Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 10
Jesus sendir 70 lærusveinar út
v1 Men eftir hetta valdi Harrin sær út eisini sjúti aðrar og sendi teir út undan sær, tveir og tveir, í hvørja bygd og í hvønn stað, sum hann sjálvur ætlaði at koma í. v2 Og hann segði við teir: «Akurskurðurin er mikil, men arbeiðismenninir eru fáir. Biðið tí hann, sum akurskurðin eigur, at hann vil senda út arbeiðisfólk at heysta inn skurðin. v3 Farið! Sí, eg sendi tykkum út eins og lomb mitt ímillum úlva. v4 Havið ikki pung við tykkum, ikki klæðsekk, ikki skógvar, og heilsið ongum á leiðini. v5 Men hvar sum tit koma inn í hús, har skulu tit fyrst siga: «Friður veri við hesum húsum!» v6 Og er har nakað friðarbarn inni, tá skal friður tykkara hvíla yvir tí; men er tað ikki so, tá skal hann venda aftur til tykkara. v7 Verðið í sama húsi og etið og drekkið tað, sum tey bjóða tykkum; tí at arbeiðismaðurin er løn sína verdur. Tit skulu ikki flyta hús úr húsi. v8 Og hvar sum tit koma inn í eina bygd, og tey taka ímóti tykkum, tá etið tað, sum sett verður fyri tykkum; v9 og grøðið tey sjúku, sum eru har, og sigið við tey: «Guðs ríki er komið í nánd hjá tykkum!» v10 Men hvar sum tit koma inn í eina bygd, og tey ikki taka ímóti tykkum, tá farið út á gøturnar og sigið: v11 «Eisini dustið, sum hongur við føturnar á okkum úr bygd tykkara, turka vit burturav til tykkara; men hetta skulu tit tó vita, at Guðs ríki er komið í nánd.» v12 Eg sigi tykkum: Tað skal gangast Sódomu frægari á hinum degi enn teirri bygdini. v13 Vei tær, Korasin! Vei tær, Betsajda! Tí at høvdu tær kraftargerðirnar verið gjørdar í Týrus og Sidon, sum eru gjørdar í tykkum, tá høvdu tær langt síðan vent um og sitið í sekki og øsku. v14 Men tað skal gangast Týrus og Sidon frægari í dóminum enn tykkum. v15 Og tú, Kapernaum! Eigur tú at verða lyft upp til himmals? Til heljar skalt tú verða stoytt oman. v16 Tann, sum hoyrir tykkum, hoyrir meg; og tann, sum vanvirðir tykkum, vanvirðir meg; men tann, sum vanvirðir meg, vanvirðir hann, sum sendi meg.»
Teir koma fróir aftur
v17 Men teir sjúti komu glaðir aftur og søgdu: «Harri, eisini hinir illu andarnir vóru okkum undirbrotligir í navni tínum.» v18 Men hann segði við teir: «Eg sá Sátan falla niður av himni eins og eitt snarljós. v19 Sí, eg havi givið tykkum vald til at traðka á ormar og drekar og á alt fíggindans veldi, og einki skal verða tykkum at minsta meini. v20 Men gleðist ikki um tað, at andarnir eru tykkum undirbrotligir, gleðist heldur um tað, at nøvn tykkara eru uppskrivað í himlunum.»
Jesus prísar Guði
v21 Í teirri somu stund gjørdist hann glaður í heilagum anda og segði: «Eg lovi tær, faðir, harra himins og jarðar, fyri at tú hevur fjalt hetta fyri vísum og vitrum og opinberað tað fyri ómyndingum. Ja, faðir; tí at soleiðis hendi tað, sum tær líkar best. v22 Alt er mær givið í hendur av faðir mínum, og eingin veit, hvør sonurin er, uttan faðirin, ella hvør faðirin er, uttan sonurin og tann, sum sonurin vil opinbera hann fyri.» v23 Og hann vendi sær til lærusveinar sínar einsæris og segði við teir: «Sæl eru tey eygu, sum síggja tað, ið tit síggja! v24 Tí at eg sigi tykkum, at mangir profetar og kongar vildu fegnir síggja tað, sum tit síggja, og fingu tað ikki at síggja, og hoyra tað, sum tit hoyra, og fingu tað ikki at hoyra.»
Hin miskunnsami Sámáriubúgvin
v25 Og sí, ein lógkønur steig upp og freistaði hann og segði: «Meistari, hvat eigi eg at gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?» v26 Men hann segði við hann: «Hvat stendur skrivað í lógini? Hvussu lesur tú?» v27 Men hann svaraði og segði: «Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum alvi tínum og av øllum huga tínum og næsta tín sum sjálvan teg.» v28 Og hann segði við hann: «Beint svaraði tú; ger tú hetta og tú manst liva.» v29 Men hann vildi gera seg sjálvan rættvísan og segði við Jesus: «Og hvør er tá næsti mín?» v30 Jesus tók aftur til orða og segði: «Ein maður ferðaðist frá Jerúsalem oman til Jeriko, og hann fell í ránsmannahendur. Teir bæði nøktaðu hann og slógu hann, og fóru so avstað og lótu hann liggja eftir hálvdeyðan. v31 Men nú vildi so til, at ein prestur kom ferðandi sama vegin; hann sá hann, men gekk fram um hann. v32 Somuleiðis eisini ein Levitur; hann kom til sama staðin og sá hann, men gekk fram um hann. v33 Men ein Sámáriubúgvi, sum var á ferð, hitti við hann, og tá ið hann sá hann, tókti honum hjartaliga synd í honum; v34 og hann fór til hansara og bant um sár hansara og læt olju og vín í, og hann lyfti honum upp á sítt egna djór og flutti hann til eitt gistihús og røktaði hann. v35 Og dagin eftir tók hann upp tveir denarar og fekk vertinum og segði: «Røkta hann nú, og tað, sum tú leggur út aftrat, skal eg samsýna tær, tá ið eg komi aftur.» v36 Hvør av hesum trimum tykist tær er vorðin næsti hansara, sum fallin var í ránsmannahendur?» v37 Men hann segði: «Tann, sum gjørdi miskunnarverk ímóti honum.» Og Jesus segði við hann: «Far tú og ger so við!»
Marta og Maria
v38 Men tað hendi, meðan teir vóru á ferð, at hann kom inn í eina bygd. Har var ein kvinna, ið nevndist Marta, sum beyð honum inn hjá sær. v39 Og hon átti eina systur, sum æt Maria; hon settist niður við føturnar á Jesusi og lýddi á talu hansara. v40 Men Marta hevði strævið við nógvari stákan; og hon kom til og segði: «Harri, leggur tú ikki í, at systir mín letur meg vera einsamalla um matgerðina? Sig tó við hana, at hon skal taka hondina í við mær!» v41 Men Harrin svaraði og segði við hana: «Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; v42 men eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.»