Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 2
Vísmenninir
v1 Men tá ið Jesus var føddur í Betlehem í Júdeu, á døgum Heródesar kongs, sí, tá komu nakrir vísmenn úr Eysturlondum til Jerúsalem og søgdu: v2 «Hvar er hin nýføddi Jødakongurin? Tí at vit hava sæð stjørnu hansara har eysturi, og vit eru komnir at tilbiðja hann.» v3 Men tá ið Heródes kongur hoyrdi hetta, varð hann óttafullur og øll Jerúsalem við honum; v4 og hann sendi boð eftir øllum høvuðsprestum og skriftlærdum monnum fólksins og spurdi teir, hvar Kristus átti at verða føddur. v5 Og teir søgdu honum: «Í Betlehem í Júdeu; tí at soleiðis stendur skrivað hjá profetinum: v6 «Og tú Betlehem, Júdaland, als ikki ert tú minst millum høvdinga í Júda; tí at frá tær skal koma ein høvdingi, ið skal verða hirði fyri fólki mínum Ísrael.» v7 Tá rópaði Heródes vísmenninar til sín á loynum og spurdi teir gjølla um tíðina, tá ið stjørnan var komin til sjóndar; v8 og hann sendi teir avstað til Betlehem og segði við teir: «Farið avstað og sóknist væl eftir barninum; og tá ið tit hava funnið tað, sigið mær so frá, at eg eisini kann koma og tilbiðja tað.» v9 Men tá ið teir høvdu lýtt á kongin, fóru teir avstað; og sí, stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk framman undan teimum, líka til hon kom og stóð uppi yvir har, sum barnið var. v10 Men tá ið teir sóu stjørnuna, vórðu teir heilt avbera glaðir. v11 Og teir fóru inn í húsið og sóu barnið hjá Mariu, móður síni; og teir løgdust á knæ og tilbóðu tað; og teir lótu upp goymslur sínar og bóru tí gávur: gull og roykilsi og myrru. v12 Og av tí at teir í dreymi høvdu fingið eina ávaring frá Guði um, at teir ikki skuldu fara aftur til Heródesar, tóku teir eina aðra leið heim aftur til land sítt.
Flýggjan til Egyptalands
v13 Men tá ið teir vóru avstað farnir, sí, tá sýndi eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi og segði: «Statt upp, tak við tær barnið og móður tess og flýggja til Egyptalands og verð har, til eg sigi tær til; tí at Heródes ætlar at leita eftir barninum til tess at drepa tað.» v14 Men hann fór upp, tók barnið og móður tess við sær á náttartíð og fór avstað til Egyptalands; v15 og hann varð har til deyða Heródesar, at tað skuldi ganga út, ið talað er av Harranum við profetinum, ið sigur: «Úr Egyptalandi kallaði eg son mín.»
Barnadrápið í Betlehem
v16 Tá ið Heródes sá, at hann var svikin av vísmonnunum, varð hann reiðuliga illur, og hann sendi menn avstað og læt drepa øll dreingjabørn í Betlehem og allar staðir har um vegir frá tveimum árum og niðureftir, eftir teirri tíð, sum hann hevði fingið greiði á av vísmonnunum. v17 Tá gekk tað út, ið talað er av Jeremia profeti, tá ið hann sigur:
Jesus í Nasaret
v18 «Rødd varð hoyrd í Rama, grátur og eymkan mikil, – Rakul tað var, ið um børn síni græt; og ei hon vildi av trega lætta, tí at tey eru ikki til longur.»
v19 Men tá ið Heródes var deyður, sí, tá sýndi eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi í Egyptalandi og segði: v20 «Statt upp og tak barnið og móður tess við tær og far til Ísraelslands; tí at teir eru deyðir, ið vildu taka barnið av lívi.» v21 Og hann fór upp, tók barnið og móður tess og kom til Ísraelslands. v22 Men tá ið hann hoyrdi, at Arkelaus var kongur í Júdeu eftir Heródes, faðir sín, óttaðist hann fyri at fara hagar; og hann fekk ávaring frá Guði í dreymi og fór avstað til Galileubygdirnar. v23 Og hann kom hagar og búsettist í eini bygd, ið eitur Nasaret, at tað skuldi ganga út, ið talað var av profetunum, at hann skuldi kallast Nasareari.