Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrsta Mósebók, kapittul 49
Jákup boðar forløg sona sína
v1 Tá kallaði Jákup synir sínar til sín og segði: «Savnist her, so skal eg kunngera tykkum tað, sum tykkum verður fyri í komandi tíðum. v2 Komið higar og gevið ljóð, tit synir Jákups; lýðið á Ísrael, faðir tykkara! v3 Ruben, tú mín frumgitni sonur, kraft mín og fyrsti alvi, fremstur í tign og fremstur í mátti! v4 Men fyri títt brúsandi bráðlyndi skalt tú ikki vera fremstur; tí at tú steig upp í legu faðirs tíns – tá gjørdi tú illa – upp í hjúnalegu mína steig hann. v5 Símeon og Levi eru brøður, valdsamboð eru vápn teirra. v6 Sál mín komi ikki í samlag teirra; sømd mín havi ikki felagsskap við samkomu teirra, tí at í vreiði drópu teir menn, og av bráðræsi kvettu teir hælsinur oksanna. v7 Bølbiðin verði vreiði teirra, tí at hon var mikil og bræði teirra, tí at hon brann! Eg spjaði teir í Jákupi og sundri teir í Ísrael! v8 Júda, teg skulu brøður tínir tigna; hond tín skal taka fíggindar tínar í nakkan; tær skulu synir faðirs tíns lúta. v9 Ljónshvølpur er Júda; frá ráni tú rísur, sonur mín. Hann legst á ból og rembist eins og ljónið, eins og kvennljónið; hvør torir at reka hann upp? v10 Kongastavurin skal ikki víkja frá Júda og veldissprotin ikki frá fótum hans, til hann kemur, sum stavin skal hava, og sum tjóðirnar skulu lýða. v11 Hann bindur við víntræið asna sín, við víngreinina asnafolan; í víni tváar hann klæði síni, í vínberjablóði møttul sín, v12 við eygum kámum av víni og tonnum hvítum av mjólk. v13 Zebulon býr við sævarstrond, við strondina, har skipini hølast; og land hansara røkkur at Zidon. v14 Issakar, hin beinmikli asni, ið liggur og rembist í kvíggjum sínum; v15 hann sá, at hvíldin var góð og landið yndisligt; tí boygdi hann herðar sínar undir byrðar og varð knuggandi trælur. v16 Dán veitir fólki sínum rætt eins væl og nøkur Ísraels ætt. v17 Dán veri ormur við vegin, høggormur á gøtuni, ið bítur hestin í hælsinurnar, so reiðmaðurin dettur afturav! v18 Á frelsu tína troysti eg, Harri! v19 Gád, á hann herja ránsflokkar; men hann vegur teir, meðan teir flýggja. v20 Ásjer – feit er føðsla hans; hann veitir kongakrásir. v21 Naftali er hind, ið sloppin er leys; hann mælir fagurlátum orðum. v22 Jósef er ungur aldinviður, ungur aldinviður við kelduvað; greinar hans toyggja seg upp um garðin. v23 Ørvagarpar ráddust á hann, skutu eftir honum og søktu at honum. v24 Men stinnur var bogi hans og armar hansara sterkir; hesin máttur kom frá Jákups veldiga, hirðanum, Ísraels kletti, v25 frá Guði, føður tíns – hann hjálpi tær; frá hinum alvalda – hann signi teg við signing himinsins í erva og við signing djúpsins í neðra, við signing brósta og móðurlívs. v26 Signingar føður tíns bera av signingum hinna ævigu fjalla, bera av dýrd hinna elligomlu heyggja; komi tær yvir høvur Jósefs, yvir hviril hans, ið er høvdingi millum brøðra sína! v27 Benjamin er úlvur, ið skræðir sundur; um morgunin etur hann bráð, um kvøldið býtir hann aftur herfong sundur.» v28 Hesar eru allar ættir Ísraels, tólv í tali, og hetta er tað, sum faðir teirra segði við teir. Og hann vælsignaði hvønn teirra við teirri signing, sum hóskaði teimum.
Jákup andast
v29 Og hann beyð teimum og segði við teir: «Eg savnist nú til frænda mína; jarðið meg hjá fedrum mínum í hellinum á jarðarstykki Efrons Hetita, v30 í hellinum á Makpela-vøllum áraka Mamre í Kánáanlandi, í teirri jørðini, sum Ábraham keypti frá Efroni Hetita, til at jarða í. v31 Har jarðaðu teir Ábraham og Sáru, konu hansara, har jarðaðu teir Ísak og Rebekku, konu hansara, og har jarðaði eg Leu. v32 Jørðin og hellið har varð keypt frá Hetitum.» v33 Tá ið Jákup hevði lokið hesum fyriskipanum við synir sínar, dró hann føturnar upp í leguna; síðan andaðist hann og savnaðist til fedra sína.