Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 11
Jesus lærir lærusveinar sínar at biðja
v1 Og tað bar so á, meðan hann var á einum staði og helt bøn, at ein av lærusveinum hansara segði við hann, tá ið hann var hildin uppat: «Harri, lær okkum at biðja, soleiðis sum eisini Jóhannes lærdi lærusveinar sínar.» v2 Men hann segði við teir: «Tá ið tit biðja, tá sigið: Faðir, heilagt veri navn títt, komi ríki títt, v3 gev okkum hvønn dag okkara dagliga breyð, v4 og fyrigev okkum syndir okkara, tí at eisini vit sjálvir fyrigeva einum og hvørjum, sum okkum er skyldugur; og leið okkum ikki í freistingar.» v5 Og hann segði við teir: «Um onkur av tykkum eigur ein vin og fer til hansara á miðjari nátt og sigur við hann: «Vinur mín, læna mær trý breyð; v6 tí at ein vinmaður mín er komin til mín av ferð, og eg havi einki at seta fyri hann;» v7 og hin fyri innan svarar og sigur: «Ger mær ongar ónáðir, dyrnar eru longu latnar aftur, og børn míni eru í song við mær; eg kann ikki fara upp aftur og fáa tær tey;» v8 tað sigi eg tykkum, at um hann so ikki vil fara upp aftur og fáa honum tey, fyri tað at hann er vinur hansara, tá man hann kortini fara upp, av teirri grund at hann er so framførur, og lata hann fáa alt tað, sum honum tørvar. v9 Og eg sigi tykkum: Biðið, og tykkum skal verða givið; leitið, og tit skulu finna; bankið uppá, og upp skal verða latið fyri tykkum; v10 tí at hvør tann, sum biður, hann fær, og tann, sum leitar, hann finnur, og tí, sum bankar uppá, skal verða latið upp fyri. v11 Og hvør er tann faðir tykkara millum, sum vil geva syni sínum ein stein, tá ið hann biður um breyð? ella tá ið hann biður um fisk, tá vil geva honum ein orm í staðin fyri ein fisk? v12 ella vil geva honum ein dreka, tá ið hann biður um eitt egg? v13 Um tá tit, ið ónd eru, vita at geva børnum tykkara góðar gávur, hvør mikið meira skal tá faðirin av himni geva teimum heilagan anda, sum biðja hann?»
Jesus lagdur undir at vera í samlag við Beelsebul
v14 Og hann rak út ein illan anda, og hann var málleysur; men tað hendi, tá ið hin illi andin var farin út, tá talaði hin málleysi. Og mannamúgvurnar undraðust. v15 Men summi av teimum søgdu: «Við Beelsebul, høvdinga hinna illu andanna rekur hann hinar illu andarnar út.» v16 Men summi freistaðu hann og kravdu av honum eitt tekin av himli. v17 Men tá ið hann kendi hugsan teirra, segði hann við tey: «Hvørt ríki, sum er í ósemju við seg sjálvt, legst í oyði, og hús fellur á hús. v18 Men um nú eisini Sátan er í ósemju við sjálvan seg, hvussu kann tá ríki hansara standa við? Tí at tit siga meg reka út hinar illu andarnar við Beelsebul. v19 Men um eg reki út hinar illu andarnar við Beelsebul, við hvørjum reka tá synir tykkara teir út? Teir skulu tí vera dómarar tykkara. v20 Men um eg reki út hinar illu andarnar við fingri Guðs, tá er Guðs ríki komið á tykkum. v21 Tá ið hin sterki alvápnaður heldur vakt um garð sín, tá eru allir ognarlutir hansara í friði; v22 men tá ið ein, sum sterkari er enn hann, kemur á hann og vinnur hann, tá tekur hann øll herklæðini og vápnini, sum hann leit á, frá honum og býtir sundur fongin frá honum. v23 Tann, ið ikki er við mær, er ímóti mær; og tann, ið ikki savnar við mær, hann skilir sundur. v24 Tá ið hin óreini andin er farin út úr menniskjuni, fer hann um vatnleysar staðir og leitar sær hvílu; og tá ið hann onga finnur, sigur hann: «Eg vil venda við aftur til hús mítt, sum eg fór úr.» v25 Og tá ið hann kemur, finnur hann tað sópað og prýtt. v26 Tá fer hann og tekur við sær sjey aðrar andar, verri enn hann sjálvur, og teir fara inn og festa búgv har, og hitt seinna hjá teirri menniskjuni verður verri enn hitt fyrra.»
Ein kvinna prísar Jesu móður
v27 Men tað hendi, í tí hann segði hetta, tá hevði ein kvinna úr mannfjøldini upp rødd sína og segði við hann: «Sælt er tað móðurlív, sum teg hevur borið, og sæl tey bróst, sum tú hevur sogið!» v28 Men hann segði: «Ja, men sæl eru tey, sum hoyra Guðs orð og varðveita tað.»
