Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 23
Jesus fyri Pilatusi og Heródesi; fólkið biður um Barabbas
v1 Og teir reistust, allur flokkurin, og førdu hann til Pilatusar. v2 Og teir tóku at klaga hann og søgdu: «Vit eru vorðnir varir við, at hesin maðurin villir fólk okkara inn á avvegir og forbjóðar at lata keisaranum skatt og sigst sjálvur vera Kristus, kongur.» v3 Og Pilatus spurdi hann og segði: «Ert tú kongur Jødanna?» Men hann svaraði honum og segði: «Tú sigur tað.» v4 Men Pilatus segði við høvuðsprestarnar og við fólkið: «Eg finni onga søk hjá hesum manni.» v5 Men teir gjørdust enn ágrýtnari og søgdu: «Hann øsir upp fólkið, við tað at hann lærir um alla Júdeu, líka frá Galileu, har sum hann setti á, og higar.» v6 Men tá ið Pilatus hoyrdi tað, spurdi hann, um maðurin var Galileingur. v7 Og tá ið hann var vorðin vísur í tí, at hann var úr umdømi Heródesar, sendi hann hann til Heródesar, sum sjálvur eisini var staddur í Jerúsalem í teimum døgunum. v8 Men tá ið Heródes sá Jesus, varð hann ógvuliga glaður; tí at hann hevði langa tíð fegin viljað sæð hann, av tí at hann hevði hoyrt um hann; og hann gjørdi sær vón um at fáa at síggja eitthvørt tekin gjørt av honum. v9 Og hann spurdi hann mangar spurningar; men hann svaraði honum einki. v10 Men høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu stóðu har og átalaðu hann harðliga. v11 Men tá ið Heródes við hermonnum sínum hevði hildið hann fyri háð og spott, kastaði hann eitt skartaklæði um hann og sendi hann aftur til Pilatusar. v12 Og tann dagin vórðu teir Pilatus og Heródes vinmenn báðir; tí at áður hevði verið fíggindskapur teirra millum. v13 Men Pilatus kallaði saman høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar og fólkið v14 og segði við tey: «Tit hava ført mær higar henda mann sum tann, ið villir fólkið út á avvegir; og sí, eg havi so tit hava hoyrt, forhoyrt hann, og eg havi onga søk funnið hjá hesum manni í tí, sum tit klaga hann fyri. v15 Og heldur ikki Heródes; tí at hann sendi hann aftur til okkara; og sí, hann hevur einki gjørt, sum hann eigur at verða dripin fyri. v16 Eg vil tí revsa hann og sleppa honum leysum.» ( v17 Men hann noyddist at sleppa teimum einum fanga leysum um hátíðina.) v18 Men tey rópaðu øll somul og søgdu: «Burtur við honum! Gev okkum Barabbas leysan!» v19 Men hetta var ein maður, sum var settur fastur fyri uppreist, sum verið hevði í staðinum, og fyri manndráp. v20 Og Pilatus talaði upp aftur til teirra, av tí at hann hevði hug at lata Jesus leysan. v21 Men tey rópaðu og søgdu: «Krossfest, krossfest hann!» v22 Men triðju ferðina segði hann við tey: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt? Eg havi onga deyðasøk funnið hjá honum; eg vil tí revsa hann og lata hann leysan.» v23 Men tey strongdu á við hørðum rópum og kravdu, at hann skuldi verða krossfestur; og róp teirra vórðu við yvirlutan. v24 Og Pilatus dømdi tá, at tað skuldi verða soleiðis, sum tey kravdu; v25 og hann slepti honum leysum, sum fyri uppreist og manndráp hevði verið settur fastur, tí, sum tey bóðu um; men Jesus gav hann teimum eftir vild teirra.
