Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Fyrsta Mósebók, kapittul 8
Flóðin linnar
v1 Tá mintist Guð Nóa og øll djórini og allan fenaðin, sum var við Nóa í ørkini; og Guð læt vind blása yvir jørðina, so at vatnið tók at minka; v2 keldur frumhavsins og lúkur himinsins lótust aftur, og glopraregnið av himni lætti av. v3 Og vatnið hvarv í hvørjum av jørðini og minkaði burtur eftir hundrað og fimmti døgum. v4 Seytjanda dagin hins sjeynda mánaðar stóð ørkin á Árarats fjalli. v5 Og vatnið minkaði so við og við alt fram at tíggjunda mánaði; og fyrsta dag hins tíggjunda mánaðar komu fjallatindarnir undan. v6 Tá ið nú fjøruti dagar vóru umlidnir, læt Nóa upp gluggan, sum hann hevði gjørt á ørkina, v7 og sendi ravn út; hann helt á at fljúgva aftur og fram, til vatnið tornaði av jørðini. v8 Síðan slepti hann dúgvu út til at vita, um vatnið var farið av jørðini. v9 Men tá ið hon ongan stað fann til at hvíla seg á, snúðist hon aftur til hansara í ørkina; tí at enn var vatn yvir allari jørðini; hann rætti tá hondina út og tók hana til sín inn í ørkina. v10 Síðan bíðaði hann aftur aðrar sjey dagar og slepti aftur dúgvuni út úr ørkini. v11 Móti kvøldi kom dúgvan aftur til hansara og hevði grønt oljuviðarblað í nevinum; tá skilti Nóa, at vatnið var farið av jørðini. v12 Hann bíðaði tá aftur aðrar sjey dagar og slepti síðan dúgvuni út; men tá kom hon ikki aftur til hansara meira. v13 Og á sætta hundraðasta og fyrsta aldursári Nóa, á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar, var vatnið tornað av jørðini; tá tók hann takið av ørkini, leit um seg og sá, at jørðin var turr. v14 Á tjúgunda og sjeynda degi í øðrum mánaði var jørðin turr.
Nóa fer úr ørkini
v15 Tá talaði Guð við Nóa og segði: v16 «Far út úr ørkini, tú og kona tín og synir tínir og sonakonur tínar við tær; v17 og hav út við tær øll djór, sum hjá tær eru, alt hold, bæði fuglar og fenað og øll skriðkykt, sum skríða á jørðini, til tess at tey mega yðja á jørðini og nørast og fjølgast á foldum!» v18 Tá fór Nóa út og synir hans og kona hans og sonakonur við honum; v19 øll villdjórini, allur fenaður og allir fuglar og alt skriðkykt, ið skríður á jørðini, hvørt eftir sínum kyni, fór út úr ørkini.
Hann ofrar; fyrijáttan Harrans
v20 Tá reisti Nóa Harranum altar og tók av øllum reinum djórum og øllum reinum fuglum og ofraði brennioffur á altarinum. v21 Men tá ið Harrin kendi góðan royk, segði hann við sjálvan seg: «Eg vil ikki aftur banna jørðina mannanna vegna; tí at hjarta mansins stundar á tað illa alt frá ungdómi hans; eg vil ongantíð aftur deyða alt, sum livir, eins og eg nú havi gjørt. v22 Meðan jørðin stendur, skal sáðtíð og heystingartíð, frost og hiti, summar og vetur, dagur og nátt ikki svitast.»