Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Orðtøk Sálomons, kapittul 1
Inngangur
v1 Orðtøk Sálomons, Dávidssonar, Ísraels kongs, v2 til at læra vísdóm og aga, at fata skilagóð orð, v3 til at nema aga og vit, rættlæti, rættvísi og rættferð, v4 til at veita teimum óroyndu ráð, teimum ungu kunnskap og skil – v5 hin vísi skal lýða á og økja sín lærdóm, hin vitri skal læra seg lívsreglur góðar – v6 til at skilja orðtøk og líknilsi, vísmanna orð og gátur teirra.
Ávaring móti at gera ilt
v7 Ótti fyri Guði er upphav at vísdómi, vitsku og aga vanvirða dárar. v8 Lýð tú, sonur, mín, á áminning faðirs tíns og vraka ikki rættleiðing móður tínar; v9 tí at tær eru yndisligur kransur á høvdi tínum, ein dýrabar keta um háls tín. v10 Sonur mín, tá ið syndarar lokka teg, tá eftirlíka teimum ikki. v11 Tá ið teir siga: «Kom tú við okkum! Lat okkum leggjast á loynum til manndráps, søkja at sakleysum manni uttan grund; v12 vit skulu gloypa teir livandi eins og hel, við húð og hári eins og teir, ið eru farnir til moldar. v13 Alskyns dýrar lutir skulu vit ognast, hús okkara fylla við ráni. v14 Javnan lut skalt tú taka við okkum, ein posa skulu vit allir í felagi hava.» v15 Sonur mín, tá gakk ikki teirra gøtur, halt fóti tínum burtur frá leiðum teirra. v16 Tí at føtur teirra eru skjótir til tað illa, snarir til at úthella blóð. v17 Tí at til einkis verður netið tant út, meðan allir veingjaðir fuglar tað síggja; v18 teir søkja at sínum egna lívi, liggja á loynum eftir sær sjálvum. v19 Soleiðis gongst øllum, ið eftir órættum vinningi tráa, hann drepur sín egna harra.
Vísdómurin kallar á fólkið
v20 Vísdómurin kallar hátt á gøtunum, letur rødd sína ljóða á torgunum; v21 hann rópar á fjølgongdum vegamótum, við borgarliðini flytur hann talu sína: v22 «Hvussu leingi ætla tit, fávitskutir, at elska fávitsku, og tit, spottarar, at hava yndi av spotti, og tit, dárar, at hata kunnskap? v23 Vendið við til leiðbeining mína, sí, tá lati eg anda mín streyma yvir tykkum, tá kunngeri eg tykkum orð míni. v24 Men av tí at tit førdust undan, tá ið eg kallaði, og eingin gav tí gætur, tó at eg rætti hondina út, v25 heldur vanvirdu øll míni ráð og skoyttu ikki leiðbeining míni; v26 tí man eg læa í ólukku tykkara, spotta, tá ið ræðslan tykkum rámar; v27 tá ið ræðslan tykkum rámar sum torusláttur, og ólukka tykkara kemur sum ein hvirla, tá ið neyð og angist á tykkum koma. v28 Tá munnu teir kalla á meg, men eg svari teimum ikki, teir munnu leita eftir mær, men finna meg ikki. v29 Tí at teir hataðu kunnskap og ansaðu ikki ótta fyri Guði, v30 skoyttu ikki ráðum mínum og vanvirdu alla leiðbeining mína; v31 tá skulu teir njóta ávøkstin av atferð síni og av sínum egnu svikræðum mettast. v32 Tí at fráhald teirra fávitskutu drepur teir, og trygd dáranna er teimum til undirgangs. v33 Men tann, ið lýðir á meg, man búgva í trygdum, man liva í friði uttan at óttast fyri illum.»