesi boð: «Av hansara ávum, ið hesar lutir eigur, eri eg vorðin við barn!» Og hon læt siga: «Kanna gjølla eftir, hvør ið man eiga henda innsiglisring, hetta skreytfesti og henda stav!» v26 Og Júda komst við og mælti: «Rætt hevur hon og ikki eg, av tí eg ikki havi gift hana Sjela, syni mínum!» Men frá teirri stund kendi hann hana ikki uppaftur. v27 Tá ið hon nú skuldi føða, sí, tá vóru tvíburar í kviði hennara. v28 Men í føðingini rætti annar hondina út; tá bant nærkonan reyðan tráð um hond hansara og mælti: «Hesin kom fyrr í ljósmála.» v29 Men tá ið hann hevði tikið hondina aftur til sín, kom bróðirin út; tá mælti hon: «Hví hevur tú brotið teg soleiðis ígjøgnum?» Tí nevndi hon hann Perez. v30 Aftaná kom bróðir hansara fram og hevði reyðan tráð um hondina; hann fekk navnið Zera.