Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Orðtøk Sálomons, kapittul 25
Fjórða savn
v1 Eisini hetta eru orðtøk Sálomons, tey sum menn Hizkia Júdakongs hava savnað. v2 Tað er Guðs heiður at dylja eitt mál, tað er konga heiður at rannsaka eitt mál. v3 Himnahædd og jarðardýpd og kongahjarta kann eingin útgrunda. v4 Verða sindrini tikin burtur úr silvurinum, tá fær smiðurin eina skál úr tí. v5 Verða gudleysir tiknir burtur frá konginum, tá verður hásæti hans við rættvísi fest. v6 Erpa tær ikki inni fyri kongi, og stilla teg ikki á stórmanna stað. v7 Tí at betri er, at menn siga við teg: «Førka teg higar upp!» enn at teir flyta teg niður um frægan mann, sum tó eygu tíni hava sæð. v8 Ver ikki snarur at birta sak; tí at hvat ætlar tú síðan at gera, tá ið næsti tín ger teg til skammar? v9 Før tú sak tína móti næsta tínum, men ber ikki annars mans loyndarmál út, v10 fyri at tann, sum hoyrir tað, ikki skal teg lasta, og tú altíð hava eitt ringt orð á tær. v11 Eins og gullepli í prýðiligum silvurskálum, so eru orð, sum í rættum tíma eru talað. v12 Eins og gullringur í oyra og gyltur sproti, so er ein vísur, sum áminnir hoyrandi oyra. v13 Eins og svalandi kavi á heystdegi, so er ein trúgvur sendisveinur hjá honum, sum hann sendir; hann lívgar upp sál húsbónda síns. v14 Skýggj og vindur, og tó einki regn, so er maður, sum reypar av gávumildi, men tó einki gevur. v15 Við tolmóði verður dómarin vunnin, og mjúk tunga brýtur sundur bein. v16 Finnur tú hunang, tá et tað, tær tørvar, so at tú ikki verður ovmettur og spýrt hann upp aftur. v17 Stíg sjáldan fót tín inn í hús næsta tíns, so at hann ikki verður leiður av tær og hatar teg. v18 Hamar og svørð og hvøss ørv, so er maður, sum vitnar fals móti næsta sínum. v19 Moyrkin tonn og skinklutur fótur, so er álit á svikara neyðardagin. v20 Eins og tann, sum letur seg úr klæðunum ein kuldadag, eins og edikur á nátron, so er tann, sum syngur sangir fyri sorgarbundnum hjarta. v21 Er fíggindi tín svangur, tá gev honum mat, er hann tystur, tá gev honum drekka; v22 tí at tá bert tú saman eldgløður á høvur hans, og Harrin skal løna tær tað aftur. v23 Norðanvindurin føðir regn, og sley í loyndum illfrýnt andlit. v24 Betri at búgva í einum horni á takinum enn at hava sambúgv við klandursamari konu. v25 Eins og kalt vatn fyri deyðmødda sál, so eru góð tíðindi úr fjarskotnum landi. v26 Eins og gruggut kelda og spiltur brunnur, so er rættvísur maður, sum fjáltrar, so at gudleysur sær. v27 At oveta seg av hunangi er ikki gott, men at granska hitt torførasta er ein heiður. v28 Eins og staður, sum múrarnir eru niðurbrotnir uttanum, so er maður, sum ikki kann skapi sínum ráða.