Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 1
Formæli
v1 Av teirri grund at mangir hava tikið sær fyri at seta saman eina frásøgn um tær hendingar, sum hava tilborist hjá okkum, v2 soleiðis sum teir, sum í fyrstuni vóru eygnavitni og síðan gjørdust tænarar orðsins, hava sagt fyri okkum, v3 so havi eg eisini sett mær fyri, eftir at eg havi rannsakað alt gjølla frá upphavi, at skriva um tað, hvørt aftan á annað, til tín, hávirdi Teofilus, v4 til tess at tú kanst vera førur fyri at kanna um, hvussu álítandi tann frágreiðingin er, sum tú hevur hoyrt sagda.
Eingil boðar føðing Jóhannesar doyparans
v5 Á døgum Heródesar, Júdeukongs, var ein prestur, at navni nevndur Sakarias, av Ábias skifti; og hann hevði konu av døtrum Árons, og var navn hennara Elisabet. v6 Men tey vóru bæði rættvís fyri Guði og livdu rættiliga eftir øllum boðum og fyriskipanum Harrans. v7 Og tey áttu einki barn, av tí at Elisabet var ein ófrukt, og bæði vóru tey komin væl til aldurs. v8 Men tað bar so á, meðan hann gjørdi prestatænastu fyri Guði eftir skipanini fyri skifti sínum, v9 at tað líknaðist honum, soleiðis sum siðurin var í prestatænastuni, at fara inn í Harrans tempul og bera fram roykilsisoffur. v10 Og øll mannfjøldin stóð fyri uttan og helt bøn í teirri stund, meðan roykilsisoffurið varð ofrað. v11 Men ein eingil Harrans sýndist fyri honum, standandi høgrumegin við roykilsisaltarið. v12 Og Sakariasi varð dátt við, tá ið hann sá hann, og ræðsla kom á hann; v13 men eingilin segði við hann: «Óttast ikki, Sakarias, tí at bøn tín er hoyrd, og Elisabet, kona tín, skal føða tær ein son, og tú skalt lata hann eita Jóhannes. v14 Og tær skal gleði og fagnaður verða fyri, og mangir skulu fegnast um føðing hansara; v15 tí at hann skal verða mikil fyri eygum Harrans. Og vín og sterkan drykk skal hann ikki drekka, og alt frá móðurlívi skal hann fyllast av heilagum anda; v16 og mongum av børnum Ísraels skal hann venda um til Harrans, Guðs teirra. v17 Og sjálvur skal hann ganga undan fyri ásjón hansara í anda og kraft Eliasar, til tess at venda hjørtum fedranna at børnunum og hinum ólýdnu at sinnalaginum hjá rættvísum, til tess at vinna Harranum eitt vælbúgvið fólk.» v18 Og Sakarias segði við eingilin: «Av hvørjum skal eg vita hetta vist? Tí at eg eri ein gamal maður, og kona mín er komin væl til aldurs.» v19 Og eingilin svaraði og segði við hann: «Eg eri Gabriel, sum standi fyri andliti Guðs, og eg eri sendur út at tala til tín og at bera tær hesi gleðiboðini. v20 Og sí, tú skalt verða málleysur og ikki fáa talað inntil tann dag, tá ið hetta hendir, aftur fyri at tú ikki trúði orðum mínum, sum tó skulu ganga út, tá ið teirra tíð er.» v21 Og fólkið stóð og bíðaði eftir Sakariasi, og tey undraðust yvir, at hann dvøldist so leingi í templinum. v22 Men tá ið hann kom út, fekk hann ikki talað til teirra, og tey fataðu tá, at hann hevði sæð eina sjón í templinum; og hann gjørdi tekin til teirra og varð verandi málleysur. v23 Og tað hendi, tá ið tænastudagar hansara vóru lidnir, fór hann heim til sín sjálvs. v24 Men eftir hesar dagar varð Elisabet kona hansara við barn; og hon fjaldi seg í fimm mánaðir og segði: v25 «Soleiðis hevur Harrin gjørt við meg teir dagar, tá ið hann leit til mín fyri at taka burtur skomm mína millum manna.»
Eingil boðar føðing Jesu
v26 Men í sætta mánaði varð Gabriel eingil sendur av Guði til eina bygd í Galileu, sum eitur Nasaret, v27 til eina jomfrú, ið var trúlovað einum manni, sum æt Jósef, av Dávids ætt; og navn jomfrúnnar var Maria. v28 Og eingilin kom inn hjá henni og segði: «Heil veri tú, sum náði hevur fingið! Harrin er við tær, [tú sum ert vælsignað av kvinnum!»] v29 Men hon var heilt óttafull av hesum orðum, og hon hugsaði um, hvat henda heilsan mundi hava at týða. v30 Og eingilin segði við hana: «Óttast ikki, Maria! Tí at tú hevur funnið náði hjá Guði. v31 Og sí, tú skalt verða við barn og eiga ein son, og navn hansara skalt tú kalla Jesus. v32 Hann skal verða stórur og verða kallaður sonur hins hægsta, og Guð Harrin skal geva honum hásæti Dávids, faðirs hansara; v33 og hann skal verða kongur yvir ætt Jákups allar ævir, og á kongadømi hansara skal eingin endi verða.» v34 Men Maria segði við eingilin: «Hvussu kann hetta bera til, við tað at eg ikki veit av manni?» v35 Og eingilin svaraði og segði við hana: «Heilagi andin skal koma yvir teg, og kraft hins hægsta skal skugga yvir teg, tí skal eisini hitt heilaga, sum borið verður í heim, verða kallað sonur Guðs. v36 Og sí, Elisabet, skyldkona tín, eisini hon ber son undir belti í elli síni, og hetta er nú hin sætti mánaður hjá henni, sum kallað var ein ófrukt. v37 Tí at hjá Guði man ikki nøkur søk vera ógjørlig.» v38 Men Maria segði: «Sí, eg eri tænastukvinna Harrans; verði mær eftir orðum tínum!» Og eingilin fór frá henni.