Tekin Jónasar
v29 Men tá ið mannfjøldin tyrptist saman um hann, tók hann til orða og segði: «Henda slektin er ein ónd slekt; hon krevur tekin, men ikki skal annað tekin verða henni givið enn tekin Jónasar. v30 Tí at líkasum Jónas var Nineve-monnum eitt tekin, soleiðis skal eisini menniskjusonurin vera tað fyri hesi slekt. v31 Suðurlanda-drotningin skal standa upp í dóminum saman við monnunum av hesi slekt og dómfella teir, tí at hon kom frá ytstu útnesum á jørðini fyri at hoyra vísdóm Sálomons; og sí, meir er her enn Sálomon! v32 Nineve-menn skulu stíga fram í dóminum saman við hesi slekt og dómfella hana, tí at teir vendu um við prædiku Jónasar; og sí, meir er her enn Jónas!
Ljósið í ljósastakan
v33 Eingin, sum tendrað hevur eitt ljós, setir tað inn í skotið ella undir skeppumálið, men í ljósastakan, so at tey, sum koma inn, kunnu síggja skinið av tí. v34 Eyga títt er ljós likamsins; tá ið eyga títt er frískt, tá er eisini alt likam títt ljóst; men er tað sjúkt, tá er eisini likam títt myrkt. v35 Síggj tí til, at ljósið, sum tær er í, ikki er myrkur! v36 Um tí alt likam títt er ljóst og eingin partur av tí er myrkur, tá skal tað verða ljóst alt sum tað er, líkasum tá ið ljósið við síni glæmu lýsir á teg.»
Vei tykkum, Farisearar
v37 Men tá ið hann hevði talað, beyð ein Fariseari honum at eta døgverð hjá sær; og hann fór inn og settist til borðs. v38 Men Farisearin undraðist, tá ið hann sá, at hann ikki hevði tváað sær fyrst undan máltíðini. v39 Men Harrin segði við hann: «Tit Farisearar reinsa nú bikarið og fatið uttan; men innan eru tit fullir av ráni og illskapi. v40 Tykkara býttlingar! Tann, sum gjørdi tað, ið er uttaná, gjørdi hann ikki tað við, ið er innaní? v41 Men gevið tað í olmussu, ið er innaní, og sí, tá er alt samalt reint hjá tykkum! v42 Men vei tykkum, tit Farisearar, tí at tit lata tíggjund av myntu og rútu og alskyns urtum, men tit leggja eftir rættferðina og kærleikan til Guðs. Hetta átti at verið gjørt og hitt ikki verið ógjørt. v43 Vei tykkum, tit Farisearar, tí at tykkum líkar teir fremstu sessirnar í samkomuhúsunum og heilsanir á torgunum! v44 Vei tykkum, tí at tit eru eins og ókenniligar gravir; fólk ganga oman á teimum, og vita ikki av tí.» v45 Men ein av hinum lógkønu tók til orða og sigur við hann: «Meistari, tá ið tú sigur hetta, tá háðar tú okkum við.» v46 Men hann segði: «Vei tykkum við, tit lógkønu, tí at tit byrða fólk við byrðum, ringar at bera; men sjálvir vilja tit ikki nerta byrðarnar við einum fingri tykkara. v47 Vei tykkum, tí at tit byggja upp leiði profetanna, meðan fedrar tykkara drópu teir. v48 So geva tit tá verkum fedra tykkara vitnisburð og samtykkja í teimum, við tað at teir drópu teir, men tit byggja leiðini upp. v49 Tess vegna hevur eisini vísdómur Guðs sagt: «Eg vil senda til teirra profetar og ápostlar, og summar av teimum skulu teir taka av døgum og summar skulu teir forfylgja, v50 til tess at alt tað profetablóð, sum helt hevur verið út, frá tí at heimurin var grundaður, skal verða kravt av hesi slekt, v51 frá blóði Ábels líka til blóð Sakariasar, sum varð dripin millum altars og tempuls; ja, tað sigi eg tykkum, tað skal verða kravt av hesi slekt. v52 Vei tykkum, tit lógkønu, tí at tit hava tikið burtur lykil kunnugleikans. Sjálvir eru tit ikki farnir inn, og teimum, sum ætlaðu sær inn, hava tit forðað.» v53 Og tá ið hann var farin út haðani, fóru hinir skriftlærdu og Fariseararnir at ganga hart at honum og at fregna hann um ymist, v54 alt meðan teir lúrdu eftir honum fyri at lofta einumhvørjum av munni hansara.