Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 6
v1 Til songmeistarans; við streingjaleiki; til sjeminit ein sálmur av Dávidi. v2 Harri, revsa meg ei í vreiði tíni, aga meg ei í ilsku tíni! v3 Náða meg, Harri, tí eg maktist! Grøð meg, Harri, tí bein míni nøtra, v4 og sál mín nøtrar so sára! Men tú, Harri, hvør leingi? v5 Kom aftur, Harri, og bjarga míni sál, frels meg fyri tínar miskunnar sakir! v6 Tí einki er minnið um teg í deyða; hvør syngur tær lov í hel? v7 Eg eri troyttur av at stynja; hvørja nátt eg bloyti song mína, væti beðin við tárum mínum. v8 Mítt eyga tærist av móði, eldist av øllum fíggindum mínum. v9 Víkið frá mær, tit allir illgerðarmenn! Tí Harrin hevur hoyrt grát mín. v10 Harrin hevur hoyrt mína eymkan, Harrin tekur við míni bøn. v11 Skemdir og ræddir fíggindar mínir allir skulu verða, skulu víkja og verða fyri skommum í bræði.