Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Orðtøk Sálomons, kapittul 30
Orð Águrs
v1 Orð Águrs Jákesonar. Profetorðið. Maðurin sigur: Eg havi stríðst, o Guð; eg havi stríðst, o Guð, og eg gavst. v2 Tí at eg eri ov fákunnur til at eita maður, og eg havi ikki mannavit. v3 Og eg havi ikki lært vísdóm, so at eg havi fingið kunnleika um hin heilaga. v4 Hvør er farin upp til himna og niður aftur komin? Hvør hevur savnað vindin í lúkur sínar? Hvør hevur bundið vatnið í skikkju sína? Hvør hevur reist allar endarnar á jørðini? Hvussu eitur hann, og hvussu eitur sonur hans – um tú veitst tað? v5 Hvørt eitt orð Guðs er reint; hann er teimum ein skjøldur, sum leita sær høli hjá honum. v6 Legg einki aftur at orði hans, at hann ikki skal revsa teg, og tú standa sum lygnari. v7 Tveir lutir havi eg biðið teg um, sýt mær teir ikki, áðrenn eg doyggi: v8 Lat fals og lygiorð vera langt frá mær, gev mær hvørki armóð ella ríkidømi, men lat meg fáa tað breyð, sum til mín er býtt! v9 Eg kundi annars vorðið ov mettur og noktað teg og sagt: «Hvør er Harrin?» Ella eg kundi, um eg varð armur, stolið og spottað navn Guðs míns. v10 Baktala ikki tænara fyri húsbónda hans, so at hann ikki skal biðja ilt fyri tær, og tú kemur at bøta. v11 Ein ætt, sum bannar faðir sín og ikki vælsignar móður sína; v12 ein ætt, sum heldur seg vera reina, og hevur ikki vaskað óreinskuna av sær; v13 ein ætt, sum lyftir eygunum hátt og setir eygnalokini upp í loft; v14 ein ætt, sum hevur svørð til tenn og knívar til jakslar fyri at uppeta armingar úr landinum og alt neyðarfólk millum manna. v15 Blóðigulin hevur tvær døtur: Gev! Gev! Trý eru til, sum ongantíð mettast, fýra, sum aldri siga: «Nóg mikið»: v16 Helheimur og móðurlív, sum ikki barnast, jørðin, sum aldri mettast av vatni, og eldurin, sum aldri sigur: «Nóg mikið!» v17 Tað eyga, sum spottar faðir og vanvirðir lýdni móti móður, tað skulu ravnarnir við ánna pikka út og arnarungarnir eta. v18 Tríggir lutir eru mær undurfullir, og fýra, sum eg ikki skilji: v19 Vegurin hjá ørn gjøgnum loftið, vegurin hjá ormi yvir klettin, vegurin hjá skipi um havið, og vegurin hjá manni til konu. v20 Soleiðis er atburðurin hjá ótrúgvari konu: Hon etur og turkar sær um munnin og sigur: «Eg havi einki ilt gjørt.» v21 Undir trimum gongur jørðin kyk, og undir fýra hon ikki reisist við: v22 Undir træli, tá ið hann verður kongur, og dára, tá ið hann verður mettur av breyði; v23 undir vrakaðari konu, tá ið hon verður gift, og ternu, tá ið hon arvar frúgv sína. v24 Fýra eru til, sum eru smá á jørðini, og hava tó miklan vísdóm: v25 Meyrurnar, eitt kraftalítið fólk, og tó fáa tær sær føðina til um summarið. v26 Fjallagrevlingarnir, eitt stimburlítið fólk, og tó gera teir sær hús í klettunum. v27 Grashoppurnar hava ongan kong, og tó fer allur hópurin út í fylking. v28 Ferføtluna kanst tú taka við berum hondum, og tó býr hon í kongahøllum. v29 Trý eru til, sum stíga stoltsligum stigum, og fýra, sum hava hábærsligt gongulag: v30 Leyvan, hetjan djóranna millum, sum ikki fer undan nøkrum; v31 Hesturin, mjáur um miðju, og havurin, og kongurin á odda í herliði sínum. v32 Hevur tú gjørt teg sjálvan stóran, annaðhvørt av fávitsku ella av avráddum huga, tá legg hondina á munnin; v33 tí at trýsting á mjólk framleiðir smør, og trýsting á nasar framleiðir blóð, og trýsting á vreiði framleiðir stríð.