Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 20
Ráðið spyr um Jesu vald, Jesus spyr aftur ímóti
v1 Og tað bar so á ein dagin, meðan hann lærdi fólkið í halgidóminum og bar fram gleðiboðskapin, at høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu saman við hinum elstu fóru til hansara; v2 og teir talaðu til hansara og søgdu: «Sig okkum, av hvørjum valdi gert tú hetta, ella hvør er tað, sum hevur givið tær hetta valdið?» v3 Men hann svaraði og segði við teir: «Eg vil eisini seta tykkum ein spurning; sigið tit mær: v4 Dópur Jóhannesar, var hann frá himni ella frá monnum?» v5 Men teir samráddust sín ámillum og søgdu: «Um vit siga: «Frá himni;» tá man hann siga: «Hví trúðu tit honum tá ikki?» v6 Men um vit siga: «Frá monnum;» tá man alt fólkið steina okkum; tí at tey eru vís í, at Jóhannes er ein profetur.» v7 Og teir svaraðu, at teir vistu ikki, hvaðan hann var. v8 Og Jesus segði við teir: «So sigi eg heldur ikki tykkum, av hvørjum valdi eg geri hetta.»
Teir óndu víngarðsmenninir
v9 Men hann tók til at tala við fólkið hetta líknilsi: «Ein maður plantaði ein víngarð og læt víngarðsmenn fáa hann til leigu og fór so út av landinum og var burtur eitt langt skifti. v10 Og tá ið tíðin kom, sendi hann ein húskall til víngarðsmenninar, fyri at teir skuldu lata hann fáa nakað av fruktum víngarðsins; men víngarðsmenninir bardu hann og sendu hann burtur við tómum hondum. v11 Og aftur sendi hann ein annan húskall; men teir bardu eisini hann og háðaðu hann og sendu hann burtur við tómum hondum. v12 Og uppaftur sendi hann hin triðja; men eisini hann meinslaðu teir og kastaðu hann út. v13 Men víngarðsins harri segði: «Hvat skal eg gera? Eg vil senda elskaða son mín; teir munnu fara at hava fyrilit fyri honum.» v14 Men tá ið víngarðsmenninir sóu hann, løgdu teir ráð upp saman og søgdu: «Hatta er arvingin; lat okkum drepa hann, fyri at vit kunnu fáa arvin!» v15 Og teir kastaðu hann út um víngarðin og drópu hann. Hvat man nú víngarðsins harri gera við teir? v16 Hann skal koma og týna hesum víngarðsmonnum av lívi og geva øðrum víngarðin.» Men tá ið teir hetta hoyrdu, søgdu teir: «Tað verði aldri!» v17 Men hann hugdi upp á teir og segði: «Hvat er tá hetta, sum skrivað er: «Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, hann er vorðin aðalhyrnissteinur». v18 Hvør tann, ið fellur um henda steinin, skal sora seg sundur; men tann, ið hann fellur á, skal hann smildra.» v19 Og hinir skriftlærdu og høvuðsprestarnir ætlaðu at leggja hendur á hann tá í stundini; men teir óttaðust fyri fólkinum; tí at teir skildu, at hann talaði hetta líknilsið um teir.
Skattapeningurin
v20 Og teir góvu gætur eftir honum og sendu út njósnarar, sum skuldu látast at vera rættvísir, fyri at teir kundu seta hann fastan í orðum, so at teir kundu geva hann upp til yvirvøldina og í hendurnar á landshøvdinganum. v21 Og teir spurdu hann og søgdu: «Meistari, vit vita, at tú talar og lærir beint og gert ongan mannamun, men at tú lærir Guðs veg í sannleika. v22 Er tað okkum loyviligt at gjalda keisaranum skatt ella ikki?» v23 Men við tað at hann kendi fals teirra, segði hann við teir: v24 «Sýnið mær ein denar! Hvørs mynd og yvirskrift hevur hann?» Men teir søgdu: «Keisarans.» v25 Men hann segði við teir: «Gevið tá keisaranum tað, sum keisarans er, og Guði tað, sum Guðs er!» v26 Og teir kundu ikki seta hann fastan í orðum, so fólkið hoyrdi; og teir undraðust á svar hansara og tagdu.
Saddukearar spyrja um uppreisn
v27 Men nakrir av Saddukearunum, teimum, sum siga, at eingin uppreisn er til, komu til hansara og spurdu hann og søgdu: v28 «Meistari, Móses hevur skrivað okkum tað boðið, at um ein giftur bróðir hjá onkrum doyr og hann er barnleysur, tá skal bróðir hansara taka konuna og reisa upp bróður sínum avkom. v29 Nú vóru tað sjey brøður; hin fyrsti tók sær konu og doyði barnleysur. v30 Somuleiðis hin annar. v31 Og hin triði tók hana, og líkaleiðis eisini teir sjey; teir lótu ikki børn eftir seg og doyðu. v32 Seinast doyði eisini konan. v33 Kona hvørs teirra verður hon nú í uppreisnini? Tí at teir allir sjey hava havt hana til konu.» v34 Og Jesus segði við teir: «Børnini av hesi verøldini giftast og verða burturgift; v35 men tey, sum verða hildin verðig at fáa lut í hini verøldini og uppreisnini frá deyðum, tey hvørki giftast ella verða burturgift; v36 tey kunnu heldur ikki doyggja meir, tí at tey eru einglum lík og eru Guðs børn, við tað at tey eru uppreisnarinnar børn. v37 Men at hini deyðu rísa upp, tað hevur eisini Móses sýnt í søguni um tornarunnin, har sum hann kallar Harran Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups. v38 Men hann er ikki Guð teirra deyðu, men teirra livandi; tí at fyri honum liva øll.» v39 Men nakrir av hinum skriftlærdu svaraðu og søgdu: «Meistari, tú talaði væl!» v40 Og teir tordu ikki meira at seta nakran spurning fyri hann.
Jesus spyr teir um Messias
v41 Men hann segði við teir: «Hvussu kunnu tey siga, at Kristus er sonur Dávids? v42 Tí at sjálvur Dávid sigur í sálmabókini: «Harrin segði við Harra mín: Set teg við mína høgru lið, v43 til eg leggi fíggindar tínar sum fótskammul fyri føtur tínar.» v44 Dávid kallar hann tá harra, og hvussu kann hann tá vera sonur hansara?»
Varið tykkum fyri teim skriftklóku
v45 Men meðan alt fólkið hoyrdi, segði hann við lærusveinarnar: v46 «Varið tykkum fyri hinum skriftlærdu, sum fegnir vilja ganga í síðum klæðum og sum tað líkar væl at verða heilsaðir á torgunum og at hava teir fremstu sessirnar í samkomuhúsunum og tey ovastu sætini í veitslunum; v47 teir sum oyðeta húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir. Teir skulu fáa tess strangari dóm.»