Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 16
Hin lítarleysi húshaldarin
v1 Men hann segði eisini við lærusveinarnar: «Eina ferð var tað ein ríkur maður, sum hevði ein húshaldara; og hann varð klagaður fyri honum, at hann forkom ognum hansara. v2 Og hann rópaði hann og segði við hann: «Hvat er hetta, sum eg hoyri um teg? Legg fram roknskapin fyri húshald títt, tí at tú kanst ikki standa fyri húshaldinum longur!» v3 Men húshaldarin segði við sær sjálvum: «Hvat skal eg gera, við tað at húsbóndi mín tekur húshaldið av mær? At velta eri eg ikki mentur, at bidda komi eg mær ikki. v4 Nú veit eg, hvat eg skal gera, fyri at tey skulu taka meg í hús síni, tá ið eg verði avsettur frá húshaldinum.» v5 Og hann kallaði til sín hvønn tann einasta av teimum, sum vóru í skuld hjá húsbónda hansara, og segði við hin fyrsta: «Hvussu mikið skyldar tú húsbónda mínum?» v6 Men hann segði: «Hundrað føt av olju.» Og hann segði við hann: «Tak bræv títt og set teg niður og skriva sum skjótast fimmti.» v7 Síðan segði hann við ein annan: «Og hvussu nógv skyldar tú?» Og hann segði: «Hundrað tunnur av hveiti.» Hann sigur við hann: «Tak bræv títt og skriva áttati.» v8 Og húsbóndin rósaði tí órættvísa húshaldaranum fyri tað, at hann hevði borið seg klókliga at. Tí at børnini at hesum heimi eru klókari viðvíkjandi teirra egnu ætt enn børnini at ljósinum. v9 Og eg sigi tykkum: Gerið tykkum vinir við hinum órættvísa mammon, til tess at teir, tá ið hann trýtur, mega fagna tykkum í hinum ævigu heimbýlum. v10 Tann, sum er trúgvur í tí minsta, er eisini trúgvur í stórum; og tann, sum er órættuligur í tí minsta, er eisini órættuligur í stórum. v11 Um tit tí ikki hava verið trúgvir í hinum órættvísa mammon, hvør vil tá líta tykkum hin sanna til? v12 Og um tit ikki hava verið trúgvir í tí, sum aðrir eiga, hvør vil tá geva tykkum nakað at eiga sjálvir? v13 Eingin tænari kann tæna tveimum harrum; tí at annaðhvørt vil hann hata annan og elska annan, ella vil hann halda seg aftur at øðrum og vanvirða annan. Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon.»
Orð til Farisearanna
v14 Men alt hetta hoyrdu Fariseararnir, sum vóru peningakærir menn, og teir hildu hann fyri spott. v15 Og hann segði við teir: «Tit eru teir, sum gera tykkum sjálvar rættvísar í manna eygum; men Guð kennir hjørtu tykkara; tí at tað, sum er høgt millum manna, er ein andstygd í Guðs eygum. v16 Lógin og profetarnir guldu, til Jóhannes kom; síðan hevur gleðiboðskapurin um Guðs ríki verið boðaður, og ein og hvør treingir seg inn í tað við valdi. v17 Men tað er lættari, at himmalin og jørðin ganga undir, enn at eitt flindur av lógini fellur av. v18 Hvør tann, ið skilst við konu sína og giftist við eini aðrari, drívur hor; og hvør tann, sum giftist við konu, ið skild er frá manninum, drívur hor.
Ríki maður og Lázarus
v19 Men tað var ein ríkur maður; og hann klæddi seg í skarlak og fínasta lín og livdi hvønn dag í fagnaði og góðgæti. v20 Og tað var ein fátækur, nevndur Lázarus, sum var lagdur fyri dyr hansara, fullur í sárum; v21 og hann tráaði eftir at mettast av molunum, sum fullu av borðinum hjá hinum ríka; men eisini hundarnir komu og sloktu sár hansara. v22 So bar á, at hin fátæki doyði, og hann varð av einglunum borin í fang Ábrahams. Og hin ríki doyði við og fór til gravar. v23 Og tá ið hann læt eygu síni upp í helheimi, har sum hann var í pínu, sær hann Ábraham langt burtur og Lázarus í fangi hansara. v24 Og hann rópaði og segði: «Faðir Ábraham! Miskunna mær, og send Lázarus, at hann kann drepa ytsta liðin av fingri sínum í vatn og svala tungu mína; tí at eg pínist ræðuliga í hesum loga!» v25 Men Ábraham segði: «Minst tú til, sonur, at tú hevur notið títt góða, meðan tú livdi, og Lázarus á sama hátt hitt ónda; men nú verður hann uggaður her, og tú pínist. v26 Og umframt alt hetta er millum okkara og tykkara staðfest eitt óført dýpi, til tess at tey, sum vilja fara hiðani yvir til tykkara, ikki skulu kunna, og at tey haðani ikki heldur skulu fara higar til okkara.» v27 Men hann segði: «So biði eg teg, faðir, at tú vilt senda hann í faðirs míns hús, v28 tí at eg eigi fimm brøður, til tess at hann kann bera vitni fyri teimum, so at teir ikki við skulu koma í henda pínustað.» v29 Men Ábraham sigur: «Teir hava Móses og profetarnar, lýði teir á teir!» v30 Men hann segði: «Nei, faðir Ábraham, men hevði onkur frá hinum deyðu komið til teirra, tá mundu teir vent um.» v31 Men hann segði við hann: «Lýða teir ikki á Móses og profetarnar, tá munnu teir ikki heldur taka eftir, um onkur reis upp frá deyðum.»»