Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 7
Dømið ikki
v1 Dømið ikki, at tit ikki skulu verða dømd; v2 tí at við tí dómi, tit døma, skulu tit verða dømd, og við tí máli, tit mála, skal tykkum verða mált. v3 Men hví sært tú flísina í eyganum á bróður tínum, men bjálkan í tínum egna eyga verður tú ikki varur við? v4 Ella hvussu kanst tú siga við bróður tín: «Bíða, lat meg taka flísina út úr eyga tínum!» og sí, ein bjálki er í tínum egna eyga! v5 Tín falsari! Drag fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá skalt tú síggja væl at taka flísina út úr eyganum á bróður tínum.
Ikki perlur fyri svín
v6 Gevið ikki hundum tað, ið heilagt er, og blakið ikki heldur perlur tykkara fyri svín, at tey ikki skulu traðka tær niður undir fótunum og venda sær við og skræða tykkum sundur.
Bøn og fyrijáttan
v7 Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. v8 Tí at hvør tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, hann finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri. v9 Ella hvør er tann maður tykkara millum, sum vil geva syni sínum ein stein, tá ið hann biður um breyð? v10 Ella man hann vilja geva honum ein orm, tá ið hann biður um ein fisk? v11 Um tá tit, ið ónd eru, vita at geva børnum tykkara góðar gávur, hvør mikið meira skal tá faðir tykkara, sum er í himlunum, geva teimum góðar gávur, ið biðja hann!
Hin gylta reglan
v12 Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir.
Vegurin til lívs
v13 Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; v14 tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann.
Ávaring móti svikaprofetum
v15 Varið tykkum fyri svikaprofetum, ið koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru óðir úlvar innan. v16 Av fruktum teirra skulu tit kenna teir. Man nakar henta vínber av tornum ella fikur av tistlum? v17 Soleiðis ber hvørt gott træ góðar fruktir; men hitt ringa træið ber ringar fruktir. v18 Eitt gott træ kann ikki bera ringar fruktir, og ei heldur kann eitt ringt træ bera góðar fruktir. v19 Hvørt tað træ, ið ikki ber góða frukt, verður høgt av og kastað í eldin. v20 Tí skulu tit kenna teir av fruktum teirra. v21 Ikki hvør tann, ið sigur til mín: «Harri, harri,» skal koma inn í himmiríkið; men tann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlunum. v22 Mangir munnu siga við meg á hinum degi: «Harri, harri, hava vit ikki profeterað við tínum navni, og hava vit ikki rikið út illar andar við tínum navni, og hava vit ikki gjørt mangar kraftargerðir við tínum navni?» v23 Og tá skal eg siga teimum beint út: «Á ongum sinni havi eg kent tykkum; farið burtur frá mær, tit, ið havast við órætt.»
Hini tvey húsini
v24 Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn; v25 og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellubotni. v26 Og hvør tann, sum hoyrir hesi orð míni og ikki ger eftir teimum, hann skal líknast við ein fávitskutan mann, ið bygdi hús sítt á kyksendi; v27 og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell, og fallið var stórt.»
Endi
v28 Og tað hendi, tá ið Jesus hevði endað hesar talur sínar, tá stóð mannamúgvan rættiliga bilsin av læru hansara; v29 tí at hann lærdi tey sum tann, ið eigur mekt og mæti, og ikki sum teir skriftlærdu teirra.