Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 18
Hvør størstur er
v1 Í somu stund komu lærusveinarnir til Jesus og søgdu: «Hvør er tá størstur í himmiríki?» v2 Og hann kallaði eitt lítið barn til sín og setti tað mitt inn ímillum teirra v3 og segði: «Sanniliga sigi eg tykkum: Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríkið. v4 Hvør tann, sum tí setir seg sjálvan lágt eins og hetta barnið, hann er størstur í himmiríki. v5 Og tann, ið tekur ímóti einum slíkum barni í mínum navni, hann tekur ímóti mær.
Um meinboga fyri teimum smáu
v6 Men tann, ið er ein meinbogi fyri einum av hesum smáu, ið trúgva á meg, honum var tað betri, at ein mylnusteinur var hongdur um hálsin á honum, og hann var søktur niður í djúpa havið. v7 Vei heiminum fyri meinbogarnar! Tí at neyðugt er tað, at meinbogar koma, men kortini, vei tí manni, sum meinbogin kemur frá! v8 Men um hond tín ella fótur tín freistar teg, tá høgg hann av og kasta hann frá tær, tí at betri er tær at ganga lamin ella krypil inn til lívið enn at hava báðar hendur og báðar føtur og verða kastaður í hin æviga eldin. v9 Og um eyga títt freistar teg, tá slít tað út og kasta tað frá tær; tí at betri er tær at ganga einoygdur inn til lívið enn at hava bæði eygu og verða kastaður í helvitis eldin.
Um at vanvirða tey
v10 Síggið til, at tit ikki vanvirða eitt einasta av hesum smáu; tí at eg sigi tykkum, at einglar teirra í himlunum altíð skoða ásjón faðirs míns, sum er í himlunum. v11 [Tí at menniskjusonurin er komin at bjarga tí, ið er burtur farið.] v12 Hvat halda tit? Tá ið ein maður eigur hundrað seyðir, og ein av teimum er vilstur burtur, man hann so ikki lata teir níggju og níti ganga og fara til fjals at leita eftir hinum burturvilsta? v13 Og gongst tað soleiðis, at hann finnur hann, sanniliga sigi eg tykkum, at hann gleðir seg meira uppi yvir honum enn uppi yvir teimum níggju og níti, sum ikki viltust burtur. v14 Soleiðis hevur himmalski faðir tykkara ikki vilja til, at eitt einasta av hesum smáu skal farast.
Bróðir tín, ið syndar
v15 Men um bróðir tín syndar, tá far til hansara og hav at honum tykkara millum, meðan tit báðir eru tveir einir. Hoyrir hann teg, tá hevur tú vunnið bróður tín. v16 Men hoyrir hann teg ikki, tá tak eina ferð enn ein ella tveir við tær, til tess at «hvør søk skal standa føst eftir munni av tveimum ella trimum vitnum.» v17 Men er hann óhoyriligur ímóti teimum, tá ber tað fram fyri kirkjuliðið; men er hann eisini óhoyriligur ímóti kirkjuliðinum, tá skal hann vera tær eins og heidningur og tollari. v18 Sanniliga sigi eg tykkum: Tað, sum tit binda á jørð, skal vera bundið í himli; og tað, sum tit loysa á jørð, skal vera loyst í himli. v19 Uppaftur sigi eg tykkum: Um tveir av tykkum eru samsintir á jørðini um at biðja um okkurt, hvør søk tað so man vera, tá skal tað verða teimum givið av faðir mínum, sum er í himlunum. v20 Tí at hvar sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum teirra.»
Hin skuldabundni tænarin
v21 Tá steig Pætur fram og segði við hann: «Harri, hvussu ofta eigi eg at fyrigeva bróður mínum, tá ið hann syndar móti mær? Um sjey ferðir?» v22 Jesus sigur við hann: «Eg sigi tær: Ikki um sjey ferðir, men heldur um sjúti ferðir sjey ferðir. v23 Tess vegna er himmiríkið at líkna við ein kong, sum vildi halda roknskap við tænarum sínum. v24 Og tá ið hann fór at gera upp, tá varð førdur fram til hansara ein, ið skyldaði honum tíggju túsund talentir. v25 Men tá ið hann einki átti at rinda skuldina við, beyð kongurin at selja hann og konuna og børnini og alt tað, ið hann átti, og at skuldin skuldi verða rindað. v26 Tá legði tænarin seg niður á knæ fyri honum og bønaði hann og segði: «Hav tol við mær, og eg vil rinda tær alt samalt aftur!» v27 Og harranum at hesum tænara tóktist hjartaliga synd í honum, og hann gav hann leysan og gav honum skuldina eftir. v28 Men tá ið hesin tænarin fór út aftur, hitti hann ein av lagsmonnum sínum, sum skyldaði honum hundrað denarar; og hann legði hond á hann, tók um kvørkrarnar á honum og segði: «Rinda mær tað, sum tú skyldar!» v29 Tá fell hesin lagsmaður hansara honum til fóta og bønaði hann og segði: «Hav tol við mær, og eg skal rinda tær tað!» v30 Men hann vildi ikki, men fór og kastaði hann í fangahús, inntil hann kundi rinda tað, ið hann skyldaði. v31 Tá ið nú lagsmenn hansara sóu, hvat ið hent var, vórðu teir ógvuliga harmir; og teir komu og søgdu harra sínum frá øllum tilganginum. v32 Tá sendir harri hansara boð eftir honum og sigur við hann: «Tín óndi tænari! Alla hina skuldina gav eg tær eftir, tí at tú baðst meg. v33 Sømdi tað nú ikki eisini tær at vera miskunnsamur ímóti lagsmanni tínum, líka so væl sum eg var miskunnsamur ímóti tær? v34 Og harri hansara varð vreiður og gav hann upp í bøðilshendur, inntil hann kundi fáa rindað aftur alt tað, ið hann skyldaði. v35 Soleiðis skal eisini himmalski faðir mín gera ímóti tykkum, um tit ikki av hjarta fyrigeva ein og hvør bróður sínum.»