Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrsta Mósebók, kapittul 43
Brøður Jósefs fara aðra ferð til Egyptalands
v1 Men tá ið teir høvdu etið upp tað kornið, sum teir vóru komnir við úr Egyptalandi, segði faðir teirra við teir: «Farið aftur og keypið okkum eitt sindur av korni til matna!» v2 Men Júda svaraði honum og segði: «Maðurin legði okkum ríkan við og segði: Tit fáa ikki andlit mítt at síggja, uttan tit hava bróður tykkara við tykkum! v3 Um tú nú sendir bróður okkara við okkum, skulu vit fara og keypa tær korn; v4 men sendir tú hann ikki við okkum, fara vit ongar vegir; tí at maðurin segði við okkum: Tit fáa ikki andlit mítt at síggja, uttan tit hava bróður tykkara við tykkum!» v5 Tá segði Ísrael: «Hví hava tit gjørt mær so illa at siga fyri manninum, at tit áttu ein bróður afturat?» v6 Teir svaraðu: «Maðurin fregnaði gjølla um okkum og ætt okkara og spurdi: Er faðir tykkara enn á lívi? Eiga tit ein bróður afturat? Og vit søgdu honum so, sum var; hvussu kundu vit vita, at hann fór at siga við okkum: Komið higar við bróður tykkara!» v7 Tá segði Júda við Ísrael, faðir sín: «Lat sveinin koma við mær, so at vit mega fara avstað til tess at bjarga lívinum, so at bæði vit og tú og børn okkara ikki týna lívið! v8 Eg leggi lívið við fyri hann; av hond míni kanst tú krevja hann; komi eg ikki aftur til tín við honum, og leiði eg hann ikki fram fyri teg, tá skal eg verða sekur fyri tær allar ævir! v9 Høvdu vit nú ikki havt drálað, so høvdu vit nú verið aftur á øðrum sinni!» v10 Tá segði Ísrael, faðir teirra, við teir: «Kann tað ikki vera øðrvísi, tá gerið hetta: Takið av gróðri landsins upp í sekkir tykkara og førið manninum sum gávu eitt sindur av balsami, eitt sindur av hunangi, roykilsi og myrru, pistásiualdin og mandlur; v11 og takið við tykkum tvífalt gjald, við tað at tit hava við tykkum eisini tað silvur, sum lá ovast í sekkjum tykkara; kanska tað hevur verið av misgáum. v12 Takið síðan bróður tykkara og farið aftur til mannin. v13 Guð hin alvaldi lati mannin vera tykkum miskunnsaman, so at hann letur hin bróður tykkara og Benjamin sleppa aftur við tykkum. Men skal eg verða barnleysur, tá má tað so vera!» v14 Menninir tóku nú hesa gávu; somuleiðis tóku teir tvífalt gjald við sær og Benjamin; síðan hildu teir ferðini til Egyptalands og gingu inn fyri Jósef. v15 Tá ið Jósef sá Benjamin teirra millum, segði hann við húshaldara sín: «Far við hesum monnum inn í húsið og slátra og matger, tí at menninir skulu eta døgurða saman við mær!» v16 Og maðurin gjørdi, eins og Jósef hevði sagt, og fór við monnunum inn í hús Jósefs. v17 Men tá ið menninir vórðu leiddir inn í hús Jósefs, vórðu teir ræddir og søgdu: «Vegna tað silvur, ið kom aftur við okkum á fyrra sinni, verða vit leiddir higar, so at hann skal ráðast á okkum og níva okkum og gera okkum til trælir og taka asnar okkara.» v18 Tá fóru teir til húshaldara Jósefs og talaðu við hann í húsdurunum, v19 og søgdu: «Halt okkum til góðar, harri! Vit fóru einaferð higar at keypa vistir; v20 men tá ið vit á heimferðini komu í náttarherbergið og opnaðu sekkir okkara, sí, tá lá silvurið hjá hvørjum ovast í sekki hansara, okkara silvur alt sum tað var; og nú eru vit komnir aftur við tí; v21 men vit hava eisini tikið annað silvur við okkum at keypa vistir fyri; ikki vita vit, hvør ið man hava lagt silvurið í sekkir okkara.» v22 Men hann svaraði: «Havið gott treysti og óttist ikki! Guð tykkara, Guð faðirs tykkara hevur lagt dýrgrip í sekkir tykkara; silvur tykkara havi eg fingið í varðveitslu.» Síðan leiddi hann Símeon út til teirra. v23 Maðurin fór nú við teimum inn í hús Jósefs og setti teimum vatn at tváa sær í um føturnar; og asnum teirra gav hann fóður. v24 Og teir løgdu gávuna til rættis, áður enn Jósef kom um middagsleitið; tí at teir høvdu hoyrt, at har skuldu teir fáa sær at eta. v25 Tá ið nú Jósef kom inn í húsið, fingu teir honum gávuna og lútaðu til jarðar fyri honum. v26 Hann heilsaði teimum og spurdi: «Hvussu veit gamla faðir tykkara við, sum tit høvdu á máli? Er hann enn á lívi?» v27 Teir svaraðu: «Træli tínum, faðir okkara, veit væl við; hann er enn á lívi.» Og teir lútaðu og nigu fyri honum. v28 Tá ið hann nú leit seg um og bar eyga við Benjamin, bróður sín, son móður sínar, mælti hann: «Er hetta hin yngsti bróðir tykkara, sum tit høvdu á máli fyri mær?» Og hann segði «Guð verði tær náðigur, sonur mín!» v29 Men Jósef skundaði sær burtur, tí at hjarta hansara brann av kærleika til bróður sín, so at hann hevði mestan hugin at gráta; hann fór tí inn í herbergið og græt har. v30 Og tá ið hann hevði tváað andlit sítt; kom hann aftur og læt einki á sær kenna og beyð at seta matin á borðið. v31 Síðan varð borðreitt soleiðis, at hann át fyri seg sjálvan og teir fyri seg sjálvar og somuleiðis fyri seg sjálvar teir Egyptar, ið vanir vóru at eta saman við honum; tí at ikki mega Egyptar eta saman við Hebreum, tí at tað er Egyptum andstygd. v32 Síðan vórðu teir skipaðir í sess framman fyri honum eftir aldri, soleiðis at hin elsti sat ovast og hin yngsti niðast; tá hugdu menninir bilsnir hvør upp á annan. v33 Og hann tók mat av sínum egna borði og fekk teimum; men Benjamin fekk fimm ferðir so nógv sum hvør av hinum. Og teir drukku saman við honum og vórðu væl hýrdir.