Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 3
Jóhannes doyparin
v1 Men í teimum døgum stígur Jóhannes doyparin fram og prædikar í oyðimørkini í Júdeu, v2 og hann sigur: «Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd.» v3 Tí at hann er tann, ið talað er um av Jesaja profeti, tá ið hann sigur: «Ein rødd á einum, ið rópar í oyðimørkini: Slættið veg Harrans, gerið beinar leiðir hansara.» v4 Men hesin sami Jóhannes hevði klæði síni av kamelhárum og eitt leðurbelti um lendar sínar; og føði hansara var grashoppur og villur hunangur. v5 Tá fóru tey út til hansara, Jerúsalem og øll Júdea og alt landið íkring Jórdan; v6 og tey vórðu doypt av honum í ánni Jórdan, í tí tey játtaðu syndir sínar. v7 Men tá ið hann sá mangar av Farisearum og Saddukearum koma til dóps hjá sær, segði hann við teir: «Tykkara ormaungar! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan hini komandi vreiðini? v8 Berið tá ávøkst, sum samsvarar við umvendingina, v9 og hugsið ikki, at tit kunnu siga við tykkum sjálvum: Vit hava Ábraham til faðir; tí at eg sigi tykkum, at Guð er mentur at vekja Ábrahami børn av hesum steinunum. v10 Men øksin liggur longu við røturnar á trøunum, so at hvørt eitt træ, ið ikki ber góðan ávøkst, verður avhøgt og kastað í eldin. v11 Eg doypi tykkum við vatni til umvendingar; men tann, ið kemur aftan á meg, er sterkari enn eg; og eg eri ikki verdigur at bera skógvar hansara; hann skal doypa tykkum við heilagum anda og eldi. v12 Hann heldur tíningarskuvluni í hond síni, og hann skal tína allan sodn sín; kornið skal hann goyma saman í løðuna, men dumbuna skal hann brenna í einum ósløkkjandi eldi.»
Jesu dópur
v13 Tá kemur Jesus úr Galileu til Jórdans til Jóhannesar at verða doyptur av honum. v14 Men Jóhannes vildi forða honum og segði: «Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!» v15 Men Jesus svaraði og segði við hann: «Lat tær nú eftirlíka, tí at soleiðis sømir tað okkum at gera alt tað, ið rætt er.» Tá eftirlíkaði hann honum. v16 Men tá ið Jesus var doyptur, kom hann við tað sama upp úr vatninum aftur; og sí, himmalin opnaðist fyri honum, og hann sá Guðs anda fara niður sum eina dúgvu og koma yvir hann. v17 Og sí, ein rødd kom av himli, ið segði: «Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til.»