Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Orðtøk Sálomons, kapittul 2
Ávøkstur vísdómsins
v1 Sonur mín, um tú tekur við orðum mínum og goymir boð míni hjá tær, v2 so at tú vendir oyra tínum til vísdóms og hjarta títt boyggir at skynsemi, v3 ja, um tú kallar á klókskap, letur róp títt ljóða eftir skili, v4 um tú leitar eftir teim sum eftir silvuri, sóknast eftir teim sum eftir fjaldum gripum, v5 tá manst tú skilja, hvat gudsótti er, og kunnskap um Guð manst tú finna. v6 Tí at Harrin gevur vísdóm, av munni hans koma kunnskapur og skil; v7 hann goymir teimum rættsintu lukkuna, er skjøldur teirra, sum í sakloysi ganga, v8 tí at hann vakir yvir stigum rættarins og varðveitir vegin hjá teim, ið hann óttast. v9 Tá manst tú fata rættvísi og rættferð, rættlæti, hvønn ein góðan veg. v10 Tí at vísdómurin man koma inn í hjarta títt, og kunnskapurin vera sál tíni yndisligur; v11 umhugsan man vaka yvir tær, skynsemi man varðveita teg – v12 fyri at frelsa teg frá einum illum vegi, frá teimum monnum, ið fara við falsi, v13 frá teim, ið fara av rættferðar leiðum fyri at ganga á myrkursins vegum, v14 ið hava gleði av tí at gera ilt og fegnast av ilskubrøgdum, v15 ið vegir sínar krókutar gera og allar sniðgøtur ganga; v16 fyri at frelsa teg frá annars mans konu, frá fremmandari konu við blíðmæltum orðum, v17 ið ungdóms vin sín hevur svikið og gloymt hevur sáttmálan við Guð sín; v18 tí at hús hennara horvir í deyðan, spor hennara leiða til deydninganna niður; v19 teir, ið inn til hennara fara, koma ikki aftur, og aldri teir komast á lívsins vegir – v20 fyri at tú kanst ganga á góða manna vegi og halda teg á leiðum teirra rættvísu. v21 Tí at teir rættsintu munnu byggja landið, og teir sakleysu verða eftir í tí. v22 Men teir gudleysu munnu verða oyddir úr landinum, og teir svikaligu verða slitnir upp úr tí.