Maria vitjar Elisabet, syngur lovsong
v39 Men í hesum døgum fór Maria avstað og ferðaðist skundisliga til fjallabygdirnar, til eina bygd í Júdeu. v40 Og hon kom inn við hús hjá Sakariasi og heilsaði Elisabet. v41 Og tað bar so á, at í tí Elisabet hoyrdi heilsan Mariu, tá spældi burðurin í móðurlívi hennara. og Elisabet fyltist av hinum heilaga anda, v42 og hon rópaði við harðari rødd og segði: «Vælsignað ert tú av kvinnum, og vælsignað er frukt móðurlívs tíns! v43 Og hvaðan hendir hetta meg, at móðir Harra míns kemur á mín fund? v44 Tí sí, í tí at ljóðið av heilsan tíni kom mær í oyru, tá spældi burðurin av frøi í móðurlívi mínum. v45 Og sæl er hon, sum trúði; tí at tað skal ganga út, sum er talað av Harranum til hennara.» v46 Og Maria segði: «Hátt setir sál mín Harran, v47 og frøtt seg hevur andi mín í Guði, frelsara mínum, v48 tí at hann hevur hugt til lítilsvirði tænastukvinnu sínar. Tí sí, frá hesi stund munnu allar ættir sæla meg prísa; v49 tí at stórverk hevur hann mær gjørt, hin alvaldi. Og heilagt er navn hans. v50 Og miskunn hans varir ætt eftir ætt hjá teimum, sum óttast hann. v51 Hann veldisverk hevur útint við armi sínum, og hevur spreitt sundur hini hástóru í hugsan hjarta teirra. v52 Høvdingar hevur hann rindað úr hásætum niður og sett lítilsverd hátt. v53 Svong hevur hann mettað við góðum gávum, og rík rikið burtur við tómum hondum. v54 Hann hevur tikið sær av Ísrael, tænara sínum, til tess at minnast miskunn sína v55 – eftir tí, sum hann talaði til fedra vára – móti Ábrahami og avkomi hans allar ævir!» v56 Men Maria dvøldist hjá henni um tríggjar mánaðir, og fór síðan heim aftur til sín.
Føðing Jóhannesar
v57 Men hjá Elisabet leið tað at teirri stundini, at hon skuldi føða, og hon átti ein son. v58 Og grannar og frændur hennara fingu at frætta, hvussu stóra miskunn Harrin hevði sýnt henni, og teir gleddust saman við henni. v59 Og tað hendi áttanda dagin, tá komu teir at umskera barnið; og teir ætlaðu at kalla tað Sakarias eftir faðir hansara. v60 Og móðir hansara svaraði og segði: «Nei, men Jóhannes skal hann eita.» v61 Og teir søgdu við hana: «Tað er eingin í tíni ætt, sum ber hatta navnið.» v62 Men teir gjørdu tekin til faðirs hansara, hvat hann vildi, at tað skuldi eita. v63 Og hann bað fáa sær eina talvu og skrivaði soleiðis: «Jóhannes er navn hansara.» Og allir undraðust. v64 Men í sama viðfangi opnaðist muður hansara og tunga, og hann talaði og lovaði Guði. v65 Og ótti kom á øll, sum búðu har í nánd hjá teimum. Og í øllum fjallabygdunum í Júdeu varð nógv talað um øll hesi tíðindi. v66 Og øll, sum frættu hetta, løgdu sær tað í geyma og søgdu: «Hvat man fara at verða av hesum barni?» Tí at hond Harrans var við honum.
Lovsongur Sakariasar
v67 Og Sakarias, faðir hansara, varð fyltur av heilagum anda, og hann profeteraði og mælti: v68 «Lovaður veri Harrin, Guð Ísraels, tí at vitjað hevur hann fólk sítt, og loyst hevur hann tað út; v69 og reist hevur hann okkum eitt frelsunnar horn í húsi Dávids, tænara síns; v70 soleiðis sum hann av fyrndartíð hevur talað við munni hinna heilagu profeta sína: v71 Frelsu frá fíggindum várum og frá hondum alra teirra, sum okkum hata; v72 til tess at inna miskunn móti fedrum várum og minnast hin heilaga sáttmála sín, v73 eiðin tann, sum hann svór Ábrahami, faðir várum, at hann vildi veita okkum, v74 at vit, bjargað úr hondum fígginda vára, v75 óttaleys máttu tæna honum í heilagskapi og rættvísi fyri ásjón hans allar dagar várar. v76 Og tú við, lítla barnið, skalt verða nevndur profetur hins hægsta; tí at tú skalt ganga undan fyri ásjón Harrans, at búgva út vegir hans, v77 at geva fólki hans kunnugleika um frelsu í fyrigeving synda teirra, v78 fyri Guðs várs mildu miskunnar sakir, sum sólarris av høgum himni hevur vitjað okkum við, v79 at lýsa fyri teimum, sum sita í myrkri og skugga deyðans, at beina fótum várum inn á friðarleið.» v80 Men barnið vaks og varð sterkt í andanum; og hann var í oyðimørkunum til tann dagin, tá ið hann steig fram fyri Ísrael.