Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Fyrsta Mósebók, kapittul 47
Jákup frammi fyri Fárao
v1 Síðan gekk Jósef fyri Fárao við hesum tíðindum og mælti: «Faðir mín og brøður mínir eru komnir úr Kánáanlandi við smalum og stórdýrum sínum og øllum, sum teir eiga, og eru nú í Gosenlandi.» v2 Men hann hevði tikið við sær fimm av brøðrum sínum og leiddi teir fyri Fárao. v3 Tá segði Fárao við brøður hansara: «Hvat er atvinna tykkara?» Teir svaraðu Fárao: «Trælir tínir eru hirðar, bæði vit og fedrar okkara.» v4 Og teir søgdu við Fárao: «Vit eru komnir til tess at búgva um bil her í landinum, tí at fenaður træla tína hevur einki beitilendi, av tí at hungur og hallár er í Kánáanlandi: Loyv nú trælum tínum at búgva í Gosenlandi.» v5 Tá segði Fárao við Jósef: «Faðir tín og brøður tínir eru komnir til tín; v6 tí skal Egyptaland standa tær í boði; tú mást lata faðir tín og brøður tínar taka upp bústað í tí besta landsluti; búgvi teir í Gosenlandi; og um tú finnur avreksmenn teirra millum, tá skipa teir umsjónarmenn yvir fæflokkum mínum.» v7 Síðan kom Jósef við Jákupi, faðir sínum, og leiddi hann inn fyri Fárao; og Jákup lýsti signing yvir Fárao. v8 Tá spurdi Fárao Jákup: «Hvussu nógvir eru ævidagar tínir?» v9 Jákup svaraði Fárao: «Ævidagar útiseturs míns eru eitt hundrað og tríati ár; fáir og vándir hava ævidagar mínir verið og eru nógv styttri enn tann aldur, ið fedrar mínir slitu í útlegd síni.» v10 Og tá ið Jákup hevði lýst signing yvir Fárao, fór hann út aftur frá honum. v11 Men Jósef fekk faðir sínum og brøðrum sínum bústað og gav teimum ognir í Egyptalandi, í tí besta landslutinum, í Rámeseslandi, eins og Fárao hevði boðið. v12 Og Jósef veitti faðir sínum og brøðrum sínum og øllum húsfólki faðirs síns vistir eftir tali barnanna.
Jósef ger Egyptar til uppsitarar
v13 Men um alt landið var nú einki eftir til matna, tí at svølturin var harður, og bæði Egyptaland og Kánáanland vóru illa nívd av hallárunum. v14 Jósef dró tá saman tað silvur í Egyptalandi og Kánáanlandi, sum var goldið fyri tað korn, ið teir høvdu keypt; og hann flutti tað í húsið hjá Fárao. v15 Men tá ið silvurið treyt í Egyptalandi og Kánáanlandi, komu allir Egyptar til Jósefs og søgdu: «Gev okkum breyð! Hví skulu vit doyggja her beint fyri eygum tínum fyri tað, at silvur okkara trýtur?» v16 Men Jósef svaraði: «Komið higar við fenaði tykkara, so skal eg geva tykkum breyð aftur fyri hann, um silvur trýtur!» v17 Tá fóru teir til Jósefs við fenaði sínum; og hann fekk teimum breyð aftur fyri rossini og seyðin og neytini og asnarnar. Soleiðis helt hann teir tað árið við breyði fyri fenað teirra. v18 Men tá ið árið var at enda, komu teir aftur til hansara og søgdu við hann: «Vit vilja ikki loyna tað fyri harra okkara, men nú trýtur silvurið, og fenaður vár er vorðin ogn harra okkara; so nú hava vit einki til harra okkara, uttan einans likam og jørð okkara! v19 Hví skulu vit farast her beint fyri eygum tínum, bæði vit og jørð okkara? Keyp tú heldur okkum og jørð okkara fyri breyð, so vilja vit vera trælir hjá Fárao; og gev okkum sáðkorn, so at vit mega vera á lívi og ikki doyggja, og jørð okkara ikki verða løgd í oyði!» v20 Tá keypti Jósef til Fárao alla jørð í Egyptalandi; tí at allir Egyptar seldu jørð sína, av tí at svølturin nívdi teir illa. Soleiðis ognaðist Fárao alt landið. v21 Og hann gjørdi til trælir fólkið alt úr einum enda landsins í annan. v22 Einans jørð prestanna keypti hann ikki; tí at teir fingu vissar tilskilaðar vistir frá Fárao; og teir livdu av sínum tilskilaðu vistum, ið Fárao gav teimum. Tessvegna nýttist teimum ikki at selja jørð sína. v23 Síðan segði Jósef við fólkið: «Eg havi nú keypt tykkum og jørð tykkara til Fárao; og her hava tit nú sáðkorn til at sáa jørð tykkara við. v24 Men av úrtøkum tykkara skulu tit geva Fárao fimtingin; hinar fýra fimtingarnar skulu tit hava til at sáa jørðina við og tykkum og húsfólkum tykkara til matna, og til føðslu hjá børnum tykkara.» v25 Tá svaraðu teir: «Tú eigur lívið í okkum! Máttu vit nú funnið náði í eygum tínum, so skulu vit vera trælir Fáraos.» v26 Jósef gjørdi nú ta lóg, sum enn er í gildi, at Fárao skuldi fáa fimtingin av jørð Egyptalands; einans jørð prestanna gjørdist ikki ogn Fáraos.
Jákup um jarðarferð sína
v27 Ísrael búði nú í Egyptalandi, í Gosenlandi; og teir reistu sær bygdir og aldu børn og fjølgaðust í stórum. v28 Jákup livdi seytjan ár í Egyptalandi. Soleiðis vórðu allir ævidagar Jákups eitt hundrað og fjøruti og sjey ár. v29 Men tá ið Ísrael nærkaðist deyðastundini, kallaði hann Jósef, son sín, til sín og segði við hann: «Havi eg funnið náði í eygum tínum, tá legg hond tína undir lendar mínar og játta, at tú vilt sýna mær ta góðsku og trúfesti ikki at jarða meg her í Egyptalandi. v30 Eg vil hvíla hjá fedrum mínum; tí skalt tú flyta meg úr Egyptalandi og jarða meg í grøv teirra.» Hann svaraði: «Eg skal gera, eins og tú mælir til.» v31 Men hann segði: «Ger mær eið upp á tað.» Og hann gjørdi honum eið upp á tað. Tá lútaði Ísrael tilbiðjandi niður at høvdalagnum.