Jesu krossfesting; biður fyri fíggindum sínum, uggar annan ránsmannin og doyr
v26 Men tá ið teir førdu hann út, tóku teir fatur á einum manni, Símuni frá Kýrene, sum kom uttan av markini, og teir løgdu krossin upp á hann, at hann skuldi bera hann aftan á Jesus. v27 Men honum fylgdi ein stórur skari av fólkinum, og av kvinnum, sum bæði harmaðu hann og grótu um hann. v28 Men Jesus vendi sær á ímóti teimum og segði: «Jerúsalem-døtur, grátið ikki um meg, men grátið um tykkum sjálvar og um børn tykkara! v29 Tí at, sí, teir dagar skulu koma, tá ið sagt man verða: «Sælar eru ófruktirnar, og sæl eru tey móðurlív, sum ikki hava føtt, og tey bróst, sum ikki hava givið at súgva! v30 Tá skulu tey fara at siga við fjøllini: «Fallið yvir okkum!» og við heyggjarnar: «Fjalið okkum!» v31 Tí at gera tey hetta við hitt grøna træið, hvussu fer tá at gangast hinum turra?» » v32 Men tveir aðrir, tveir illgerðarmenn, vórðu førdir út við at verða tiknir av døgum saman við honum. v33 Og tá ið teir komu á tann staðin, sum kallast Skallin, krossfestu teir hann har og illgerðarmenninar, annan høgrumegin og annan vinstrumegin. v34 Men Jesus segði: «Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!» Men teir býttu klæði hansara millum sín og kastaðu lut um tey. v35 Og fólkið stóð og hugdi at. Men høvuðsprestarnir hildu hann fyri spott og søgdu: «Øðrum hevur hann hjálpt, lat hann nú hjálpa sær sjálvum, um hann er Guðs Kristus, hin útvaldi!» v36 Somuleiðis spottaðu eisini hermenninir hann; teir komu og rættu honum edik og søgdu: v37 «Ert tú kongur Jødanna, so bjarga tær sjálvum!» v38 Men ein yvirskrift var eisini uppi yvir honum: Hetta er kongur Jødanna. v39 Men annar av illgerðarmonnunum, sum hongdir vóru, spottaði hann og segði: «Ert tú ikki Kristus? Bjarga tær sjálvum og okkum!» v40 Men annar svaraði og hevði at honum og segði: «Óttast tú heldur ikki Guð, tá ið tú ert undir sama dómi? v41 Og vit eru tað við rættum; tí at vit fáa tað afturlønt, sum vit hava gjørt; men hesin hevur einki ósámiligt gjørt.» v42 Og hann segði: «Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!» v43 Og hann segði við hann: «Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!» v44 Og tað var nú okkurt um hin sætta tíman, og myrkur kom um alt landið líka til hin níggjunda tíman, v45 við tað at sólin myrknaði. Og forhangið í templinum skrædnaði í tvey eftir miðjuni. v46 Og Jesus rópaði við harðari rødd og segði: «Faðir, í tínar hendur gevi eg anda mín!» Og í tí hann hetta segði, andaðist hann. v47 Men tá ið herhøvdingin sá tað, sum hendi, gav hann Guði æruna og segði: «Av sonnum var hesin maður rættvísur!» v48 Og allar tær mannamúgvur, sum saman vóru komnar at síggja hesa sjón, slógu seg fyri bringuna, tá ið tær sóu, hvat ið hendi, og fóru avstað aftur. v49 Men allir kunningar hansara, og tær kvinnur, sum høvdu fylgt honum úr Galileu, stóðu langt burtur frá og hugdu at hesum.
Jesus jarðaður
v50 Og sí, ein maður var, ið æt Jósef; hann var ráðsharri, ein góður og rættvísur maður; v51 og hann hevði ikki samtykt í teirra ráði og verki; hann var úr Arimateu, einum staði í Jødalandi, og hann væntaði Guðs ríki. v52 Hesin maður fór til Pilatusar og bað um likamið av Jesusi. v53 Og hann tók tað niður, sveipaði tað inn í línklæði og legði tað í eina grøv, høgda inn í klettin, sum eingin hevði ligið í áður. v54 Og tað var atfangadagur, og hvíludagurin var í hondum. v55 Og tær kvinnurnar, sum vóru komnar við honum úr Galileu, fylgdu eftir, og tær sóu grøvina og hvussu likam hansara varð lagt. v56 Tær fóru so avstað aftur og gjørdu til angandi urtir og smyrsl; og hvíludagin hildu tær sær í kvirrum eftir lógini.