Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Orðtøk Sálomons, kapittul 14
Framhald av fyrsta savni
v1 Vitskan hjá konum byggir húsið, men fávitskan rívur tað niður við hondum sínum. v2 Tann, sum rættiliga fer fram, óttast Harran, men tann, sum krókvegir gongur, vanvirðir hann. v3 Í munni hins fákunna er hugmóðs koyril, men hjá vísum eru varrarnar ein vernd. v4 Har sum eingi neyt eru, har er krubban tóm, men er oksin sterkur, verður inntøkan stór. v5 Sannført vitni lýgur ikki, men svikaligt vitni fer við lygn. v6 Spottarin søkir vísdóm, men til einkis, men hyggin maður lættliga kunnleika finnur. v7 Far frá fávitskutum manni avstað, og ei tú fekst kunnskapar varrar at kenna. v8 Vísdómurin hjá klókum manni er veg sín at skilja, men fákunnin hjá býttlingunum er svik. v9 Skuldofrið dárarnar spottar, men hjá rættiligum er góður tokki. v10 Hjartað kennir sína egnu sorg, og í gleði tess kann eingin annar seg blanda. v11 Hjá gudleysum verða húsini løgd í oyði, men hjá rættiligum standa tjøldini í blóma. v12 Mangur kann halda ein veg vera rættan, men endin á honum er heljarleiðir. v13 Enntá í látri kennir hjartað trega, og endin á gleðini er harmur. v14 Av atferð síni skal hin svikaligi mettast og góður maður av gerningum sínum. v15 Hvørjum orði hin einfaldi trýr, men hin klóki varðar øll síni stig. v16 Hin vísi óttast og víkur frá illum, men hin fákunni er bráður og óskoytin. v17 Bráðræsin maður ger dáraverk, men svikafullur maður hataður verður. v18 Einfaldir fávitsku arva, men vitrir verða av kunnskapi krýndir. v19 Vándir skulu lúta fyri góðum, og gudleysir níga fyri durum hjá rættvísum. v20 Enntá av næstingum sínum verður fátækur hataður, men mangir eru teir, sum ríkan elska. v21 Tann, sum vanvirðir næsta sín, ger synd, men sælur er tann, sum armingum várkunnar. v22 Munnu teir ikki villast, sum hugsa um ilt, og teir fáa miskunn og trúskap, sum hugsa um gott? v23 Av øllum strevi vinningur fæst, men ber orð geva einki uttan tap. v24 Ríkidømið er vísum ein krúna, men fávitskan hjá dárum er fávitska. v25 Sannført vitni bjargar lívi, men tann, sum fer við lygn, er svikari. v26 Tann, sum Harran óttast, eigur sterka vernd, og fyri børnum hans skal verða lívd. v27 Ótti fyri Harranum er lívskelda til tess at sleppa undan deyðans snerrum. v28 Fjøld av fólki er kongsins prýði, men trot av fólki er høvdingans fall. v29 Spakførur maður hevur mikið skynsemi, men bráðlyntur maður fávitsku sýnir. v30 Tolið hjarta er lív fyri likamið, men bráðræsi er rot í beinum. v31 Tann, sum armingan kúgar, vanvirðir skapara hans, men tann, sum miskunnar fátækum, ærar hann. v32 Hin gudleysi fellur fyri illskap sín, men hinum rættvísa er sakloysið ein lívd. v33 Í hjartanum á vitrum heldur vísdómur seg kvirran, men hjá fávitskutum gerst hann kunnur. v34 Rættvísi lyftir einum fólki, men syndin er fólkanna skomm. v35 Hyggin tænari konginum væl líkar, men vreiði hans fær tann, sum illa ber seg at.