Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrsta Mósebók, kapittul 7
Flóðin mikla. Nóa fer inn í ørkina
v1 Tá segði Harrin við Nóa: «Gakk tú og alt húski títt inn í ørkina, tí at teg havi eg sæð rættlátan fyri ásjón míni í hesum ættarliði. v2 Av øllum reinum djórum skalt tú taka tær sjey pør, kalldjór og kvenndjór; og av øllum teimum djórum, sum ikki eru rein, eitt par, kalldjór og kvenndjór. v3 Eisini av fuglum himinsins sjey pør, kalldjór og kvenndjór til tess at lata avkom eftir seg á allari jørðini. v4 Tí at um sjey dagar lati eg tað regna á jørðina í fjøruti dagar og fjøruti nætur og oyði av jørðini hvørja skepnu, sum eg havi skapað.» v5 Nóa gjørdi nú í øllum lutum, eins og Harrin hevði boðið honum. v6 Nóa var seks hundrað ára gamal, tá ið vatnflóðin kom yvir jørðina. v7 Nóa og synir hans, kona hans og sonakonur hans við honum fóru tá inn í ørkina undan vatnflóðini. v8 Av reinum djórum og av teimum djórum, ið ikki vóru rein, av fuglunum og øllum, sum skríður á jørðini, v9 komu pørini eitt fyri og annað eftir til Nóa í ørkina, kalldjór og kvenndjór eins og Harrin hevði boðið Nóa.
Flóðin oyðir alt lív á jørð
v10 Og tá ið nú teir sjey dagarnir vóru umlidnir, kom vatnflóðin yvir jørðina. v11 Á sætta hundraðasta aldursári Nóa, á seytjanda degi í øðrum mánaði, á tí degi opnaðust keldur hins mikla frumhavs, og allar lúkur himinsins fóru frá. v12 Og glopraregnið dundi yvir jørðina í fjøruti dagar og fjøruti nætur. v13 Á hesum sama degi fór Nóa inn í ørkina og við honum synir hansara Sem, Kam og Jáfet, kona hansara og sonakonur hans tríggjar, v14 og somuleiðis øll villdjórini eftir sínum kyni og allur fenaður eftir sínum kyni og alt skriðkykt á jørðini eftir sínum kyni og allir fuglar eftir sínum kyni og alt, sum veingir hevur; v15 av øllum holdi, sum lívsanda hevur, fóru tey eitt parið fyri og annað eftir inn í ørkina til Nóa. v16 Av øllum holdi gingu tey inn, kalldjór og kvenndjór, eins og Guð hevði boðið honum. Og Harrin læt aftur eftir honum. v17 Tá kom vatnflóðin yvir jørðina í fjøruti dagar, og vatnið vaks og lyfti ørkini, so at hon varð hevjað upp frá jørðini. v18 Og vatnið megnaðist og vaks stórum á jørðini, og ørkin rak um á vatninum. v19 Og vatnið vaks og vaks á jørðini, til øll hini høgu fjøll, sum eru undir øllum himninum, vóru undir; v20 fimtan alnir stóð vatnið fyri oman fjøll og fjaldi tey. v21 Tá doyði alt hold, sum rørdist á jørðini, bæði fuglar og fenaður, villdjórini og alt skriðkykt, sum skreið á jørðini, og allar menniskjur, v22 alt, sum hevði lívsanda í nasum sínum, alt, sum var á turrlendinum, tað doyði. v23 Soleiðis avoyddi hann allar skepnur, ið vóru á jørðini, bæði fólk og fenað, skriðkykt og himinsins fuglar, tað oyddist burtur av jørðini. Einans Nóa var eftir og tey, sum við honum vóru í ørkini. v24 Og vatnið megnaðist á jørðini í eitt hundrað og fimmti dagar.