Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Fyrsta Mósebók, kapittul 6
Spilla menniskjunnar
v1 Men tá ið menninir tóku at fjølgast á jørðini, og døtur vórðu teimum føddar, v2 tá bar so á, at synir Guðs vórðu varir við, hvussu fagrar mannadøturnar vóru; og teir tóku sær til konu allar, sum teir fingu hug á. v3 Tá segði Harrin: «Andi mín skal ikki allar ævir búgva í menniskjuni, tí at hon er jú hold; og ævidagar hennara skulu vera eitt hundrað og tjúgu ár.» v4 Á teimum døgum vóru risarnir á fold og eisini seinni, tí at synir Guðs vóru gingnir inn til mannadøtranna, og tær føddu teimum børn; tað vóru hetjurnar, sum í forðum vóru navnframar. v5 Tá ið Harrin sá, at illskapur menniskjanna var mikil á fold, og at tær í hjarta sínum einans hugsaðu um at fremja illverk tann líðilanga dag, v6 tá iðraði Harrin seg um at hava skapað menniskjuna á fold; og tað neit hann í hjartað. v7 Og Harrin segði: «Eg vill oyða menniskjuna, sum eg havi skapað, burtur av jørðini, bæði menn og fenað, skriðkykt og fuglar himinsins, tí meg iðrar at hava skapað tey!» v8 Men Nóa fann náði í eygum Harrans.
Guð boðar flóð og skipar at byggja ørkina
v9 Hetta er ættarsøga Nóa. Nóa var maður rættlætur og gudrøkin í síni øld. Nóa gekk við Guði. v10 Og Nóa gat tríggjar synir: Sem, Kam og Jáfet. v11 Men jørðin var spilt í eygum Harrans; og jørðin fyltist av yvirgangsverkum. v12 Guð leit at jørðini og sí, hon var vorðin spilt, tí at alt hold hevði spilt leið sína á fold.
v13 Tá mælti Guð við Nóa: «Eg havi rátt av at gera enda á øllum holdi, tí av teirra ávum er jørðin full av yvirgangsverkum; nú vil eg oyða tey burtur av jørðini! v14 Men ger tú tær ørk av goferviði; og tú skalt gera herbergi í ørkini og bræða hana bæði innan og uttan við biki. v15 Og tú skalt gera ørkina soleiðis: Trý hundrað alnir skal hon vera long, fimmti alnir breið og tríati alnir høg. v16 Og takið skalt tú leggja á ørkina, so at tað røkkur eina alin útum frá í erva; og á síðu hennara skalt tú seta hurð og leggja trý loft í ørkina: eitt niðasta, eitt miðloft og eitt ovasta loft. v17 Sí, eg lati nú vatnflóðina koma yvir jørðina til at avoyða alt hold við lívsanda í undir himninum; alt, sum á jørðini er, skal týna lívið! v18 Men við teg vil eg gera sáttmála mín: tú skalt fara inn í ørkina, tú og synir tínir og kona tín og sonakonur tínar við tær. v19 Av øllum djórum, av øllum holdi, skalt tú taka eitt par av hvørjum kyni inn í ørkina til at verða á lívi saman við tær; tey skulu vera kalldjór og kvenndjór, v20 av fuglunum eftir sínum kyni, av fenaðinum eftir sínum kyni og av øllum skriðkykti jarðar eftir sínum kyni; av øllum skal eitt par koma til tín til tess at verða á lívi. v21 Og tú skalt taka av alskyns etandi mati og savna tað til tín, so at tað kann verða tær og teimum til føðslu.» v22 Nóa so gjørdi; hann bar seg at í øllum lutum eins og Guð hevði boðið honum.