Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrsta Mósebók, kapittul 39
Jósef í egyptiskari tænastu
v1 Men Jósef varð førdur til Egyptalands; og Egyptin Potifar, hirðmaður og lívvarðarhøvdingi hjá Fárao, keypti hann frá Ísmaelitunum, ið høvdu flutt hann hagar. v2 Men Harrin var við Jósefi og læt alt eydnast væl fyri honum; og hann var í húsi harra síns Egyptans. v3 Og húsbóndi hansara sá, at Harrin var við honum og læt alt, sum hann fekst við, hepnast honum. v4 Tá fann Jósef náði í eygum hansara og tænti honum; og hann setti hann yvir húsi sínum og leit honum alt, sum hann átti, upp í hendur. v5 Og frá teirri stund, sum hann hevði litið Jósefi til at hava umsjón yvir húsi sínum og øllum, sum hann átti, vælsignaði Harrin hús Egyptans fyri sakir Jósefs; og signing Harrans var yvir øllum, ið hann átti, bæði innanhýsis og uttanhýsis. v6 Og hann leit Jósefi allar ognir sínar upp í hendur og hugdi ikki eftir honum í nøkrum uttan tí mati, sum hann skuldi eta. Men Jósef var bæði væl vaksin og fríður í ásjón.
Reina atferð Jósefs
v7 Seinnameiri bar so á, at kona húsbónda hans rendi eygum at Jósefi og segði við hann: «Kom og legg teg hjá mær!» v8 Men hann bar seg undan og segði við konu húsbónda síns: «Sí, húsbóndi mín hyggur ikki eftir mær í nøkrum í húsinum, og alt, sum hann eigur, hevur hann litið mær upp í hendur; v9 hann hevur ikki meiri vald her í húsinum enn eg, og ikki hevur hann synjað mær nakað uttan eina teg, av tí at tú ert kona hansara; hvussu kann eg tá gera hesa miklu misgerð og synda móti Guði?» v10 Men tó at hon dag um dag bar hetta upp á mál við hann, vildi hann tó ikki eftirlíka henni til at leggja seg hjá henni ella hava samlag við hana. v11 Men ein dagin, sum hann var farin inn í húsið at røkja starv sítt, og eingin av húsfólkinum var heima, v12 tá treiv hon í skikkju hansara og segði: «Kom og legg teg hjá mær!» Men hann læt skikkjuna verða eftir í hond hennara og flýddi út á geilar. v13 Tá ið hon nú sá, at hann hevði latið skikkju sína verða eftir í hondum hennara og var flýddur út á geilar, v14 rópaði hon húsfólk sítt og segði við tey: «Hyggið her! Hann hevur fingið okkum henda Hebrean til tess at leiða skemd yvir okkum! Hann kom inn til mín og vildi leggjast hjá mær; men eg rópaði alt tað, eg var ment; v15 og tá ið hann hoyrdi, at eg skar í at rópa, læt hann skikkju sína eftir seg hjá mær og flýddi út á geilar!»
Jósef verður settur í fangahús
v16 Hon læt nú skikkju hansara verða liggjandi hjá sær, til húsbóndi hansara kom heim aftur. v17 Hon segði honum tá frá øllum hesum og mælti: «Hasin hebráiski trælurin, sum tú hevur fingið okkum, kom inn til mín til tess at leiða skemd yvir meg; v18 men tá ið eg skar í at rópa, læt hann skikkju sína eftir seg her hjá mær og flýddi út á geilar!» v19 Tá ið húsbóndi hansara hoyrdi konu sína siga sær frá øllum hesum og mæla fyri munni: «Soleiðis hevur trælur tín farið at móti mær!» tá tendraðist vreiði hansara. v20 Og húsbóndi Jósefs tók hann og rindaði hann í myrkustovu, har sum kongsins fangar sótu. Soleiðis kom hann at sita í myrkustovu. v21 Men Harrin var við Jósefi, so at hann fekk góða fólkaeydnu og vann sær tokka hjá fangavørðinum í myrkustovuni; v22 tí setti fangavørðurin Jósef til at hava umsjón yvir øllum fangunum og læt hann skipa fyri øllum, ið teir skuldu gera. v23 Fangavørðurin hugdi ikki eftir nøkrum av tí, sum Jósef hevði fingið litið til; tí at Harrin var við honum; og alt, sum hann fekst við, læt Harrin hepnast honum.