Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 22
Líknilsi: Brúdleyp hjá kongssyni
v1 Og Jesus tók til orða og talaði aftur til teirra í líknilsum og segði: v2 «Himmiríkið er líkt einum kongi, ið gjørdi brúdleyp hjá syni sínum. v3 Og hann sendi sveinar sínar avstað at boða teimum, ið boðin vóru í brúdleypið. Men tey vildu ikki koma. v4 Hann sendi aðrar sveinar á øðrum sinni avstað og segði: Sigið teimum bodnu: «Sí, veitslu mína havi eg gjørt til reiðar, oksar mínir og feitineytini eru dripin, og alt er tilgjørt; komið í brúdleypið!» v5 Men tey løgdu einki í tað, men fóru burtur aðrar staðir, eitt út í akur sín og annað í handil sín; v6 og hini tóku hendur á sveinar hansara og meinslaðu og drópu teir. v7 Men kongurin varð vreiður og sendi út herlið sítt og tók hesi illgerðarfólkini av lívi og brendi borg teirra. v8 Tínæst sigur hann við sveinar sínar: «Víst er tilgjørt til brúdleyps; men tey bodnu vóru tess ikki verd. v9 Farið tit tí út á vegamótini og bjóðið í brúdleyp so mongum, sum tit hitta.» v10 Og hesir sveinarnir fóru út á vegirnar og savnaðu saman øll, teir hittu, bæði ónd og góð, og gildisskálin varð fullur av gestum. v11 Men tá ið nú kongurin fór innar at síggja gestirnar, bar hann eyga við ein mann, sum ikki var klæddur í brúdleypsklæði. v12 Og hann sigur við hann: «Vinur mín, hvussu ert tú komin inn higar, og ert ikki í brúdleypsklæðum?» Men hann tagdi. v13 Tá segði kongurin við sveinarnar: «Bindið hendur og føtur á honum og kastið hann út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl! v14 Tí at mong eru kallað, men fá eru útvøld.»
Skattapeningurin
v15 Tá fóru Fariseararnir og hildu ráð saman um, hvussu teir skuldu seta hann fastan í orðum. v16 Og teir senda til hansara lærusveinar sínar saman við Heródesarmonnum og siga: «Meistari, vit vita, at tú ert sannorðaður, og at tú lærir Guðs veg í sannleika og ikki firnast fyri nøkrum, tí at tú gert ikki mannamun. v17 Sig okkum tí, hvat heldur tú? Er tað beint at gjalda keisaranum skatt ella ikki?» v18 Men Jesus grunaði illskap teirra og segði: «Tykkara falsarar! Hví freista tit meg? v19 Sýnið mær skattapeningin!» Men teir fingu honum ein denar. v20 Og Jesus sigur við teir: «Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?» v21 Teir siga: «Keisarans.» Tá sigur hann við teir: «Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er!» v22 Og tá ið teir hetta hoyrdu, undraðust teir, og teir gingu frá honum og fóru avstað.
Saddukearar spyrja um uppreisn
v23 Tann dagin komu nakrir Saddukearar til hansara, teir, ið siga, at eingin uppreisn frá deyðum er til; og teir spurdu hann og søgdu: v24 «Meistari, Móses segði: «Doyr maður barnleysur, tá skal bróðir hansara giftast við konu hansara og reisa upp bróður sínum avkom.» v25 Nú vóru tað sjey brøður her hjá okkum. Hin fyrsti giftist og doyði, og við tað at hann einki barn átti, læt hann bróður sínum konu sína eftir seg. v26 Somuleiðis eisini hin annar og hin triði, líka til hin sjeynda. v27 Seinast av øllum doyði konan. v28 Hvørs kona av teimum sjey skal hon nú verða í uppreisnini? Tí at allir hava átt hana.» v29 Men Jesus svaraði og segði við teir: «Tit fara villir, av tí at tit hvørki kenna skriftirnar ella Guðs mátt. v30 Tí at í uppreisnini hvørki gifta tey ella giftast, men tey eru eins og Guðs einglar í himlunum. v31 Men viðvíkjandi uppreisnini frá deyðum, hava tit tá ikki lisið tað, ið talað er til tykkara av Guði, ið sigur: v32 «Eg eri Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups?» Ikki er hann Guð teirra deyðu, men teirra livandi.» » v33 Og tá ið mannamúgvurnar hetta hoyrdu, vórðu tey bilsin av læru hansara.
Hitt stóra boðið í lógini
v34 Men tá ið Fariseararnir hoyrdu, at hann hevði málbundið Saddukeararnar, komu teir saman; v35 og ein teirra, ein lógkønur, spurdi hann til tess at freista hann: v36 «Meistari, hvat er hitt stóra boðið í lógini?» v37 Men hann segði við hann: « «Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!» v38 Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. v39 Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!» v40 Í hesum báðum boðunum hongur øll lógin og profetarnir.»
Jesus spyr um Messias
v41 Men meðan Fariseararnir vóru saman komnir, spurdi Jesus teir og segði: v42 «Hvat halda tit um Kristus? Hvørs sonur er hann?» Teir siga við hann: «Dávids.» v43 Hann sigur við teir: «Hvussu kann tá Dávid í andanum kalla hann harra, tá ið hann sigur: v44 «Harrin segði við harra mín: Set teg við mína høgru lið, til eg leggi fíggindar tínar undir føtur tínar!» v45 Tá ið nú Dávid kallar hann harra, hvussu kann hann tá vera sonur hansara?» v46 Og eingin kundi svara honum eitt orð, ei heldur tordi nakar meira eftir tann dag at seta honum ein spurning.